Yvirskipað um val
Her kanst tú kunna teg um øll tey praktisku viðurskiftini viðvíkjandi valum til kommunur, løgting og fólkating.
Undan valinum fáa allir borgarar við valrætti eitt persónligt valkort sendandi við postinum.
Valkortið er títt prógv fyri, at tú hevur rætt til at atkvøða á valinum. Fært tú eitt valkort, skalt tú minnast til at hava tað við tær, tá tú møtir á valstaðnum ella velur at greiða brævatkvøðu.
valstað
Á valkortinum stendur, hvar tú skalt greiða tína atkvøðu. Tað vil siga valstaðið, tú hoyrir til.
HEVUR TÚ EINKI VALKORT FINGIÐ?
Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum, ella er villa íkomin á valkortinum, skalt tú venda tær til fólkayvirlitið í tínari kommunu. Í Tórshavn skalt tú ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Hevur tú ikki fingið valkortið við postinum áðrenn valdagin, kunnu vit útskriva tær eitt nýtt valkort á valstaðnum. Veitst tú ikki, hvat valstað tú hoyrir til, kanst tú ringja til kommunuskrivstovuna í tínari kommunu. Í Tórshavnar kommunu skalt tú ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10.
Tá tú fert á valstaðið, skalt tú minnast til at hava samleikaprógv við. Síðan gera vit eitt valkort til tín á valstaðnum. Í hesum føri verður helst eitt sindur av bíðitíð. Samleikaprógvið kann annaðhvørt vera títt pass ella koyrikort.
Hevur tú mist TÍTT valkort burtur?
Hevur tú mist valkortið burtur ella gloymt tað eftir heima, kunnu vit skriva tær eitt nýtt valkort út á valstaðnum. Tað kann taka eina løtu at skriva kortið út av nýggjum.
Minst til at hava samleikaprógv við, sum annaðhvørt kann vera pass ella koyrikort.
Hevur tú brævatkvøtt og kortini fingið valkort sendandi?
Greiðir tú brævatkvøðu, áðrenn valkortið er komið við postinum, fært tú kortini eitt valkort sendandi. Tú kanst hyggja burtur frá hesum, ella tú kanst møta á valstaðnum og atkvøða umaftur. Velur tú at atkvøða umaftur, telur brævatkvøðan ikki við.
Tá tú hevur valrætt, kanst tú atkvøða á valunum. Nakað av muni er á, hvør kann atkvøða til ymisku valini.
kommunuval
Tú hevur valrætt til kommunuvalið, tá tú:
- ert 18 ár og annars lýkur treytirnar fyri valrætt til løgtingsvalið
- ert tilmeldað fólkayvirlitinum í tínari kommunu í seinasta lagi tvær vikur áðrenn valdagin
- valdagin framvegis ert búsitandi í kommununi
Tú skalt standa á vallistanum
Í seinasta lagi fýra vikur áðrenn valdagin verða vallistarnir lagdir fram til alment eftirlits. Á listanum eru øll tey skrásett, sum hava valrætt til kommunuvalið. Listarnir liggja frammi í tvær vikur á einum staði, sum er atkomiligt hjá íbúgvunum.
Flytur tú í aðra kommunu innanfyri 14 dagar áðrenn valdagin, hevur tú ikki atkvøðurætt í nakrari kommunu.
Ríkisborgarar úr øðrum londum
Ert tú ríkisborgari í øðrum landi, hevur tú valrætt og valbæri til kommunuval, um tú hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Hetta er eitt undantak til kravið um, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið fyri at kunna velja til kommunuvalið.
Fyri at útinna valrættin skalt tú standa á vallistanum í kommununi.
Ert tú komin á vallistan, men ert tú ikki longur fastbúgvandi í kommununi, hevur tú ikki rætt til at velja.
Lesandi sum hava bústað uttanlands
Ert tú búsitandi uttanlands, hevur tú ikki valrætt og valbæri til kommunuval. Orsøkin er, at tú tá ikki lýkur treytina um at vera tilmeldað fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin og treytina um at vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin.
Tú kanst kunna teg nærri í løgtingslógini um val til allar kommunur. Lógin vísir í summum førum til lógina um løgtingsval.
Løgtingsval
Fyri at kunna atkvøða til løgtingið skalt tú á valdegnum:
- Vera 18 ár
- Hava danskan heimarætt
- Vera heimahoyrandi í Føroyum
- Ikki vera undir verjumáli ella hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6
Hevur tú tilhald uttan fyri Føroyar vegna útbúgving, hevur tú valrætt til løgtingið, um tú annars lýkur hinar treytirnar omanfyri, og um tú undan fráflyting úr Føroyum hevur verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi fimm ár tilsamans.
Lógin um val til Løgtingið (logir.fo)
Fólkatingsval
Fyri at atkvøða til fólkatingsval skalt tú á valdegnum:
- Vera 18 ár
- Hava danskan heimarætt
- Vera fastbúgvandi í danska ríkinum
- Ikki vera undir verjumáli ella hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6
Lógin um fólkatingsval í Føroyum (logir.fo)
MEIRA KUNNING
Valstaðið, har tú skalt greiða tína atkvøðu, sært tú á valkortinum, sum tú fært sendandi undan valinum.
Upp undir Løgtingsval finnur tú eisini kort yvir valstøðini á heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
Tú kanst klaga um eitt val, sum er avgreitt, um tú hevur illgruna um, at atkvøðugreiðslan, til dømis uppteljingin, ikki er farin fram á rættan hátt. Kæran skal vera skrivlig.
býráðsval
Klagur um kommunuvalið skulu sendast viðkomandi kommunustýrinum í seinasta lagi átta dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp. Kommunustýrið skal viðgera klagur á kommunustýrisfundi innan tíggju dagar eftir, at klagufreistin er farin.
Tær avgerðir, sum kommunustýrið tekur í klagum viðvíkjandi kommunuvalinum, kunnu verða skotnar inn fyri landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum. Freistin hesum viðvíkjandi er 14 dagar frá tí degi, kommunustýrið hevur tikið avgerð um klaguna.
Løgtingsval
Klagur um løgtingsvalið skulu verða umsitingini hjá Løgtinginum í hendi áðrenn kl. 10 tíggjunda yrkadagin eftir valdagin.
Tó skulu kærurnar stílast kommununi, um:
- tú ikki ert komin á vallistan
- ein persónur av órøttum er komin á vallistan
- tú ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort, ið hevur villu ella manglar okkurt
Kommunustýrið skal uttan drál viðgera tína kæru.