Lurta

Politiskar nevndir

Níggju nevndir eru undir býráðnum. Politisku nevndirnar kunnu taka avgerðir ella leggja mál fyri býráðið.

Fundir og fundarfrásagnir í politisku nevndunum undir býráðnum eru ikki almennar. Býráðið velur ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani føstu nevndirnar. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.

Her finnur tú eitt yvirlit yvir, hvørjar nevndir eru í kommununi, og hvørjir nevndarlimirnir eru.



Býráðsnevndir
Fíggjarnevndin

Í fíggjarnevndini situr borgarstjórin, ið er nevndarformaður, og fýra aðrir býráðslimir.

Fíggjarnevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • fíggjarviðurskifti
  • starvsfólkaviðurskifti
  • ognir hjá kommununi
  • trygging viðvíkjandi virðum hjá kommununi
  • leigumál
  • sløkkiliðið
  • verkstaðin
  • kommunuætlan
  • tvørkommunalar felagsskapir
  • yvirskipað mál sum bústaðarfígging, gransking og annað

Í Fíggjarnevndini sita:

FORMAÐUR

Heðin Mortensen (C)

NÆSTFORMAÐUR

Annfinn Brekkstein (B)


NEVNDARLIMIR

Tróndur Sigurðsson (C)
Jákup Dam (E)
Annika Olsen (A)

VINNUNEVNDIN

Vinnunevndin er undirnevnd hjá fíggjarnevndini og tekur ikki sjálvstøðugar avgerðir. Vinnunevndin sendir fíggjarnevndini tilráðing um avgerðir innan hesi málsøki:

  • vinnuvirksemi og vinnubygningar, tó ikki á havnaøkinum
  • vinnupolitikkur og vinnumál
  • ferðavinna/cruisevinna
  • handils- og tænastuvinnu
  • vinnunýskipan
  • vinnustrategi
  • hýruvognsloyvi
  • hugskotið
  • stuðulsjáttanir á ferðavinnuøkinum


Í Vinnunevndini sita:


FORKVINNA

Kristianna Winther Poulsen (C)


NEVNDARLIMIR

Kári Johansen (C)
Bjørg Dam (C)
Turið Horn (E)
Birgir Nielsen (A)

Tekniska nevnd

Tekniska nevndin ansar eftir, at tær viðtøkur og reglugerðir, sum galda fyri málsøkini hjá nevndini, verða fylgdar.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Bussleiðina
  • Vatnveiting og vatngóðsku
  • Kloakkir og yvirflatuvatn
  • Vegir og ferðslumál
  • Gøtuljós
  • Onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd

Í Teknisku nevnd sita:

FORMAÐUR

Tróndur Sigurðsson (C)


NÆSTFORMAÐUR

Kári Johansen (C)


NEVNDARLIMIR

Bjørg Dam (C)
Jákup Dam (E)
Súsanna Olsen (F)

Mentamálanevndin

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Dagstovnaøkið, undir hesum frítíðarskúlar og ungdómsvirksemi, námsfrøðiliga ráðgeving og tilboð til børn við serligum tørvi
  • Musikkskúli
  • Kvøldskúli
  • Býarbókasavn
  • Býarsavn
  • Mentanarhøli
  • Stuðulsskipanir
  • Svimjihøll
  • Ítróttaranlegg
  • Onnur mál av mentanarligum týdningi í kommununi


Í Mentamálanevndini sita:


FORMAÐUR

Annfinn Brekkstein (B)


NÆSTFORKVINNA

Súna Mørk (C)


NEVNDARLIMIR

Kristianna Winther Poulsen (C)
Annika Olsen (A)
Súsanna Olsen (F)

Trivnaðarnevndin

Trivnaðarnevndin tekur avgerð í málum, ið sambært lóggávu eru løgd til býráðið ella eina sosiala nevnd, um fyriskipanirnar í lóggávuni ikki forða fyri hesum.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Barnatannrøkt
  • Barnavernd
  • Familjupolitikk
  • Fólkaheilsu
  • Sosiala samlaging
  • Fólkaskúla, undir hesum forskúla

