Lat aftur
Tema
Skúlainnskrivingin 2021
Skúlainnskrivingin er opin frá 17. desember til 17. januar
Skúlainnskrivingin er opin frá 17. desember til 17. januar

Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. 

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla.

Lurta
Til lesiveik

Skúlainnskrivingin 2021

Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Talgilda innskrivingin ber millum annað í sær, at tú sum foreldur mást bíleggja tær MínLykil og MínBoks frammanundan.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin. Innskrivingarfreistin er 17. januar 2021.

Niðanfyri hava vit gjørt eina stutta vegleiðing, ið greiðir tær frá, hvussu tú ber teg at við at skriva barnið inn í skúlarnar. Tú kanst tó byrja alt fyri eitt við at bíleggja tær MínLykil, sum er fyrsta fortreytin fyri at rita inn í skipanina og skriva barnið inn í skúla. Tað kann taka nakrar dagar at stovna lykilin, og tað er tískil skilagott, at tú bíleggur hann beinanvegin. Tað gert tú her:

Bílegg MínLykil (verður umsitið av Elektron)

Soleiðis fyrireikar tú teg
Bílegg MínLykil og MínBoks

Byrja við at bíleggja MínLykil og MínBoks, sum tú skalt brúka til at rita inn í bókingarskipanina. Tú bíleggur MínLykil her: 

Bílegg MínLykil (verður umsitið av Elektron)

Hevur barnið ikki eitt p-tal?

Fyri at kunna skriva barnið inn í skúla skal barnið hava eitt føroyskt p-tal. Hevur títt barn ikki eitt p-tal, kanst tú útvega barninum eitt sonevnt TK-tal, sum tú kanst brúka til at bóka pláss við.

Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja um TK-tal á Vanganum. 

Søk um TK-tal á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um TK-tal" í evnisteigin.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Søk um TK-tal

Tosa við barnagarðin, um tú ivast

Ivast tú í, um títt barn er búgvið at fara í skúla, ella um tað eigur at fara í forskúla fyrst, kanst tú altíð spyrja leiðaran og námsfrøðingarnar í barnagarðinum um skiftið til skúla. Summir barnagarðar hava mannagongdir fyri, hvussu børnini best kunnu fyrireikast til at fara í skúla.

Ger tær greitt, at innskriving í skúla er uppsøgn av barnagarðinum

Áðrenn tú skrivar títt barn inn í forskúla ella skúla, skalt tú gera tær greitt, at innskriving í skúla merkir, at títt barn samstundis verður sagt úr sínum dagstovni. Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2021, so verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2021. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2021. Eitt barn fær ikki staðið innskrivað í barnagarði og skúla í senn.

Tað ber ikki til at ógilda uppsøgnina av dagstovnaplássinum. Angrar tú uppsøgnina, mást tú søkja dagstovnapláss av nýggjum. 

Vel skúla, áðrenn tú ritar inn

Har eru fleiri viðurskifti, sum kunnu gera av, hvønn skúla foreldur velja. Til dømis velja summi eftir staðseting, onnur í mun til um systkin ganga í skúlanum frammanundan og aftur onnur velja skúla í mun til, um skúlin bjóðar forskúla, skúla og frítíðarskúla. Summi eru eisini, sum velja út frá tí, tey hoyra um frálæruna og námsfrøðina á stovninum. 

Tað er skilagott, at tú tekur avgerðina um skúla, áðrenn tú ritar inn í skipanina. Tí skipanin er ein bókingarskipan, sum fyrst og fremst er gjørd til at bóka pláss, heldur enn at kunna um stovnar.

Á kortinum niðanfyri finnur tú eitt yvirlit yvir skúlarnar. Her sært tú, hvørjir skúlar eru næstir tínum bústaði. Trýst á ein skúla á kortinum, so sleppur tú framat heimasíðuni hjá skúlanum og kanst kunna teg nærri um virksemið á skúlanum.  

Hvør kann skriva eitt barn inn í skúla?

Fyri at skriva títt barn inn í ein skúla, skalt tú:

  • vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • tú og barnið skulu hava sama bústað 
Talgilda innskrivingin - soleiðis gert tú
Rita inn við MínLykil

Tú ritar inn í skipanina við MínLykil, sum er ein trygg innritingarskipan.

