Soleiðis gongur vitjanin fyri seg
Børnini fáa høvi at fara undir dekk at síggja skipið og at hoyra eitt sindur um søguna hjá sluppini. Á dekkinum fara børnini at royna ymiskt verkligt, millum annað at standa við róðurarmin, hála fokkuna upp og fiska við snøri. At enda eta børnini matpakkarnar, sum tey hava við.
Tiltøk undir dekkINUM
Børnini fara fyrst niðurundir gjøgnum leidaran og síðan í salongina. Tey síggja tað stóra Íslandskortið, og tey síggja, hvar føroysk skip hava verið úti fyri vanlukku undir Íslandi. Eru børnini nógv, býta vit tey í tveir bólkar. Annar bólkurin fer í maskinrúmið og síðan í afturskipið, meðan hin bólkurin fer í kabússina og síðan lugarið.
Maskinrúm og lugar aftan
Vit greiða frá um maskinuna og oljufýringina. Í lugarinum síggja børnini neyðútgongdina og koyggjurnar, og onkur sleppur at liggja í eini koyggju.
Kabúss og lugar
Vit spyrja børnini, um tey kenna nøkur serlig orð, ið verða nýtt umborð á einum skipi. Í lugarinum greiða vit teimum frá, hvat menn gjørdu á einum fiskitúri, og eisini sleppa tey at fara í nakrar koyggjur.
Tiltøk á dekkinum
Tað er umráðandi, at børnini likamliga royna ymiskt, sum tey annars ikki hava møguleika fyri at royna. Tey sleppa at royna hetta:
- royna róðrararmin (hála aftur og fram)
- sláa klokkuna
- síggja kumpasina
- nýta hondpumpuna
- royna at fíla við snøri í einum vaðbeini
- hála fokkuna upp og niður
Børnini kunnu taka gamalt breyð við til dunnurnar.
Tá ið øll børnini hava roynt alt, eta vit matpakka saman. Er veðrið gott, verður matpakkin etin á dekkinum, men er tað ruskveður, eta tey í salongini undir dekkinum.