Í Trivnaðarnevndini sita:


FORKVINNA

Súna Mørk (C)


NÆSTFORKVINNA

Bjørg Dam (C)


NEVNDARLIMIR

Kristianna Winther Poulsen (C)
Turið Horn (E)
Gunvør Balle (E)

Heilsu- og eldranevndin

Heilsu- og eldranevndin tekur avgerð í málum, ið sambært lóggávu eru løgd til býráðið, um fyriskipanirnar í lóggávuni ikki forða fyri hesum.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Heilsu- og umsorganartænastuna, undir hesum røktarheimspláss, umlættingar- og rehabiliteringspláss, heimatænastu og heimasjúkrarøkt, dag- og kvøldtilhald, venjingar og aðrar tænastur á eldraøkinum
  • Kommunulæknaskipanina
  • Heilsufrøðiskipanina

Í Heilsu- og eldranevndini sita:


FORKVINNA

Kristianna Winther Poulsen (C)


NÆSTFORKVINNA

Súna Mørk (C)


NEVNDARLIMIR

Kári Johansen (C)
Annika Olsen (A)
Birgir Nielsen (A)

Náttúru- og umhvørvisnevndin

Náttúru- og umhvørvisnevndin fyrisitur mál, ið sambært lóggávuni, kunngerðum og reglum um umhvørvisvernd og fyriskipanum, eru løgd undir kommununa. Eisini skipar nevndin fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Brennistøðina
  • Ruskinnsavnan
  • Jarnmóttøku, evnafrøðilig evni, spilloljusúgving, rottangatøming, tyrving og annað
  • Náttúru og umhvørvi
  • Frílendi
  • Framtíðarorku
  • Umhvørvismál
  • Umhvørvisátøk sum millum annað umhvørvisvikuna

Í Náttúru- og umhvørvisnevndini sita:

FORKVINNA

Bjørg Dam (C)


NÆSTFORMAÐUR

Annfinn Brekkstein (B)


NEVNDARLIMIR

Súna Mørk (C)
Turið Horn (E)
Gunvør Balle (E)

Byggi- og býarskipanarnevndin

Byggi- og býarskipanarnevndin fyrisitur øll mál, ið sambært byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir eru løgd undir býráðið.

Nevndin fyrisitur hesi málsøki:

  • Býarskipan og byggisamtyktir
  • Útstykkingar
  • Byggimál
  • Lendismál
  • Kirkjugarðar
  • Bygningsrakstur og viðlíkahald av øllum kommunalum bygningum og økjum eftir ásettari mannagongd
  • Fríðkan (viðarlundir, spælipláss, gøtur og annað)
  • Áir, veitir og jarðarognir sum traðarognir, urtagarðs- og onnur jarðarstykki

Í Byggi- og býarskipanarnevndini sita:


FORMAÐUR

Tróndur Sigurðsson (C)


NÆSTFORMAÐUR

Annfinn Brekkstein (B)


NEVNDARLIMIR

Kári Johansen (C)
Súsanna Olsen (F)
Jákup Dam (E)

Havnanevndin

Havnanevndin hevur fimm limir og fyrisitur hesi málsøki:

  • Tórshavnar havn
  • Smábátahavnir
  • Vinnuvirksemið og vinnubygningar á havnaøkinum
  • Fiskivinnu
  • Oljuvinnu
  • Cruise/ferðamannaskip

Í Havnanevndini sita: 

Formaður

Kári Johansen (C)


næstformaður

Tróndur Sigurðsson (C)


Fastir limir

Anfinn Brekkstein (B)
Birgir Nielsen (A)
Turið Horn (E)


Varalimir

Súna Mørk (C)
Bjørg Dam (C)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Annika Olsen (A)
Gunvør Balle (E)