Lurta
Til lesiveik
Umhvørvisstuðul
Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum taka sær av okkara náttúru og umhvørvi. Stuðulin verður latin í Umhvørvisvikuni.
Søk um umhvørvisstuðul
Bæði virki, stovnar, feløg og einstaklingar kunnu søkja umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú annaðhvørt býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í Tórshavnar kommunu.
Dømi um verkætlanir kunnu vera:
- skeið ella verkstovur innan endurgerð av burturkasti
- tiltøk, sum taka støði í endurnýtslu av lutum ella burturkasti
- kanningar av skiljing og endurnýtslu
- framleiðsla av ymiskum upplýsandi tilfari um burturkast og endurnýtslu
Ein verkætlan kann í mesta lagi fáa helmingin av samlaða umhvørvisstuðlinum, tað vil siga 125.000 krónur.
Umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 15. apríl 2021. Umsóknin skal latast inn sum teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Umsókn um umhvørvisstuðul« í evnisteigin.
Hvør kann søkja stuðulin?
Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú annaðhvørt býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.
Dømi um verkætlanir kunnu vera:
- skeið ella verkstovur innan endurgerð av burturkasti
- tiltøk, sum taka støði í endurnýtslu av lutum ella burturkasti
- kanningar av skiljing og endurnýtslu
- framleiðsla av ymiskum upplýsandi tilfari um burturkast og endurnýtslu
Hvussu søki eg?
Tú søkir við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla umsóknarskjalið út. Tá tú søkir, skalt tú millum annað velja eitt gott og sigandi heiti til tína verkætlan og greiða frá endamálinum við verkætlanini. Vit biðja teg eisini vísa á, hvussu verkætlanin kann gagna umhvørvinum, borgarum og Tórshavnar kommunu. Harumframt skalt tú útgreina, hvussu tú hugsar at leggja arbeiðið til rættis og fremja verkætlanina í verki.
Minst til at lesa reglugerðina fyri stuðul til umhvørvistiltøk áðrenn tú søkir, tí í henni finnur tú treytirnar og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir.
Søk um umhvørvisstuðul
Umsóknina letur tú inn í teldubrævi til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. apríl 2021. Minst til at viðmerkja »Umsókn um umhvørvisstuðul« í evnisteigin í teldupostinum.
Tú kanst eisini lesa nærri á síðu okkara um at søkja umhvørvisstuðul.
Søk umhvørvisstuðul
Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk
Umsóknarfreist
Freistin at søkja umhvørvisstuðul er 15. apríl 2021.
Nær fái eg svar?
Tú fært svar í Umhvørvisvikuni, sum í ár er í viku 18.
Hvørjar eru stuðulsupphæddirnar?
Ein verkætlan kann í mesta lagi fáa helmingin av samlaða umhvørvisstuðlinum. Tað vil siga, at tú í mesta lagi kanst fáa játtað 125.000 krónur tíl tína verkætlan.
Reglur og treytir
Treytin fyri at søkja er, at tú ert búsitandi í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.
Stuðulsreglugerðina finnur tú her:
Reglur fyri stuðul til umhvørvistiltøk
Yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir