Lurta

Bátapláss, sigling og sjósvimjing

Við firðum, vøtnum, áum, ósum og bátahyljum hevur Tórshavnar kommuna nógv at bjóða teimum, sum dáma at sigla, svimja á sjónum ella dyppa.

Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august á teimum plássunum í kommununi, har fólk svimja og dyppa.



Bátapláss og sjósvimjing
Bátapláss

Vilt tú hava pláss til bátin hjá tær, skalt tú venda tær til Tórshavnar Havn, sum umsitur bátaplássini í kommununi:


TÓRSHAVNAR HAVN

Eystara Bryggja 34
100 Tórshavn

Tel. 31 17 62
port@torshavn.fo

Heimasíðan hjá Tórshavnar Havn (portoftorshavn.com)


PRÍSIR FYRI BÁTAPLÁSS

Tað eru 16 ymiskir prísbólkar fyri bátapláss. Tú sært prísirnar undir »árligt gjald fyri bátalegu í Tórshavnar kommunu« á síðuni hjá Tórshavnar Havn, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Umleið 926 bátapláss eru í kommununi.

Tórshavnar kommuna leigar út bátapláss í hesum økjum:

  • Kongabrúnni, Vágsbotni og Skálatrøð 345 pláss
  • Argjum 190 pláss
  • Kaldbak og Kaldbaksbotni 23 pláss
  • Nólsoy 23 pláss
  • Gomlurætt 19 pláss
  • Kollafirði og Signabø 90 pláss
  • Hesti 16 pláss
  • Álakeri 220 pláss

Árligt gjald fyri bátalegu í Tórshavnar kommunu (portoftorshavn.com)


BÍÐILISTI TIL BÁTAPLÁSS

Søkir tú um bátapláss, noyðist tú at brynja teg við toli. Umleið 250 umsøkjarar bíða eftir bátaplássi í løtuni, og tað er ikki óvanligt at bíða eini 8 ár eftir plássi.

Fyri at sleppa á bíðilistan noyðist tú at lata 2.000 krónur í trygd fyri at standa á listanum. Tú fært peningin afturgoldnan, tá ið tú hevur fingið eitt pláss ella hevur strikað teg av listanum.

Bátapláss kunnu arvast í beinari linju. Tað vil siga, at børn kunnu taka yvir bátapláss frá foreldrunum.

Sigling

Í bátahylinum í Havn skalt tú sigla við skili og lágari ferð. Vanligir bátar, kappróðrarbátar, kajakkir og líknandi skulu halda seg vestanfyri, tað er fram við landinum móti Sandagerði, soleiðis at hesir bátarnir ikki koma fyri siglingarleiðina hjá stórum skipum sum til dømis Norrøna og Smyril.

Tú kanst sigla við gummibáti, kajakk, paddingfjøl og øðrum akførum uttan motor í ósanum í Sandagerði og á ymisku vøtnunum í kommununi.

Tað er tó bannað at sigla í drekkivatnsøki, tað vil siga á Havnardalsvatni og Villingardalsvatni. Sigling er somuleiðis treytað av, at siglingin ikki er til ampa ella bága fyri vatnið, ánna ella fisking hjá øðrum.

Summa staðni er sigling eisini treytað av, at tú fært loyvi frá tí, sum eigur vatnið ella tjørnina. Minst tí til at kanna reglurnar og eigaraviðurskiftini á staðnum, áðrenn tú fært at sigla.

Vit kanna vatngóðskuna

Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har fólk svimja og dyppa. Vit máta tá innihaldið av skarnbakterium og sjónliga dálking í vatni og framvið sjóvarmálanum. Úrslitini verða kunngjørd niðast á hesari síðuni. Metingargrundarlagið sært tú her:

Metingargrundarlag fyri vatngóðsku til útisvimjing


GÓÐ RÁÐ

Í Tórshavnar kommunu búgva fólk og kríatúr tætt upp at hvørjum øðrum, og tað kann viðhvørt elva til dálking av áum, løkum og sjógvi. Vandi er eisini fyri dálking frá kloakkyvirlopum, tá ið grovur ælingur er.

Børn og hundar eru viðkvom fyri dálkaðum vatni. Hevur tú viknaða órinsverju, eigur tú eisini at tryggja tær, at útsjóndin á vantinum er góð, áðrenn tú fert úti. Far ikki útí vatnið, tá ið:

  • vatnið er sera óklárt
  • nógv skúm er omaná vatnskorpuni
  • grøn, gul ella brún hinna er á vatnskorpuni
  • gráir træðrir ella stórt pu er í vatninum
  • nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar

Ein tummilsregla er, at tú skalt kunna síggja 1 metur niður í vatnið. Sært tú ikki tað, kann tað vera tekin um ov stóra mongd av algum.

Vit mæla eisini frá at svimja í tjørnum, har nógvur flogfenaður heldur til og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga tætt við.

Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.

Her kanst tú fara útí

SANDAGERÐ

  • Umstøður: 5.000 fermetrar sandur. Ósi. Baðibrúgv
  • Botnviðurskifti: Sandur
  • Dýpd: 0-4 metrar
  • Streymviðurskifti: avmarkaður sjóvarfallsstreymur
  • Annað: gev gætur, at dálking kann koma fyri í ósanum. Far ikki úti, um vatnið er sjónliga dálkað
  • Sí Sandagerð á korti (foroyakort.fo)


Hoyvíkskai


Sandurin í Nólsoy


Hylurin á Velbastað (á støðni)

Gev gætur, at kommunan hevur sett forboð fyri at fara útí Havnará, tí áin er dálkað av kloakk og flogfenaði.

Boða okkum frá dálking

Varnast tú keldur til dálking, til dømis deyð djór, kloakk ella annað spillvatn, vinarliga boða okkum frá við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ring á tel. 30 20 10.

Vatngóðskukanningar 2024
Kanningarúrslit samlað 2024

Her sært tú øll úrslitini av vatngóðskukanningunum í ár:

Vatngóðskukanningar í Tórshavnar kommunu 2023 - samlað

Niðanfyri sært tú úrslitini fyri einstøku plássini.

Sandagerð og Sandá

Vatngóðskukanningar Sandagerð og Sandá 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

Velbastaður

Vatngóðskukanningar Velbastað 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

Hoyvíkin

Vatngóðskukanningar Hoyvíkin 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

Nólsoy

Vatngóðskukanningar Nólsoy 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

Hvítanes

Vatngóðskukanningar Hvítanes 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

Kaldbak

Vatngóðskukanningar Kaldbak 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

 

Kollafjørður

Vatngóðskukanningar Kollafjørður 2024

Á myndini niðanfyri sært tú, hvar vatnroyndirnar eru tiknar:

Eldri vatngóðskukanningar
Vatngóðskukanningar 2023
Vatngóðskukanningar 2022
Vatngóðskukanning 2021
Vatngóðskukanning 2014
Vatngóðskukanning 2002
Vatngóðskukanning 1988
Bakgrundskunning

Grundarlagið fyri vatngóðskukanningum

Vit kanna vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har vit vita, at fólk fara úti. Kanningarúrslitini verða kunngjørd á hesari síðuni, og úrslitini verða frámerkt við annaðhvørt grønum, gulum ella reyðum liti. Metingargrundarlagið sært tú her:

Metingargrundarlag fyri vatngóðsku til útisvimjing

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15