Viðgerð av tínum dátum
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Samstundis fóru persónsupplýsingarlógin og kunngerðirnar við heimild í persónsupplýsingarlógini úr gildi.
Dáturverndarlógin hevur til endamáls at verja teg og tínar persónligu upplýsingar. Lógin víðkar tínar møguleikar fyri millum annað at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar almennu myndugleikarnir og Tórshavnar kommuna hava um teg.
Frá 1. januar 2021 fylgja vit Dátuverndarlógini í kommununi. Les meira um tíni rættindi og um, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar her:
Persónupplýsingarpolitikkur fyri borgarar
Alment innlit og innlit í egið mál
Her kanst tú lesa um, hvussu tú biður um innlit í upplýsingarnar, vit hava um teg:
Alment innlit og innlit í egið mál
Kommunan nýtir bara bronglaðan teldupost
Sambært Dátuverndarlógini skulu vit í kommununi verja tínar persónsupplýsingar, eisini tá ið upplýsingarnar verða sendar umvegis alnótina. Í kommununi senda vit tískil bara bronglaðan teldupost, hetta fyri at verja innihaldið í teldupostunum.
Vilt tú tryggja tær, at tú fært teldupostarnar frá kommununi, skalt tú tískil kanna eftir, at tín teldupostveitari er førur fyri at taka ímóti bronglaðum telduposti. Í dag senda og móttaka flestu teldupostveitarar bara bronglaðar teldupostar.
Ivast tú í, um tín veitari stuðlar uppundir bronglaðar teldupostar, kanst tú kanna tað hjá tínum teldupostveitara. Tú kanst eisini kanna tað við at trýsta á leinkið niðanfyri og tøppa tína teldupostadressu inn í teigin »eMail Target« og trýsta á knøttin »RunTest«. Tá tú hevur trýst á »Run Test« kemur ein talva fram við kanningarúrslitum. Undir »TLS« í talvuni skal standa »OK«:
Kanna tína teldupostadressu (verður umsitið av checktls.com)