Lurta

Vígsla

Her kanst tú lesa um, hvussu tit skulu bera tykkum at, tá tit skulu giftast.


Borgarlig vígsla

Ynskja tit at verða vígd í býráðnum ella í samkomu, skulu tit fylla út eina hjúnalagsfráboðan. Fráboðanin skal vera Snarskivuni í hendi í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn vígsluna og í seinasta lagi fýra vikur áðrenn vígsluna.


Kirkjulig vígsla

Ynskja tit at verða vígd í eini kirkju, skulu tit venda tykkum til prestin í viðkomandi kirkju.

Kirkjur í Streymoy (folkakirkjan.fo)

Hjúnalagsfráboðan

Vel røttu hjúnalagsfráboðanina niðanfyri og viðmerk ta dagfestingina, tit ynskja at verða vígd. Kommunan kannar, um dagfestingin er tøk og vendir aftur til tykkara.

Hjúnalagsfráboðanin skal sendast til vigslur@torshavn.fo ella latast inn á Snarskivuni saman við øðrum kravdum skjølum. Minst til at viðmerkja »Hjúnalagsfráboðan« í evnisteigin á teldupostinum.

Tit finna ymisku fráboðanarskjølini her:

Hjúnalagsfráboðan kvinna og maður

Hjúnalagsfráboðan kvinnur

Hjúnalagsfráboðan menn



Leiðbeiningar
Um annar ella báðir makar ikki eru danskur ríkisborgari ella eru búsitandi uttan fyri Føroyar

Er annar ella báðir makar ikki danskur ríkisborgari ella búsitandi uttan fyri Føroyar, skulu hesi skjøl leggjast afturat hjúnalagsfráboðanini:

  • Føðibræv, dópsbræv, navnabræv ella pass
  • Endaligt skilnaðarbræv, um annar ella báðir makar áður hava verið gift
  • Deyðsváttan, um annar ella báðir makar eru einkja ella einkjumaður
  • Váttan av hjúnabandsstøðu
  • Uppihaldsloyvi ella visum

Gev gætur, at útlendsk skjøl, ið ikki eru útvegað úr norðurlondum, skulu týðast til føroyskt, danskt ella enskt av góðkendum týðara.

Gev eisini gætur, at Tórshavnar kommuna krevur, at hjúnabandsváttanir, skilnaðarbrøv og deyðsváttanir úr ávísum londum eru lógfest (legaliserað). Her finnur tú nærri kunning um, hvat tað merkir:

Um rættargildi av familjurættarligum skjølum (retsinformation.dk)

Skjalprógv fyri íbúgvar í Føroyum

Fyri tann ella teir makar, ið eru búsitandi í Føroyum, skulu hesi skjøl leggjast afturat hjúnabandsváttanini:

  • Avrit av føðibrævi, dópsbrævi, navnabrævi ella passi
  • Endaligt skilnaðarbræv, um annar ella báðir makar áður hava verið gift
  • Deyðsváttan, um annar ella báðir makar eru einkja ella einkjumaður
Hjúnalagsfráboðan

Fyri at søkja um at verða vígd antin í býráðnum ella í samkomu, skulu tit útfylla eina hjúnalagsfráboðan og senda hana til Snarskivuna.

Avgreiðslutíðin er fýra vikur, og hjúnalagsfráboðanin skal vera Snarskivuni í hendi í seinasta lagi fýra vikur áðrenn vígsluna.

Vel røttu hjúnalagsfráboðanina niðanfyri, fyll hana út og send hana til vigslur@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja “Hjúnalagsfráboðan” í evnisteigin.

Á hjúnalagsfráboðanini viðmerkja tit ta dagfestingina, tit ynskja at verða vígd. Ynskja tit at verða vígd í býráðnum, kannar kommunan, um dagfestingin er tøk og vendir aftur til tykkara. Tit kunnu finna tøkar dagar og tíðir undir teiginum “dagfesting og klokkutíð” niðanfyri. Ynskja tit at verða vígd í samkomu, avtala tit tíðspunktið við samkomuleiðaran.

Tit finna ymsu fráboðanarskjølini her:

Hjúnalagsfráboðan kvinna og maður (PDF)

Hjúnalagsfráboðan kvinnur (PDF)

Hjúnalagsfráboðan menn (PDF)

Avgreiðslutíð

Undir vanligum umstøðum er avgreiðslutíðin hjá vígslumyndugleikanum fýra vikur.

Navnabroyting í sambandi við hjúnaband

Á hjúnalagsfráboðanini kunnu tit frámerkja, um hvørgin, annar ella báðir makar ynskja at broyta millumnavn ella eftirnavn.

