Lurta

Bústaðaryvirlit

Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett á, kanst tú fáa eitt bústaðaryvirlit.

Hevur tú Samleikan, kanst tú taka eitt bústaðaryvirlit niður av Vanganum. 

TAK niður BÚSTAÐARYVIRLIT AV VANGANUM

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú bíleggja eitt bústaðaryvirlit við at ringja á tel. 30 20 10 og ella senda teldubræv til torshavn@torshavn.fo. Um tú bíleggur bústaðaryvirlitið við at senda teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja navn og føðingardag og skriva »Bústaðaryvirlit« í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at brúka Vangan, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)



Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15