Lat aftur
Tema
Ein grønari kommuna – eldradagurin 2022
Ein grønari kommuna Ein grønari kommuna
Ein grønari kommuna

7. oktober 2022 er Eldradagur í Tórshavnar kommunu. Evnið í ár er »ein grønari kommuna«.

Les meira um tiltakið niðanfyri.

Lurta

Ein grønari kommuna – eldradagurin 2022

Eldradagurin verður settur á Perlutorginum við Tórsgøtu fríggjadagin 7. oktober 2022 kl. 10. Evnið fyri dagin í ár er »ein grønari kommuna«.

Í ár varpa vit ljós á møguleikarnar og fortreytirnar fyri at skifta til burðardyggar orkuloysnir og leggja vanar um.

Róar Olsen, leiðari á Umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu, fer at greiða frá, hvørjar ætlanir kommunan hevur á grøna økinum – millum annað fer hann at tosa um møguleikarnar fyri at nýta grøna orku og tilfar, nú Tórshavnar kommuna fer undir at byggja nýtt røktarheim.

Gunnhild Dahl Niclasen hugleiðir um endurnýtslu, bæði í mun til hús, búnýti, klæðir og mat. Gunnhild hevur sjálv yvirtikið húsini hjá ommu síni og hevur einki gjørt við tey uttan at bjálva tey, soleiðis at tey lúka dagsins krøv.

Seinni fara Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, og Jóhann Mortensen at skifta orð um ætlanir á grøna økinum í Tórshavnar kommunu og umstøðurnar hjá pensjónistum at rinda fyri dýrkandi orkuna.

Harumframt verða røður, fimleikur, undirhald og góður matur at fáa. Tú sært alla skránna niðanfyri.

Skrá fyri eldradagin


Kl. 10.00-10.35 SETAN Á PERLUTORGINUM VIÐ TÓRSGØTU

Kl. 10.00-10.10 Borgarstjóri Heðin Mortensen
Kl. 10.10-10.20 Forkvinnan fyri Eldraráðið, Katrin Holm
Kl. 10.25-10.35 Fimleikur/føroyskur dansur


Kl. 10.45-12.00 EBENEZER

Kl. 10.45-10.55 Kaffisteðgur
Kl. 10.55-11.00 Bjóðað verður vælkomin
Kl. 11.00-11.15 Roar Olsen, leiðari á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, greiðir frá um »Grønt umhvørvi«
Kl. 11.20-11.35 Tónleikur við Ólavi á Váli Olsen
Kl. 11.40-12.00 Gunnhild Dahl Niclasen hugleiðir um endurnýtslu


Kl. 12.00-13.30 MATARSTEÐGUR

Frelsunarherurin
Suppa kr. 50,00 – havið reiðan pening við

Hotel Hafnia
Sjálvtøkuborð við suppu og heitum og køldum rættum kr. 135,00. Neyðugt er at bíleggja borð á tel. 31 32 33 og viðmerkja »Eldradagurin«


Kl. 13.30-15.00 EBENEZER

Kl. 13.30-14.10 Marius Rein tosar um »Havnin fyrr«
Kl. 14.10-14.25 Kaffisteðgur
Kl. 14.30-15.00 Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, og Jóhann Mortensen skifta orð um ætlanirnar á grøna økinum í Tórshavnar kommunu


15.30-16.00 HAVNAR KIRKJA

Kl. 15.30-16.00 Andakt


19.00-22.00 REINSARÍIÐ

Kl. 19.00-22.00 Hugni saman við Harmonikuliðnum. Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í eldranevndini, endar Eldradagin

Um Eldradagin

Sameindu Tjóðir samtyktu í 1990, at 1. oktober skuldi vera altjóða eldradagur. Altjóða eldradagurin verður hátíðarhildin fyri at varpa ljós á umstøðurnar og lívsgóðskuna hjá aldrandi borgarum. Dagurin hevur eisini til endamáls at vísa eldru borgarum okkara viðurkenning fyri teirra íkast til samfelagið.

Á hvørjum ári skipa Eldraráðið og Tórshavnar kommuna fyri eldradegi fyri borgarum í aldrinum 60 ár og eldri í sambandi við altjóða eldradagin. Fyrsti eldradagurin í Tórshavnar kommunu varð hildin í 2010. Í 2020 og 2021 varð tó eingin Eldradagur hildin, tí tá gjørdi koronafarsóttin um seg.

Vilt tú vita, hvat var á skránni á undanfarnu eldradøgunum, finnur tú nærri kunning á síðuni hjá Eldraráðnum:

Eldraráðið í Tórshavn

Atkoma fyri rørslutarnað

Allir fyrilestrar og alt undirhald er atkomiligt fyri fólk, ið eru illa gongd ella sita í rullistóli. Rampa er bæði í Ebenezer og í Havnar kirkju.