Skriva inn í skúla

Hevur tú ikki longu stovnað tær MínLykil, kanst tú gera tað her: 

Bílegg MínLykil (verður umsitið av Elektron)

Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks. Bókingarskipanin sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini.

Fyri at stovna MínBoks, skalt tú fyrst fáa tær MínLykil. Eftir hetta ber til at rita inn í MínBoks.

Vel spjaldrið við navninum á barninum

Í erva á byrjunarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið og síðan á yvirskriftina »BARN«, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.

Vel røttu dagfestingina í álmanakkanum

Tá tú hevur trýst á spjaldrið við navninum á tínum barni og yvirskriftina »BARN«, skalt tú fara niður í »Sjálvavgreiðsluna« og trýsta á grøna knøttin »Finn pláss til«.


Nú skalt tú í álmanakkanum áseta dagfestingina til 16. august 2021. Tað er umráðandi at seta byrjanardato rætt, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram.

 

Finn rætta tilboðið á listanum

Beint niðanfyri álmanakkan kanst tú velja, um tú vilt skriva barnið inn í ein ávísan skúla, ella um tú vilt leita millum allar stovnar og skúlar. Loyp hendan partin um og far beint niður til knøttin »Vel stovn« og trýst á hann.

Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar listaðar. 

Í fyrstu atløgu kann listin tykjast trupul at fáa skil á. Tí her eru bæði býlingshús, dagstovnar, forskúlar, skúlar og frítíðarskúlar til 1. 2. og 3. flokk umboðað. Tá tú skalt skriva barnið inn í skúla, skalt tú tó bara skrulla niður til teigarnar, ið byrja við »Innskriving«. Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Teir eru skipaðir eftir stavraðnum.

Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.

Tú kanst velja at innskriva barnið til fylgjandi tilboð:

  • forskúla
  • forskúla og frítíðarskúla
  • frítíðarskúla hjá forskúla
  • skúla
  • skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
  • frítíðarskúla hjá 3. flokki

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.

Fyll sambandsupplýsingarnar út

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum.

Gev gætur, at hevur tú valt Skúlan við Løgmannabreyt ella Skúlan á Fløtum, skalt tú minnast til at viðmerkja í viðmerkingarteigin, hvørt barnið ynskir tónleikatilboðini, sum hesir báðir skúlarnir bjóða. Tú kanst kunna teg um tilboðini á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Tá tú hevur fylt teigarnar út, trýstir tú á knøttin »goym«. 

Skúlin við Løgmannabreyt – Ljóð í leiki

Skúlin á Fløtum – Litir í leiki

Vátta ella ógilda innskrivingina

Tá tú hevur fylt út sambandsupplýsingarnar og trýst á »goym«, fært tú ein glugga fram á skiggjan, sum tekur samanum tað, tú hevur valt í skipanini. Tú skalt nú annaðhvørt vátta innskrivingina við at trýsta á »OK« ella ógilda við at trýsta á »Annuller«.

Gev gætur áðrenn tú trýstir á goym: skrivar tú eitt barn inn í forskúla ella skúla, sum gongur í barnagarði, so skalt tú vita, at plássið í barnagarðinum verður sagt upp, tá tú trýstir á »OK«. Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2021, so verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2021. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2021. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og forskúla ella skúla í senn. Angrar tú, at tú á henda hátt hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.

Skúlar í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvør skúli er tættastur tínum bústaði.

Trýstir tú á ein skúla á kortinum, sleppur tú framat heimasíðuni hjá skúlanum og kanst kunna teg nærri um skúlan. Tað er skilagott, at tú veitst, hvønn skúla tú skalt velja, áðrenn tú ritar inn í bókingarskipanina og skrivar barnið inn, tí skipanin er meira ein bókingarskipan enn ein kunningarskipan.

Gev eisini gætur, at hóast Tórshavnar kommuna hevur frítt skúlaval, er hetta ikki galdandi fyri teir smáu skúlarnar:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy

Frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvør frítíðarskúli er tættastur tínum bústaði.

Á listanum niðanfyri sært tú, hvørjar skúlar einstøku frítíðarskúlarnir eru knýttir at. Í listanum finnur tú eisini leinki til heimasíðurnar hjá ymisku frítíðarskúlunum, so tú kanst lesa um virksemið og námsfrøðiliga leistin í frítíðarskúlanum. 

