Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla.
Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla.
Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga fyri, um títt barn verður upptikið í skúla. Tað hevur sostatt einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin. Innskrivingarfreistin er 16. januar 2022.
Á hesari síðuni greiða vit tær frá, hvussu tú ber teg at við at skriva barnið inn í skúla. Tú kanst tó byrja alt fyri eitt við at bíleggja tær Samleikan, sum krevst fyri at rita inn í skipanina og skriva barnið inn í skúla.
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tórshavnar kommuna hevur í mong ár havt frítt skúlaval. Fría skúlavalið hevur tó verið treytað av, at tilgongdin til einstøku skúlarnar ikki er ov stór. Tá ið tilgongdin til ein skúla er vorðin ov stór, hava leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum tikið við. Hendan treytin er framvegis galdandi.
Í ár eru tó seks nýggj grundupptøkuøki løgd afturat upptøkureglunum. Broytingin kom í gildi 15. november 2021 og ber í sær, at tá tilgongdin er ov stór til ein ávísan skúla, so hyggja vit fyrst at, um barnið er skrivað inn áðrenn freistina, og um barnið býr í upptøkuøkinum hjá skúlanum. Í øðrum lagi hyggja vit at, um barnið hevur systkin í skúlanum, gongur í forskúla ella um serlig atlit eru at taka.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar grundupptøkuøkini hjá skúlunum eru. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvønn skúla tit hoyra til.
Kortið við upptøkuøkjunum sært tú í fullari stødd her:
Upptøkuøki fyri skúlarnar í Tórshavnar kommunu (arcgis.com)
Tú kanst lesa meira um nýggju grundupptøkuøkini her:
Byrja við at bíleggja tær Samleikan, sum krevst fyri at rita inn í bókingarskipanina. Tú bíleggur Samleikan her:
Títt barn má hava eitt føroyskt p-tal, tá tú skrivar barnið inn í skúla. Hevur títt barn ikki fingið eitt p-tal, kanst tú útvega barninum eitt sonevnt TK-tal, sum tú kanst brúka til innskrivingina.
Hevur tú Samleikan, kanst tú søkja um TK-tal á Vanganum.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um TK-tal« í evnisteigin.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.
Ivast tú í, um títt barn er búgvið at fara í skúla, ella um tað eigur at fara í forskúla fyrst, kanst tú altíð spyrja leiðaran og námsfrøðingarnar í barnagarðinum um skiftið til skúla. Summir barnagarðar hava mannagongdir fyri, hvussu børnini best kunnu fyrireikast til at fara í skúla.
Áðrenn tú skrivar títt barn inn í forskúla ella skúla, mást tú gera tær greitt, at innskriving í skúla merkir, at títt barn samstundis verður sagt úr sínum dagstovni. Eitt barn fær ikki staðið innskrivað í barnagarði og skúla í senn.
Tað ber ikki til at ógilda uppsøgnina av dagstovnaplássinum. Angrar tú uppsøgnina, mást tú søkja dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.
Tað er skilabest, at tú tekur avgerðina um skúla, áðrenn tú ritar inn í skipanina. Tí skipanin er ein bókingarskipan, sum fyrst og fremst er gjørd til at avgreiða innskrivingar, heldur enn at kunna um stovnar.
Har eru fleiri ymisk viðurskifti, sum kunnu gera av, hvønn skúla foreldur velja. Summi foreldur velja til dømis eftir staðseting, onnur í mun til um systkin frammanundan ganga í skúlanum meðan onnur leggja dent á, at skúlin bjóðar forskúla, skúla og frítíðarskúla. Summi foreldur velja eisini út frá tí, tey hoyra um frálæruna og námsfrøðina á stovninum. Gev tó gætur, at seks nýggj grundupptøkuøki eru løgd afturat leiðreglunum fyri upptøku av næmingum til skúlarnar, og at hesar upptøkureglurnar taka við, tá tilgongdin til einstøku skúlarnar er ov stór. Tú kanst lesa ella taka leiðreglurnar niður niðanfyri.
Á síðu okkara »Finn skúla« sært tú eitt yvirlit yvir skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Í yvirlitinum finnur tú eisini leinki til heimasíðurnar hjá skúlunum, so tú kanst kunna teg um virksemið og tilboðini á skúlunum.
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Fyri at skriva títt barn inn í ein skúla, mást tú:
Tú ritar inn í bókingarskipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.
Hevur tú ikki longu stovnað tær Samleikan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks. Bókingarskipanin sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini. Tá tú hevur stovnað tær Samleikan, fært tú samstundis atgongd til tína MínBoks á Vanganum.
Í erva á byrjanarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið og síðan á yvirskriftina »BARN«, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.
Tá tú hevur trýst á spjaldrið við navninum á tínum barni og yvirskriftina »BARN«, fert tú undir »Sjálvavgreiðsluna« og trýstir á grøna knøttin »Finn pláss til«.
