Lurta

Rokningar og rokningaportalur

Skalt tú sum veitari senda kommununi eina rokning, er vanliga mannagongdin, at tú sendir rokningina í XML-skapi umvegis MínRokning.

Er talan um eina einnýtisrokning ella rokningar í øðrum skapi, kanst tú innlesa rokningina á Rokningaportalinum, sum er ein ískoytisskipan, kommunan nýtir til at avgreiða rokningar, sum veitarar ikki fáa sent okkum umvegis MínRokning.

 INNLES rokning á Rokningaportalinum

Ivast tú í, hvussu tú skalt brúka Rokningaportalin, kanst tú annaðhvørt lesa tekstvegleiðing okkara ella hyggja at myndavegleiðingini, sum tú finnur her:

Tekstvegleiðing til Rokningaportalin

Myndavegleiðing til Rokningaportalin



Rokningar til kommununa
Rokningar til kommununa umvegis MínRokning

Skalt tú sum veitari senda kommununi eina rokning, skalt tú senda rokningina umvegis MínRokning. MínRokning er sami portalur, sum virkir brúka til at heinta sínar rokningar frá ALS, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum og Barsilsskipanini. MínRokning kann sostatt eisini brúkast til at senda talgildar rokningar.

Elektron umsitur MínRokning og hevur sent tínum virki eitt brúkaranavn og loyniorð, fyrstu ferð títt virki rindaði løn. Hevur tú gloymt ella mist tínar innritanarupplýsingar, ella hevur tú tørv á at endurnýggja tær, kanst tú venda tær til kundatænastuna hjá Elektron. Kundatænastan er at hitta yrkadagar frá kl. 8-16.30.

Send rokning umvegis MínRokning (minrokning.fo)

Kundatænastan hjá Elektron (elektron.fo)

Rokningar umvegis Rokningaportalurin

Rokningaportalurin er ein ískoytisskipan, sum kommunan nýtir til at avgreiða tær rokningar, sum tú sum veitari ikki fært sent umvegis MínRokning.

Vanliga senda veitarar talgildar rokningar og fakturar í sonevndum XML-skapi. Er hinvegin talan um eingangsrokningar ella rokningar í øðrum skapi, kanst tú innlesa tær á Rokningaportalinum. Tú kanst eisini leggja onnur skjøl við á Rokningaportalinum. Slíkar rokningar verða síðan gjørdar til XML-fílu og lagdar inn í vanligu rokningaverkgongdina.

Ivast tú í, hvussu tú skalt brúka Rokningaportalin, kanst tú annaðhvørt lesa tekstvegleiðing okkara ella hyggja at myndavegleiðingini, sum tú finnur niðanfyri:

Innles rokning á Rokningaportalinum

Tekstvegleiðing til Rokningaportalin

Myndavegleiðing til Rokningaportalin

Fíggjardeildin
Fíggjardeildin

Niels Finsens gøta 17, 2. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15