Lat aftur
Tema
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Lurta

Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Nýggja heimasíðan hevur verið í gerð síðan í fjør summar, og nú er hon klár at taka í nýtslu. Mangt á síðuni er broytt, og mangt er eisini nýtt. Her kanst tú lesa um nakrar av hentleikunum og broytingunum, vit hava gjørt.

Nýggja heimasíðan er eitt hamskifti innan og uttan, og tað kann tí henda, at hon krevur eitt sindur av tilvenjing í fyrstuni. Bæði hjá tær og okkum. Hon er tó ment soleiðis, at tað skal vera lættari hjá tær at finna vegin inn til viðkomandi tilfar og avgreiða tíni ørindi. Samstundis er hon gjørd soleiðis, at tað eisini ber til hjá kommununi at sleppa út við tí, sum vit ynskja at kunna teg um. Vit hava roynt at skipa heimasíðuna soleiðis, at hesi bæði ynskini hjá tær og okkum ikki darva hvørt annað.

Stutt um heimasíðuna
Hví nýggja heimasíðu?

Tí tað trongdist til. Farna heimasíðan var farin uppum tey 10 árini, tað er nógv fyri eina heimasíðu, og ein høvuðsstaðarkommuna má fylgja við tíðini.

Hvat vilja vit við nýggju heimasíðuni?

Vit vilja veita tær eina knasandi góða tænastu. Skuldi tað komið fyri, at hon knasar eitt sindur løgið í byrjanini, so er tað sannlíkt tí vit framvegis arbeiða við at gera hana so knasandi góða.

Hvat kann eg brúka heimasíðuna til?

Tað er nógv. Listin er langur. Og tí hava vit valt at gera heimasíðuna til eitt tema fyri seg. Her fært tú tó ein stuttan samandrátt av tí, sum vit annaðhvørt hava ment av nýggjum ella broytt fyri at gera síðuna meira brúkaravenda.

Vit hava millum annað:

  • ment eina sterka leitifunku, so tú skjótt og ómaksleyst kanst finna tað, tú leitar eftir. Tú tøppar bara leitiorðið inn í leitifeltið ovast á heimasíðuni, so fært tú fleiri úrslit fram. Royn til dømis at leita eftir "ruskinnsavning".

  • gjørt tað lætt fyri teg at leita eftir ásetingum á tínum grundstykki. Tú kanst sjálv royna tað her:
    Eigari av húsi og grundstykki í kommununi

  • broytt bygnaðin, so hann er meira brúkaravendur. Tað vil siga, at bygnaðurin tekur støði í tær og tínum ørindum, heldur enn í fyrisitingarliga bygnaðinum í kommununi. Tað sært tú kanska longu, tá tú letur valmyndina upp við at trýsta á "Menu" ovast á síðuni.

  • skipað tilfarið í løgum og eftir kronologiskum leisti. Tað sært tú til dømis her:
    Eg vil byggja nýggj hús
    Um byggisamtyktir

  • ment eina skrá yvir ítrótta- og áhugafeløg í kommununi, so tú ómaksleyst kanst leita eftir øllum tí spennandi virkseminum, sum gongur fyri seg. Hana finnur tú her:
    Felagsskráin

  • valt at fara út á Vangan við okkara tænastum og viðmæla Samleikan, tí tað er tryggari og betri. Vit hava longu 9 tænastur á Vanganum, og tær verða alsamt fleiri. Hevur tú ikki longu fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja hann her:
    Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

  • gjørt tað ómaksleyst hjá tær at deila tilfar á sosialu miðlunum og í telduposti. Trýst til dømis á hendan knøttin ovast undir myndini á hesari síðuni:

Gert tú tað, so kanst tú deila síðuna við tíni vinfólk á Facebook, Instagram, Twitter ella í einum telduposti.

  • gjørt eina tíðindatænastu, sum tú kanst tekna teg til. Elskar tú kunning, kanst tú velja alla kunning. Ert tú mest áhugað í einum serligum evni, so kanst tú eisini velja tað

  • ment temasíður sum hesa, sum eru til alt tað, vit hugsa er hent hjá tær at vita

  • tikið nýggjar myndir av veruligum borgarum, starvsfólkum og støðum í kommununi

  • gjørt nýtt grundsnið til heimasíðuna. Seinni verður meir lagt afturat

  • dagført býráðsfundarsíðuna og gjørt sjónligar snarvegir á forsíðuni, so tú altíð sleppur skjótt framat fundum, sum verða beinleiðis stroymdir. Tað kanst tú síggja her:
    Býráðsfundir í Tórshavnar kommunu

  • ment síðuna soleiðis, at hon riggar á øllum tóleindum, til dømis á snildfonum og teldlum

  • syrgt fyri, at síðan eisini riggar optimalt í øllum dagførdum kagum - burtursæð frá Microsoft Explorer, sum vit frámæla. Vel heldur Firefox, Chrome, Safari ella Edge.