Soleiðis eru frítíðarskúlarnir knýttir at forskúlum og skúlum
Eysturskúlin

Børn, sum ganga í skúla í Eysturskúlanum, skulu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum Smílibýlið.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Eysturskúlanum, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Frískúlin í Havn

Børn, sum ganga í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað, skulu ganga í frítíðarskúla í Frískúlanum í Havn.

Heimasíðan hjá Frískúlanum í Havn

Hoyvíkar skúli

Børn, sum  ganga í Hoyvíkar skúla, skulu ganga í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Kaldbaks skúli

Børn, sum ganga í Kalbaks skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Dagstovninum Flatnagarður.

Heimasíðan hjá Dagstovninum Flatnagarður

Kollafjarðar skúli

Børn, sum ganga í Kollafjarðar skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum við Botnánna.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum við Botnánna

Lítliskúli

Børn, sum ganga í skúla í Lítlaskúla, skulu ganga í frítíðarskúla i Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Lítlaskúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Nólsoyar skúli

Børn, sum ganga í Nólsoyar skúla, skulu ganga í Barna- og ungdómshúsinum Látrið.

Heimasíðan hjá Barna- og ungdómshúsinum Látrið

Sankta Frans skúli

Børn, sum ganga í forskúla í Sankta Frans skúla, skulu ganga í Frítíðarskúlanum Sankta Frans.

Børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Sankta Frans skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini. 

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum Sankta Frans

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Skúlin á Argjahamri

Børn, sum ganga í forskúla og skúla á Argjahamri, skulu ganga í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum á Argjahamri

Skúlin á Fløtum

Børn, sum ganga í forskúla og skúla á Skúlanum á Fløtum, skulu ganga í Frítíðarskúlanum á Fløtum.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Skúlanum á Fløtum, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum á Fløtum

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Skúlin við Løgmannabreyt

Børn, sum ganga í Skúlanum við Løgmannabreyt, skulu ganga í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt

Velbastaðar skúli

Børn, sum ganga í Velbastaðar skúla, skulu ganga í frítíðarskúlanum í Dagstovninum á Velbastað.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í dagstovninum á Velbastað

Ofta settir spurningar
Hvør kann skriva eitt barn inn í skúla?

Fyri at skriva títt barn inn í ein skúla ella frítíðarskúla, skalt tú:

  • vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • tú og barnið skulu hava sama bústað 
Hvat kosta frítíðarskúlarnir?

Tú finnur gjøldini fyri frítíðarskúla her: 

Gjøld fyri frítíðarskúla

Er frítíðarskúli í 3. flokki øðrvísi enn í 1. og 2. flokki?

Ja. Frítíðarskúli til 3. flokk er bara skipað á størru skúlinum, og talan er í størri mun um eitt frítíðartilboð enn ein frítíðarskúla.

Harafturat gevur gjaldið fyri pláss til frítíðarskúla í 3. flokki ikki rætt til systkinaavsláttur.

Hvussu sigi eg plássið í forskúla og frítíðarskúla upp?

Skalt tú siga plássið upp, mást tú rita inn í BARN og trýsta á spjaldrið við navninum á barninum. Síðan trýstir tú á knøttin »Melda út«. Gev gætur, at uppsagnarfreistin er tveir mánaðir.

Kann eg velja ein og hvønn forskúla, skúla og frítíðarskúla?

Tað er frítt skúlaval í Tórshavnar kommunu. Tó skal innskrivingin viðgerðast og góðkennast av Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu, áðrenn hon er endalig, tí tilgongdin til onkrar skúlar kann vera ov stór.

Tú hevur tó ikki frítt val, tá talan er um val av frítíðarskúla. Tí børn skulu ganga í tí frítíðarskúla, sum er knýttur at forskúlanum og skúlanum, sum tey longu ganga í.

Gev eisini gætur, at hóast Tórshavnar kommuna hevur frítt skúlaval, er hetta ikki galdandi fyri teir smáu skúlarnar:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy
Hvussu geri eg, um eg havi trupult við at nýa talgildar skipanir sum BARN?

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella MínBoks og MínLykil, skalt tú brúka umsóknarblaðið á heimasíðuni, sum tú finnur í »Sjálvgreiðsluni«.