Nú skalt tú í álmanakkanum áseta dagfestingina til 16. august 2022. Tað er umráðandi, at tú ásetir rætta byrjanardagin, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram á skíggjan.
Beint undir álmanakkanum kanst tú velja, um tú vilt skriva barnið inn í ein ávísan skúla, ella um tú vilt leita millum allar stovnar og skúlar í kommununi. Loyp hendan partin um og far beint niður til knøttin »Vel stovn« og trýst á hann.
Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar á einum lista.
Listin kann tykjast trupul at fáa skil á í fyrstu atløgu. Tí listin fevnir bæði um býlingshús, dagstovnar, forskúlar, skúlar og frítíðarskúlar til 1. 2. og 3. flokk. Tá tú skalt skriva barnið inn í skúla, skalt tú tó bara skrulla niður til teigarnar, ið byrja við »Innskriving«. Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Skúlarnir eru skipaðir eftir stavraðnum. Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.
Tú kanst velja at skriva barnið inn til fylgjandi tilboð:
Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.
Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum.
Tá tú hevur fylt sambandsupplýsingarnar út og trýstir á »goym«, tekur skipanin samanum tað, tú hevur valt í skipanini.
Á síðu okkara »Finn skúla« finnur tú eitt yvirlit yvir allar fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Her finnur tú eisini leinki til heimasíðurnar hjá skúlunum, so tú kanst kunna teg um einstøku skúlarnar.
Á síðu okkara »Skriva inn í forskúla« sært tú eitt yvirlit yvir forskúlarnar í kommununi. Her sært tú eisini, hvat tú rindar fyri forskúla.
Tað er skilagott, at tú veitst, hvønn skúla tú skalt velja, áðrenn tú ritar inn í bókingarskipanina, tí skipanin er meira ein bókingarskipan enn ein kunningarskipan.
Tá tilgongdin til ein skúla er ov stór, taka leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum til fólkaskúlarnar við. Tað merkir, at vit luta avmarkaðu plássini út sambært raðfestum leiðreglum, sum tú finnur leinki til niðanfyri.
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Á kortinum niðanfyri sært tú allar frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvør frítíðarskúli er tættastur tínum bústaði.
Á listanum niðanfyri sært tú, hvørjar skúlar einstøku frítíðarskúlarnir eru knýttir at. Í listanum finnur tú eisini leinki til heimasíðurnar hjá frítíðarskúlunum, so tú kanst lesa um virksemið og námsfrøðiliga leistin í frítíðarskúlanum.
Børn, sum ganga í skúla í Eysturskúlanum, kunnu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum Smílibýlið.
Børn, sum ganga í 3. flokki í Eysturskúlanum, kunnu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.
Børn, sum ganga í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað, kunnu ganga í frítíðarskúla í Frískúlanum í Havn.
Børn, sum ganga í Hoyvíkar skúla, kunnu ganga í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Børn, sum ganga í Kaldbaks skúla, kunnu ganga í frítíðarskúla í Dagstovninum Flatnagarður.
Børn, sum ganga í Kollafjarðar skúla, kunnu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum við Botnánna.
Børn, sum ganga í skúla í Lítlaskúla, kunnu ganga í frítíðarskúla i Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla.
Børn, sum ganga í 3. flokki í Lítlaskúla, kunnu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.
Børn, sum ganga í Nólsoyar skúla, kunnu ganga í Barna- og ungdómshúsinum Látrið.
Børn, sum ganga í forskúla í Sankta Frans skúla, kunnu ganga í Frítíðarskúlanum Sankta Frans.
Børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla, kunnu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini.
Børn, sum ganga í 3. flokki í Sankta Frans skúla, kunnu ganga í frítíðarskúla í B36-húsinum.
Børn, sum ganga í forskúla og skúla á Argjahamri, kunnu ganga í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.
Børn, sum ganga í forskúla og skúla á Skúlanum á Fløtum, kunnu ganga í Frítíðarskúlanum á Fløtum.
Børn, sum ganga í 3. flokki í Skúlanum á Fløtum, kunnu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.
Børn, sum ganga í Skúlanum við Løgmannabreyt, kunnu ganga í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.
Børn, sum ganga í Velbastaðar skúla, kunnu ganga í frítíðarskúlanum í Dagstovninum á Velbastað.
Hóast Tórshavnar kommuna hevur frítt skúlaval, so er fría skúlavalið treytað av, at tilgongdin til skúlarnar ikki er ov stór.
Tá tilgongdin til ein skúla er ov stór, taka leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum til fólkaskúlarnar við. Tað merkir, at vit luta avmarkaðu plássini út sambært raðfestum leiðreglum, sum tú finnur niðanfyri.
Tú hevur ikki frítt val, tá talan er um val av frítíðarskúla. Tí børn skulu ganga í tí frítíðarskúla, sum er knýttur at forskúlanum og skúlanum, sum tey longu ganga í.