  • valt at málbera okkum øðrvísi. Tað hevur tú sikkurt longu lagt til merkis. Tú kanst lesa eitt sindur meira um tað niðanfyri.

  • valt, sum tað týdningarmesta beint nú, at hava ein grønan knøtt, sum tú og aðrir borgarar og brúkarar finna ytst úti í vinstra bredda á hesari síðuni. Hendan mást tú fegin brúka, tá tú vilt siga okkum tína hugsan um síðuna ella lata okkum góð uppskot. Vit vilja fegin vita, hvat tær dámar síðuna, hvat vit gera rætt og hvat vit kunnu gera øðrvísi ella betri.

Tín vegur inn og okkara vegur út

Heimasíðan er tín vegur inn og okkara vegur út. Hon er vegurin inn, tá tú skalt søkja eina tænastu ella kunna teg um okkurt. Og hon er vegurin út til tín, tá vit ynskja at minna teg á eina freist, kunna teg um dálkað vatn, geva tær eitt yvirlit yvir mentanarligu tilboðini í kommununi ella vilja vísa tær sumt av tí, sum vit hava fingið burturúr tínum skattakrónum.

Fyri at hesi bæði skulu bera til í sátt og semju, liggur ein partur av tí, sum vit vilja fortelja tær, sum temu. Júst sum hetta, tú nú lesur, og sum tú altíð finnur miðskeiðis úti á framsíðuni.

Send okkum tíni uppskot og viðmerkingar

Hevur tú okkurt gott hugskot til, hvussu vit kunnu gera síðuna betri og meira brúkaravinarliga, so vilja vit fegin hoyra títt uppskot. Vit taka fegin ímóti stórum og smáum rættleiðingum og ráðum.

Send okkum tíni boð við at trýsta á grøna viðmerkingarknøttin í vinstra bredda. Knøtturin verður hangandi har eina tíð, til vit meta, at øll hava fingið ein kjans at lata okkum viðmerkingar. Ivast tú, so sær hann soleiðis út:

Gev gætur, at knøtturin er smartur á tann hátt, at hann slatrar til okkum um, hvørja síðu tú ert á, tá tú trýstir á knøttin. Annað fortelur hann tó ikki um teg. Hevur tú eina viðmerking til eina ávísa síðu, so er tí frægast, at tú trýstir á knøttin, meðan tú ert á júst tí síðuni. Tí so sleppur tú undan at greiða frá, hvar tú vart á síðuni.

Hvat er broytt á nýggju síðuni?
Vit hava broytt bygnaðin

Vit hava bygt síðuna upp soleiðis, sum vit halda, at tú sum borgari og heimasíðubrúkari avgreiðir tíni ørindi. Tað vil eisini siga, at vit í minni mun skipa tilfarið eftir fyrisitingarliga bygnaðinum, til dømis deildunum, í kommununi. Orsøkin er tann, at tað eru verri enn so øll fólk, sum til fulnar kenna bygnaðin.

Vónandi merkir brúkaravendi bygnaðurin, at tú sum frá líður følir teg møttan.

Vilt tú vita, hvussu fyrisitingarligi og politiski bygnaðurin sær út, so kanst tú annars altíð granska myndlýsingina, sum tú finnur á hesari síðuni:

Politiskur og fyrisitingarligur bygnaður

Vit brúka harmonikur

Ja, tú las rætt. Vit brúka harmonikur. Tú situr júst nú og lesur ein part av eini harmoniku, sum tú kanst lata upp og aftur, tá tú trýstir á “+” og "-" omanfyri. Harmonikur brúka vit ikki bara, tí tær eru uppi í tíðini - tær eru uppi í tíðini, tí tær eru góðar til at skipa rúgvusmikið tilfar, soleiðis at tú sum lesari ikki kennir teg álopnan av kunning. Harmonikur eru einfalt ein máti at pakka kunningartilfarið, so tú ikki missur teg burtur í rúgvunum av teksti og lógum.

