10.00-17.00 Tjóðsavnið
Vælkomin á Tjóðsavnið á ólavsøku. Til ber at síggja nýggju framsýning okkara um føroysku klæðini.
STAÐ: Brekkutún 6, Hoyvík
10.00-20.00 Steinprent
Steinprent sýnir fram nýggj verk eftir Hansinu Iversen, John Kørner, Claus Carstensen, Rannvu Kunoy, Louise Aakerman og Mie Olise Kjærgaard. Hesi verk fevna um málningar og steinprent. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólv at síggja framsýningina og verkstað okkara uppiá.
STAÐ: Steinprent, Skálatrøð 16
11.00-20.00 Listasavn Føroya
Vælkomin á Listasavn Føroya á ólavsøku.
STAÐ: Gundadalsvegur 9.
12.00-17.00 Summarframsýning í Norðurlandahúsinum
Sammarframsýningin 2022 »Gudrun Hasle – jeg leder efter ordne« er opin. Framsýningin er opin til og við 14. august. Ókeypis atgongd.
STAÐ: Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14
13.00 Trappan í Vágsbotni
Nú fáa børnini sína egnu sangløtu á ólavsøku. Í sangheftinum eru 10 ymiskir sangir, sum tú sært við at trýsta á leinkið niðanfyri. Á Facebook finnast upptøkur av sangunum, so børnini kunnu hoyra teir. Jensina Olsen skipar og syngur fyri, Rasmus Vigant Samuelsen spælir klaver.
Middagssangur á Trappuni (Facebook)
Middagssangur á Trappuni - sanghefti
STAÐ: Vágsbotnur
14.00-15.00 Skrúðgonga og setan
Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen oman á Vaglið, har Petur Niclasen setir ólavsøkuna 2022.
STAÐ: Vaglið.
14.00-20.00 Gallarí Havnará
Listaframsýning hjá Kára Svensson.
STAÐ: Við Havnará 3.
14.00-20.00 Lions-Tórshavn listaframsýning
Listaframsýning í Müllers Pakkhúsi, har peningurin óskerdur fer til vælgerandi endamál ella felagsskap.
STAÐ: Müllers Pakkhús.
14.00-20.00 SelviZach Arts við Stellu Zachariassen
Listaframsýning við Stellu Zachariassen undir heitinum »Motivatión«. Málningarnir eru uppmuntrandi og motiverandi.
STAÐ: Krosslíð 2
14.00-20.00 Listaframsýning í Williamsstovu
Ivonna Johansen hevur listaframsýning við heitinum »Ørvitisknokkar«.
STAÐ: Williamsstova, Niels Finsens gøta 16.
14.00-21.00 Bilar 100 ár í Føroyum
Myndaframsýning í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilurin kom til Føroya. Umleið 500 myndir eru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum.
STAÐ: Smiðjan í Lítluvík.
15.00 - 19.00 Myndlist
Spennandi listaframsýning við verkum eftir nøkrum av okkara fremstu og bestu listafólkum.
STAÐ: Myndlist, Niels Finsens gøta 16
15.00-20.00 Ólavsøkuframsýningin 2022 í Listaskálanum
Ólavsøkuframsýningin »Skøra«, sum Listafelag Føroya skipar fyri, letur upp í Listaskálanum.
STAÐ: Gundadalsvegur 9.
15.00-19.00 Listaframsýning í Williamsstovu
Spennandi listaframsýning við føroyskum verkum í Williamsstovu.
STAÐ: Niels Finsens gøta 16.
15.00-19.00 Loyst úr leikum og lagdi
Søluframsýning í Müllers Pakkhúsi.
15.00-20.00 Listaframsýning í Perluni
Jógvan Kristiansson Glerfoss, listamaður, hevur listaframsýning við akrylmálningum.
STAÐ: Perlan, Tórsgøta 3
15.00-20.00 Fiskepigernes Fagforening 100 ár
Framsýning um Føroya fyrsta arbeiðskvinnufelag.
STAÐ: Reinsaríið, Tórsgøta 5.
15.00-18.00 Modellið av Tinganesi og Gomlu Havnini
Modellið av Tinganesi og Gomlu Havnini, sum Birgar Johannesen evnaði til, verður framsýnt.
STAÐ: Snarskivan, Vaglið 11.
16.00-20.00 Mammuhjálpin í Skansahúsinum
Ammukrókur, skiftipláss og pláss til smábørn at spæla á, meðan mammur fáa ein drekkamunn.
STAÐ: J.H. Schrøtersgøta 11.
16.00-20.00 Skansahúsið
Kunning um Skansahúsið, ið er ein felagslon fyri missións- og hjálparfelagsskapir, ið byggja á kristnan grundvøll.
STAÐ: J.H. Schrøtersgøta 11.
16.00-20.00 Westward Ho – opið skip
Sluppin Westward Ho er opin fyri almenninginum.
STAÐ: Høgukei.
17.00 Ólavsøkukonsert í Dómkirkjuni
Konsert við løttum klassiskum tónleiki – opera, sangir, klaver og urgu.
STAÐ: Dómkirkjan.
17.00-18.00 Fólkafundur á Háskúlanum
Fólkafundur á Føroya Fólkaháskúla. Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur og skrivari hjá Etiska ráðnum, flytur fram røðu, Jákup Tórgarð spælir undir felagssang, Ester Skála framførir nøkur løg og farið verður upp á gólv.
STAÐ: Háskúlavegur 14.
17.00-18.00 Útimøti við Gamla Bókhandil
Frelsunarherurin hevur útimøti. Skrúðgonga verður frá Tórsgøtu 19 oman á Vaglið og niðan aftur aftaná.
STAÐ: Tórsgøta 19, Vaglið.
17.00-22.00 Tórsgøta – ein gøta í Havn
Myndaframsýningin »Tórsgøta – ein gøta í Havn«, sum er gjørd í samstarvi við Tjóðsavnið, er opin í Tilhaldinum. Ókeypis atgongd. Høvi verður at keypa kaffi, te og drýl við føroyskum viðskera. Øll eru vælkomin.
STAÐ: Tilhaldið, Tórsgøta 21.
18.00-19.00 Harmoniorkestrið GHM
Konsert við harmoniorkestrinum GHM.
STAÐ: Vágsbotnur.
19.00-20.00 Gleðiboð á Trappuni í Vágsbotni
Samkoman Gleðiboð hevur útimøti á Trappuni. Heini Lützen luttekur við sangi.
STAÐ: Vágsbotnur.
21.00 Evangeliskt útimøti
Útimøti á trappuni hjá Ebenezer.
STAÐ: Niels Finsens gøta 6.
22.00 Opið hús hjá Ebenezer
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn.
STAÐ: Niels Finsens gøta 6.
22.00-24.00 Lovsangstiltak og súpan
Tey ungu í Meinigheitshúsinum í Havn bjóða til lovsangstiltak og heita súpan aftaná.
STAÐ: Húsagøta 1.
23.00-24.00 Útimøti við gamla bókhandil
Frelsunarherurin hevur útimøti. Skrúðgonga verður frá Tórsgøtu 19 oman á Vaglið og niðan aftur aftaná.
STAÐ: Tórsgøta 19, Vaglið.