Lurta
Til lesiveik

Valstøð í Tórshavnar kommunu

Valstaðið, har tú skalt greiða tína atkvøðu, stendur á valkortinum, sum tú fært sendandi tvær vikur áðrenn valdagin. Á hesari síðuni sært tú valstøðini og kanst kunna teg um, nær tey eru opin.



Valstøð
Adressur hjá valstøðunum

Høllin á Hálsi

Hallarheygur 4
100 Tórshavn



Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44
160 Argir



Kaldbaks Skúli

Krossgøta 13
180 Kaldbak



Skótahúsið í Kollafirði

Botnavegur 3
410 Kollafjørður



Skúlin á Velbastað  

Norðuri á Heyggi 19
176 Velbastaður



Bygdastovan í Hesti

Reynið 6
280 Hestur



Ungmannafelagshúsið í Nólsoy

Á Mýrini
270 Nólsoy

Upplatingartíðir hjá valstøðunum

Øll valstøð lata upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.

Ivast tú í, hvat fyri valstað, tú hoyrir til?
  • Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík, Koltri, á Hvítanesi og Sundi
    velja í ítróttarhøllini á Hálsi
  • Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
  • Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
  • Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
  • Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum
    á Velbastað
  • Fólk í Hesti velja í bygdastovuni í Hesti
  • Fólk í Nólsoy velja í ungmannafelagshúsinum í Nólsoy