Harafturat royna vit at leiða teg skilvíst ígjøgnum tíni ørindir, tað vil siga í stigum. Tað gera vit til dømis, tá tú lesur um at byggja nýggj hús, har vit hava býtt mannagongdina upp í “Áðrenn tú byggir”, “Meðan tú byggir” og “Tá byggingin er liðug”.

Einasti vansin við harmonikum er, at vit ikki kunnu taka fyri givið, at tú hevur opnað allar lúkurnar í harmonikuni og lisið innihaldið í teimum. Tí noyðast vit ofta at endurtaka okkum. Sum nú, tá vit endurtaka sumt, sum tú kanska hevur lisið í ovastu harmonikuni "Stutt um heimasíðuna".

Vit kunna tvørturum myndugleikamørk viðhvørt

Sum kommuna skulu vit fyrst og fremst røkja okkara egnu skyldur mótvegis borgarum í Tórshavnar kommunu.

Tað sagt, so halda vit eisini, at vit sum kommuna mugu taka ábyrgd fyri, at tú sum borgari og brúkari sleppur framat tí, sum tú hevur tørv á aðrasteðs frá.

Tí uppføra vit okkum viðhvørt sum ein kunningarstova, sum beinir til aðrar stovnar ella myndugleikar, og vit greiða eisini viðhvørt frá viðurskiftum, sum viðkoma aðrar myndugleikar. Hetta fyri at geva okkara íkast til at skapa samanhang millum myndugleikarnar og stovnarnar í almennu Føroyum, og so tú sum borgari aldrin verður sleptur uppá fjall við tínum ørindum.

Vit brúka stórar myndir

Vit brúka stórar myndir, tí tú skalt kunna síggja væl og virðiliga, hvat finst í Tórshavnar kommunu.

Kommunan er í heimshøpi ein lítil kommuna, tað vil siga, vit eru framvegis at rokna sum ein lítil familja, har meginparturin av okkum er toliliga kunnaður um viðurskifti uttan mun til, um tey eru avmyndað á einari heimasíðu ella frámerkt á einum talgildum korti.

Vit hava tó mett tað vera týdningarmikið, at tú sum borgari sært, hvat finst í kommununi. Til dømis hvussu ein ávísur dagstovnur ella eitt eldrasambýli sær út. Ella hvussu virksemið í Tilhaldinum ella Skatehøllini í Bacalao sær út.

Tí Havnin veksur stútt, og sama ger talið av tilflytarum úr øðrum kommunum, útisetum sum venda heim og ikki minst útlendingum, sum skulu læra seg alt frá botni. Fyri hesi foreldur, børn og borgarar annars, kann kunningin, sum vit onnur taka fyri givið, vera ein hjálp.

Sumt hava vit sostatt skrivað og avmyndað við teimum í huga, sum hava øðrvísi, fáar ella ongar fortreytir. Og vit hava fingið eitt professionelt myndafólk til at taka myndirnar, sum mestsum allar eru tiknar av veruligum støðum og persónum í Føroyum.

Tórshavnar kommuna er hóast alt ein íðin kommuna, sum allatíð flytir seg, tað veri seg longur niðan í Hoyvíkshagan ella longur fram tøkniliga. Her er nógv virksemi í fleiri økjum í senn. Og mangar broytingar. Tann menningin eigur eisini at koma til sjóndar á myndasíðuni á kommunalu heimasíðuni.

Vit orða okkum øðrvísi

Vit vilja fegin møta borgarunum í eygnahædd – hvørki hægri ella lægri enn tað. Av tí sama royna vit á nýggju heimasíðuni at minnast til at skriva til tín og fyrihalda okkum til tíni ørindir, heldur enn til dømis at “skrivað verður til borgaran um ørindir tess” ella "teldupostur verður sendur tær".

Vit vilja fegin hoyra, hvat tú sum lesari heldur um tað.

Følir tú teg ikki møtta, ella følir tú teg stoytta av, at vit skriva “møtta” og “stoytta” heldur enn “møttan” og stoyttan” ella "møtta/n" og "stoytta/n", so hoyra vit eisini fegin frá tær. Í hesum føri eru skribentar bidnir um at velja kyn at skriva til, soleiðis at tað ikki verður antin hetta ella hatta kynið og ikki antin-og/ella-ella. Sostatt er tað ikki umráðandi, hvat fyri kyn vit velja at brúka, men at teksturin er ruddiligur og so lættur sum gjørligt at lesa.