Tað er eisini møguligt at gera navnabroyting eftir vígsluna. Ynskja tit at broyta navn eftir vígsluna, skulu tit fylla út fráboðanarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo.

Myndugleikarnir fáa sjálvvirkandi boð um tykkara navnabroyting umvegis fólkayvirlitið.

Eru tit gift í kirkju, skulu tit venda tykkum til prestin í viðkomandi kirkju um navnabroyting.

Fráboðan um navnabroyting eftir vígslu

Kirkjur í Streymoy (folkakirkjan.fo)

Dagfesting og klokkutíð

Tað er møguligt at verða vígd hesar dagar og klokkutíðir:

  • Mánadag til hósdag kl. 10 - 15
  • Fríggjadagar kl. 10 - 14
  • Fyrsta leygardag í mánaðinum kl. 10 - 15

Eingin borgaralig vígsla er hesar dagar:

  • Nýggjársdag
  • Skírhósdag
  • Langa fríggjadag
  • Páskadag
  • Flaggdagin
  • Dýra biðidag
  • Kristi himmalsferðardag
  • Hvítusunnudag
  • Ólavsøkuaftan
  • Ólavsøkudag
  • 23. desember – 27. desember
  • 29. desember – 1. januar.

Á fyrstu síðu á hjúnalagsfráboðanin skulu tit skriva, hvønn dag tit ynskja at verða vígd.

Vígsluskrivstovan kannar, um ásetta dagfestingin og klokkutíðin eru tøkar. Tit fáa eina skrivliga váttan, tá ið umsókn tykkara er góðkend.

Vígsla á Ráðhúsinum

Borgarligar vígslur verða framdar í Ráðhúsinum:

Ráðhúsið

Vaglið 1
100 Tórshavn

Ynskja tit, at vígslan verður framd á øðrum staði enn á Ráðhúsinum, eru tit vælkomin at seta Snarskivuni ein fyrispurning við at skriva til vigslur@torshavn.fo.

Serlig ynski til vígsluna

Hava tit serlig ynski til vígsluna, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella við skriva til vigslur@torshavn.fo.

Vitni

Tvey vitni skulu vera hjástødd, meðan vígslan fer fram.

Tit skulu upplýsa nøvnini og bústaðin hjá vitnunum í seinasta lagi dagin fyri vígsluna við at skriva til vigslur@torshavn.fo.

Tórshavnar kommuna kann útvega vitnir, um tit ynskja tað. Um so er, skulu tit boða frá hesum ynski tveir arbeiðsdagar fyri vígsluna við at skriva til vigslur@torshavn.fo.

Føroyskir íbúgvar, ið giftast uttanlands

Er annar ella báðir makar føroyskir íbúgvar, ið skulu giftast uttanlands, krevja flestu lond eina váttan, sum prógvar, at hvørgin maki er í einum hjúnalagi frammanundan.

Tórshavnar kommuna kann útvega eina hjúnabandsváttan, ið váttar, at eftir føroyskari lóggávu er einki, ið forðar fyri, at annar ella báðir makar kunnu giftast.

Fyri at fáa eina váttan um hjúnastøðu, skulu báðir makar útfylla eina hjúnalagsváttan og lata hana inn til Snarskivuna ella senda hana til vigslur@torshavn.fo.

Hjúnalagsfráboðanina finnur tú her:

Hjúnalagsfráboðan kvinna og maður (PDF)

Hjúnalagsfráboðan kvinnur (PDF)

Hjúnalagsfráboðan menn (PDF)

Kirkjulig vígsla

Ynskja tit at verða vígd í kirkju, skulu tit venda tykkum til prestin í tí kirkjuni, tit ætla at giftast í.

Tú finnur yvirlit yvir kirkjurnar í Streymoy her:

Kirkjur í Streymoy (folkakirkjan.fo)

Vígsla í samkomu

Í trúarsamkomum er tað ein samkomuleiðari, ið fremur vígslurnar. Ynskja tit at verða vígd í eini samkomu, skulu tit seta tykkum í samband við samkomuleiðaran fyri at avtala tíðspunkt fyri vígsluna.

Síðani skulu tit ella samkomuleiðarin boða Tórshavnar kommunu frá, soleiðis at kommunan fær útvegað neyðugu skjølini til vígsluna.

Yvirlit yvir samkomurnar í kommununi finnur tú her:

Samkomur í Tórshavnar kommunu

Samband við okkum

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at senda eitt teldubræv til vigslur@torshavn.fo ella ringja til okkum á tel. 30 20 10.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

vigslur@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15