Aftur í ár fara 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á flot við Westward Ho.
Á fiskitúrinum læra næmingarnir um sjógv og fiskiskap. Teir fara at kappast um, hvør flokkur fær flest fiskar, og hvør næmingur fær størsta fiskin.
Bara tvinnar siglandi sluppir eru eftir av teimum umleið 150 sluppunum, føroyingar keyptu úr Stóra Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna í Vági, við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Tórshavn við havnakenningartekni TN 54.
Tórshavnar kommuna hevur átt Westward Ho síðan 2005. Tað er áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina viðlíka.
Sluppvinirnir hava skipað fyri fiskikapping fyri 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu síðan 2009.
Tú kanst lesa meira um sluppina og áhugafelagsskapin Sluppvinir her:
Ein fiskitúrur við Westward Ho kann fyrireikast í lærugreinini Náttúra & tøkni. Næmingarnar kunnu til dømis arbeiða við evnunum »fiskur«, »sjógvur« og »veiðihættir« sum fyrireiking til túrin.
Tann meira verkligi parturin gongur fyri seg umborð á Westward Ho. Við at samansjóða tað ástøðiliga og tað verkliga gerst undirvísingin meira ítøkilig og spennandi.
Er veiðan góð, ber til at nýta fiskin í lærugreinini Heimkunnleika. Næmingarnir kunnu til dømis gera knettir og frikadellur burturúr fiskinum. Er fongurin góður, kunnu næmingarnir eisini taka nakrar fiskar heimvið.
Næmingar kunnu sum fyrireiking granska toskatalvuna og talvuna við vanligastu fiskasløgunum undir Føroyum. Talvurnar finna tit niðanfyri:
Vanlig fiskasløg undir Føroyum
Næmingarnir í Sankta Frans Skúla, sum fara at fiska, gera pilkar og beitir til túrin saman við lærarunum. Navnið á einstaka næminginum verður síðan sett á hvørt settið av pilkum og beitum. Hetta hava næmingarnir við, tá ið teir fara at fiska.
Aftaná fiskitúrin fara næmingarnir í køkin, har teir flekja fiskin og steikja fløk. Síðan eta næmingarnir døgurða saman, og hevur flokkurin fingið nógvan fisk, fáa lærararnir í skúlanum eisini ein bita.
Á vári 2021 eru umboð fyri manningina á Westward Ho til reiðar at koma framvið í flokkunum, sum fara at fiska við Westward Ho í august og september mánaði. Vit greiða fegin eitt sindur frá skipinum, vísa myndir og svara annars spurningum um skipið og fiskitúrin.
Westward Ho hevur eisini eina avtalu við ein veitara, ið selur ein »fiskapakka« til flokkarnar, sum fara út við Westward Ho at fiska. Í pakkanum eru:
Pakkin á myndini kostar umleið 300 kr., men hann kann tillagast eftir tørvi hjá flokkinum. Næmingarnir kunnu í flokkinum gera teymar, pilkar og annað fyri á tann hátt at fyrireika fiskitúrin.
Á flot við Westward Ho í august 2020
Fiskitúrarnir eru skipaðir sum ein fiskikapping millum 6. flokkarnar í Tórshavnar kommunu.
Hvør flokkur fiskar í umleið tveir tímar. Tann flokkurin, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær handað eitt vinnarasteyp. Steypið verður handað á viðkomandi skúla, og tað er borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum handar steypið.
Vit fiska í bakborðs síðu við tráðu og pilki, og í mesta lagi 12 tráður kunnu vera úti í senn. Fiskur minni enn 25 cm telur ikki við og verður sleptur út aftur.
Skiparin skrásetir talið av fiskum og vektina á størsta fiskinum.
Tann av øllum næmingunum, sum fær størsta fiskin í 2021, vinnur eina tráðu, sum hann fær handað í september mánaði. Veitari letur og handar næminginum tráðuna.
Tann flokkurin, sum fær flest fiskar, fær í september mánaði handað steyp til ognar. Tað er borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, ið handar flokkinum vinnarasteypið.
Fiskikappingin hevur verið fastur táttur síðan 2009. Hesir skúlar hava vunnið fiskikappingina:
2009 Argja skúli
2010 Argja skúli
2011 Hoyvíkar skúli, 6.a
2012 Sankta Frans skúli, 6.a
2013 Sankta Frans skúli, 6.b
2014 Hoyvíkar skúli, 6.a
2015 Skúlin á Fløtum, 6.e
2016 Sankta Frans skúli, 6.a
2017 Skúlin á Argjahamri
2018 Sankta Frans skúli, 6.b
2019 Kollafjarðar skúli
2020 Kollafjarðar skúli