Leinki standa øðrvísi

Her er ein broyting, sum tú kanska eisini skalt venja teg við. Vit hava valt at leinkjur ikki longur skulu standa soleiðis HER. Fyri at gera tekstin ruddiligari og skipaðan, standa leinki tískil aftaná tekstin.
Soleiðis her

Trýst á myndina
Hvat er nýtt?
Skráir og hentar leitiskipanir

Vit hava ment fleiri skráir og leitiskipanir, sum vit meta, at húsaeigarar, feløg, ognarmeklarar og vanliga fólkið yvirhøvur kann fáa gleði av.

Eigur tú hús, ella umhugsar tú at keypa eitt, er tað til dømis vorðið sera einfalt at kanna, hvat er galdandi á tínum verandi ella komandi grundstykki. Vit hava gjørt eina einfalda leitiskipan, sum skjótt og ómaksleyst leitar fram ásetingarnar á tínum stykki. Tú finnur leitiskipanina á síðuni “Eigari av húsi og grundstykki í kommununi”.

Tú kanst eisini royna tað beint her, um tú hevur hug. Tøppa tín bústað og títt húsanummar inn í leititeigin niðanfyri, so sært tú millum annað, hvørjar byggisamtyktir eru galdandi, um tú hevur møguleika fyri at søkja parkeringsloyvi og nær ruskið hjá tær verður heintað.


Eigari av húsi og grundstykki í kommununi

Tað skal vera lætt at deila kunning

Vit hava gjørt tað lættari hjá tær og okkum í kommununi at deila tilfarið á heimasíðuni við onnur. Trýstir tú á knøttarnar, sum síggja soleiðis út:

so sært tú, hvørjar møguleikar tú hevur fyri at deila tilfarið við onnur í annaðhvørt telduposti ella á sosialu miðlunum.

Skalt tú vísa einum vini á eitt ávíst brot í einum teksti, til dømis eitt brot, sum er fjalt í eini harmoniku, so kanst tú opna tað brotið og síðan trýsta á prentknøttin á síðuni, sum tú finnur beint við síðuna av deilknøttinum. Tá kanst tú goyma síðuna sum pdf-skjal og senda hana soleiðis til tín vin, at brotið er sjónligt.

Vit brúka temasíður

Vit hava gjørt temasíður sum hesa, tí vit eru ein virkin kommuna, sum ofta hevur nógv at fortelja, sum tú kanska ikki veitst um.

Alt tað, sum vit ynskja at koma út til tín við, tað skal tó helst ikki standa fyri ella vera til fortreð, tá tú ert á veg inn at avgreiða eini ørindir á heimasíðuni.

Á temasíðum royna vit millum annað at kunna teg um:

  • hvat vit ætla at gera. Til dømis bátapláss í Álakeri.
  • hvat vit eru í ferð við at gera. Til dømis ein langhyl í Gundadali
  • nær og hvussu vit ætla at gera tað
  • hvussu langt vit eru komin við einari verkætlan. Til dømis orkuoptimeringar í kommunalu bygningunum.
  • hvat vit hava gjørt fyri tínar skattakrónur, men sum kanska er farið framvið
  • hvat tú sjálv kanst gera. Til dømis skilja títt burturkast rætt ella skráseta títt ítróttar-ella áhugafelag í okkara felagsskrá, soleiðis at onnur áhugaði fáa atgongd til kunning um felagið
  • hvat gongur fyri seg av spennandi tiltøkum og virksemi í kommununi. Visti tú til dømis, at tú kanst spæla borðspøl saman við Tabletop Føroyar hvørt mánakvøld í Perluni í Tórsgøtu, at tú kanst standa á skí á Sornfellinum og nýta skílyftuna har, at tennisvøllurin í Gundadali hevur fingið nýtt undirlag, at tú kanst klintra í Norðradali og í Klintrihøllini í Bacalao ella at børn úr kommununi savnast hvønn týsdag uttanfyri Margarinfabrikkini fyri at fara á seiðaberg í Vágsbotni og á Ískeiini?

Hvat er umráðandi at vita?

Tú skalt vita, at vit eru farin út á Vangan við fleiri av okkara tænastum fyri at gera avgreiðslurnar og samskiftið millum teg og kommununa so trygt og gott sum gjørligt. Vit vilja tí viðmæla øllum borgarum at bíleggja Samleikan. Tí eftir ætlan fara vit sum frá líður út á Vangan við øllum okkara tænastum.