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Gongur títt barn í forskúla, men búgva tit uttanfyri grundupptøkuøkið hjá skúlanum, kanst tú skriva barnið inn í 1. flokk á skúlanum. Er tilgongdin til skúlan ov stór, er tó sannlíkt, at tit fáa pláss í tí skúlanum, tit hoyra til ella í øðrum skúla, sum hevur pláss.
Í 2021 vóru til dømis munandi fleiri umsóknir enn tøk pláss á Skúlanum á Fløtum. Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum eru raðfestar, og tað merkir, at rættstundis innskriving er tað fyrsta vit hyggja at, síðan hvat fyri grundupptøkuøki tit búgva í og í øðrum lagi um barnið gongur í forskúla, hevur systkin í skúlanum og so framvegis.
Raðfylgjuna sært tú í leiðreglunum, sum tú finnur her:
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Tú finnur gjøldini fyri frítíðarskúla her:
Ja. Tú rindar eitt mánaðarligt gjald fyri forskúla. Í 2022 er mánaðarliga gjaldið fyri forskúla 929 kr.
Hóskvøldið 27. januar samtykti Tórshavnar býráð ætlanina at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina.
Nú kunnu foreldur sostatt skriva børn síni inn, og tað gongur fyri seg við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla innskrivingarskjalið út.
Innskrivingarfreistin er týsdagin 1. mars 2022.
Skriva inn í forskúla í Eysturskúlanum
Tú kanst lesa meira um forskúlan í Eysturskúlanum her:
Fyri at skriva títt barn inn í ein skúla ella frítíðarskúla, skalt tú:
Ja. Frítíðarskúli til 3. flokk er bara skipað á stóru skúlunum, og talan er í størri mun um eitt frítíðartilboð enn ein frítíðarskúla.
Harafturat gevur gjaldið fyri pláss til frítíðarskúla í 3. flokki ikki rætt til systkinaavsláttur.
Skalt tú siga plássið upp, mást tú rita inn í BARN og trýsta á spjaldrið við navninum á barninum. Síðan trýstir tú á knøttin »Melda út«. Gev gætur, at uppsagnarfreistin er tveir mánaðir.
Ja. Er einki pláss tøkt í einum skúla, kanst tú skriva barnið upp á bíðilista.
Soleiðis verður títt barn skrivað upp á bíðilista:
Treytirnar á bíðilistanum eru hesar:
Hevur tú aðrar spurningar um bíðilistarnar, kanst tú venda tær til viðkomandi skúlarnar, sum umsita bíðilistarnar.
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella Samleikan og MínBoks, skalt tú brúka umsóknarblaðið á heimasíðuni, sum tú finnur niðast á síðuni um innskriving í skúla.
Skúlainnskrivingin er nú av, og Mentamáladeildin og Snarskivan í Tórshavnar kommunu hava eftirkannað og viðgjørt innskrivingarnar.
Í yvirlitinum niðanfyri sært tú talið av børnum, sum hava skrivað seg inn í ymisku kommunalu skúlarnar í ár. Yvirlitið vísir, at ov nógv børn eru skrivað inn í Skúlan á Fløtum og í Sankta Frans skúla. Tað hevur við sær, at nakrar flytingar mugu gerast, tí skúlarnir fáa ikki tikið ímóti øllum teimum innskrivaðu børnunum.
Foreldur at børnum, sum ikki fáa pláss í tí skúlanum, tey hava ynskt, fáa nærri boð frá kommununi fyrst í februar.
Skúli | Innskrivingar | Pláss |
Eysturskúlin | 30 | 48 |
Hoyvíkar skúli | 33 | 48 |
Kaldbaks skúli | 3 | |
Kollafjarðar skúli | 16 | 24 |
Nólsoyar skúli | 0 | |
Sankta Frans skúli | 51 | 48 |
Skúlin á Argjahamri | 46 | 48 |
Skúlin á Fløtum | 85 | 72 |
Skúlin við Løgmannabreyt | 23 | 48 |
Velbastaðar skúli | 1 | |
Samantalt: 288 |
Forskúli | Innskrivingar | Pláss |
Sankta Frans skúli | 46 | 48 |
Skúlin á Argjahamri | 16 | 48 |
Skúlin á Fløtum | 52 | 72 |
Nólsoyar forskúli | 3 | |
Kaldbaks forskúli | 6 | |
Samantalt: 123 |
Lógin um fólkaskúlar (logir.fo)
Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:
Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar
Uppskotið til broyting av leiðreglunum fyri upptøku av næmingum varð sent hesum myndugleikum til hoyringar, áðrenn leiðreglurnar vórðu endaliga samtyktar í Trivnaðarnevndini 15. november 2021 og síðan endurskoðaðar og samtyktar av nýggjum tann 15. november 2022:
Mánadag - hósdag | 9 | - | 16 |
Fríggjadag | 9 | - | 15 |