30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.
30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.
Í mai 2022 skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.
Hóskvøldið 24. februar 2022 samtykti býráðið eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnaøki. Heildarætlanin er ein yvirskipað og langskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk stigvíst kunnu setast í verk fyri at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.
Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu, flyta innanhýsis í kommununi ella flyta til land uttanfyri Norðurlond? Nú kanst tú avgreiða flytingina á Vanganum. Á Vanganum kanst tú eisini flyta fyri annan borgara. Les her, hvussu tú gert.
Hevur tú eitt gott hugskot til, hvussu vit kunnu tryggja burðardygga framleiðslu og nýtslu av mati? So hevur tú nú møguleika fyri at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Freistin at søkja umhvørvisstuðul er 31. mars 2022.
Hevur tú foreldur, sum ikki eru von at brúka Vangan? Nú ber til at søkja um tænastur frá Tórshavnar kommunu vegna borgarar, sum ikki eru vanir ella førir fyri at brúka talgildar tænastur.
Aftur í ár fara 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á flot við Westward Ho. Túrarnir í 2022 verða frá 24. august til 9. september.
29. desember er Jobmatch, og tá sita vit klár at práta við teg um starvsmøguleikar í kommununi. Her kanst tú lesa, hvussu Jobmatch er lagt til rættis í ár, og hvussu tú bíleggur eitt prát við okkum.
Skúlainnskrivingin letur upp 15. desember 2021 og gongur fyri seg í bókingarskipanini BARN. Freistin at skriva inn í skúla er 16. januar 2022.
Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.
15. november 2021 fingu vit 6 nýggj grundupptøkuøki til kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Les um upptøkuøkini og dagførdu upptøkureglurnar her.
Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at seta eina skipan í verk, sum skal gera samskiftið millum dagstovnar og foreldur trygt og ómakaleyst. Skipanin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.
Eigarafeløg og grannaløg kunnu nú søkja kommununa um at fáa eitt jólatræ og ein jólatræsfót, sum tey kunnu seta upp í grannalagnum á jólum. Freistin at bíleggja eitt jólatræ er 5. november 2021. Les her, hvussu tú søkir.
Ólavsøkan er í hondum, og ætlanin er, at hon hesaferð skal líkjast meira sær sjálvum. Nakrar fastar tættir mugu vit tó hava til góðar til næsta ár vegna koronu. Her kanst tú lesa skránna, kunna teg um tilmæli og broytingar, fáa yvirlit yvir ferðsluna og kunna teg um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.