Í dag veita vit hesar tænastur á Vanganum:

  • Byggiloyvi
  • Dag- og kvøldtilboð
  • Ergo- og fysioterapi
  • Mattænasta
  • Mentanarstuðul
  • Parkeringsloyvi
  • Reingerðartænastu
  • TK-tal
  • Váttan fyri vantandi barnaansing

Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú fáa onkran at hjálpa tær. Á Vanganum fara onnur, til dømis tíni avvarðandi, eisini at kunna søkja vegna teg. Øll sleppa í so máta uppí part í talgilda rákinum, sum fer fram í Føroyum fyri tíðina.

Tú kanst bíleggja Samleikan her: Bílegg Samleikan (samleikin.fo)

Tú sleppur inn á Vangan her: Vangin (vangin.fo)

Tørvar tær hjálp til at brúka Vangan, er góð hjálp at finna í videoleiðbeiningunum frá Talgildu Føroyar niðanfyri.

Vegleiðing til Vangan

Í videoleiðbeingini frá Talgildu Føroyar kanst tú síggja, hvussu tú brúkar Vangan. Hevur tú trupulleikar, er hjálpin at finna á heimasíðunum hjá Vanganum og Samleikanum.

Vangin (vangin.fo)

Samleikin (samleikin.fo)

Tú skalt eisini vita, at Microsoft Explorer riggar illa

Nýggja heimasíðan er gjørd til at rigga eins væl í øllum kagum. Er tín kagi dagførdur, so eigur heimasíðan at rigga á honum. Hon eigur eisini at vera brúkaravinarlig á øllum tóleindum, so sum snildfonum og teldlum.

Har er tó eitt undantak, og tað er kagin Microsoft Explorer, sum vit frámæla at brúka, tí kagin ikki verður víðarimentur. Tað merkir, at vit ikki kunnu tryggja, at kagin riggar á síðuni. Av tí at hann hvørki er tryggur fyri teg ella okkum at brúka, hava vit við vilja ikki tikið atlit til hendan í menningini. Hann fellur einfalt burtur. Tað er ti eitt gott hugskot at velja sær ein annan kaga, so sum Firefox, Chrome, Safari ella Edge.

Hvat manglar?

Summir partar av heimasíðuni eru framvegis í umbúna, meðan aðrir falla burtur. Til dømis eru vit í ferð við at útvega okkum eina betri tænastu til sjón- og lesiveik, sum er væl ávegis. Vit skulu eisini flyta allar okkara umsóknir yvir á Vangan, sum fer at taka eina løtu.

Og so mangla vit framvegis prikkin yvir i-ið, sum er tann sonevnda sniðhandbókin. Sniðhandbókin er tann grafiska handbókin, sum skal siga okkum meira neyvt, hvørjar litir vit skulu brúka, nær og hvar vit skulu brúka teir, hvar búmerkið skal standa, hvørjar skriftstøddir vit skulu nýta og annað mangt, sum gevur eini heimasíðu sín sermerkta samleika. Men vit fáa ikki gjørt alt í senn, og tí hava vit framvegis sniðhandbókina til góðar.

Hvat annars manglar á heimasíðuni, tað er nakað, sum tú sum borgari og brúkari av heimasíðuni fegin mást siga okkum. Send okkum eina viðmerking umvegis grøna knøttin í vinstra bredda.

Virkin og vakin

Við nýggjum skúlum, skjóttvaksandi býarpørtum, ávegis bátaplássum, nýggjari heimasíðu og annað mangt, ber illa til at siga annað, enn at Tórshavnar kommuna er ein virkin kommuna.

Vit royna tó eisini at gera okkara besta fyri at liva upp til hin partin av loysunarorðinum, sum snýr seg um at vera vakin. Til dømis halda vit eitt vakið eyga við KT-trygdini og okkara egnu handfaring av tínum dátum, sum tú kanst lesa meira um í okkara persónsupplýsingarpolitikki.

Vit fara eisini skjótt at biðja teg góðtaka farspor (cookies), tá tú vitjar okkara heimasíðu. Tað fara vit at biðja teg um, tá vit fara undir at nýta tøkni, sum skal hjálpa okkum at granska ferðsluna á síðuni, so hon kann gerast betri. Tá fert tú eisini at kunna lesa okkara cookiepolitikk.

Fyri fyrst kanst tú byrja við at lesa okkara persónsupplýsingarpolitikk, sum tú finnur her:

Persónsupplýsingarpolitikkur