Lat aftur
Tema
ForeldraGluggin
Lurta

ForeldraGluggin

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu. Tænastan fevnir um kommunalu dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvussu tú tekur appina niður og stovnar teg sum brúkara. Tú kanst eisini lesa um, hvat tú kanst brúka ForeldraGluggan til, og hví vit hava valt at taka tænastuna í nýtslu.

Um ForeldraGluggan
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.

Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Er ForeldraGluggin tryggur?

ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:

  • bara foreldur, sum hava foreldramyndugleikan, og í summum førum fosturforeldur, kunnu í løtuni fáa atgongd til dáturnar í skipanini. Næsta verkætlanarstig fer at umfata foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur

  • tvey-faktor-góðkenning krevst fyri at rita inn í skipanina fyrstu ferð. Tað vil siga, at tú brúkar títt egna loyniorð og brúkaranavn og fært eina einnýtiskotu sendandi við SMS, ið verður brúkt fyri at tryggja, at tínar upplýsingar samsvara

  • myndir av tínum børnum verða goymdar í appini, ið verður rikin á vardum servara hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir millum annað, at tá starvsfólk taka myndir av tínum barni, so verður myndin ikki goymd á snildfonini sjálvari, men á varda kommunala servaranum

  • stovnar og foreldur sleppa undan at hava myndir liggjandi á Facebook og heimasíðum, sum kommunan ikki fær vart, og sum fólk av óvart kunnu fáa atgongd til

  • fyllir tú kartotekskortið hjá tínum barni rætt út, syrgir skipanin fyri, at myndir verða deildar í tann mun, tú hevur givið loyvi til tað
Hvat kann ForeldraGluggin brúkast til?

ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá barninum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu samskifta talgilt
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa atgongd til myndir og filmsbrot av barninum
  • foreldur kunnu gera spæliavtalur vegna børnini
Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?
Soleiðis gert tú, um tú longu hevur skrásett fartelefon og teldupost í plássskipanini

Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

1. Stovna teg sum brúkara

Fyri at brúka ForeldraGluggan mást tú byrja við at stovna teg sum brúkara. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.

Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Rita inn í plássskipanina

Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:

Her skalt tú:

  • velja tær eitt brúkaranavn
  • velja tær eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, ið verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn í App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú sært upplýsingar um einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«:


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini: 

Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata okkum. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt:


Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at barnið sleppur at fara við á útferð
  • at barnið sleppur at svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið kann avheintast av øðrum sambært munnligari avtalu

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú spurd eftir:

  • kunning um tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:

Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum:

Eg síggi ikki mítt barn í appini

Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Skráset frítíð hjá barninum
Er neyðugt at boða frá, nær barnið hevur frí?

Ja. Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni:


3. Trýst á »Frí og frítíð«:


4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur:


5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:

Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?
Uppsløg

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt.

Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.

Boð

Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.

Álmanakki

Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.

Myndasavn

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Ofta settir spurningar um ForeldraGluggan
Fosturforeldur

Skalt tú sum fosturforeldur hava atgongd til ForeldraGluggan, skal barnaverndin biðja Snarskivuna og Barna- og ungdómsdeildina um at útvega tær atgongd.

Sama er galdandi, um fosturforeldur skulu takast úr ForeldraGlugganum aftur, tí fosturforeldraavtalan til dømis fellur burtur.

Foreldur, sum ikki hava foreldramyndugleikan

Foreldur, sum ikki hava felags foreldramyndugleika, og sonevnd bonusforeldur, hava ikki atgongd til skipanina í fyrsta umfari. Á næsta verkætlanarstigi verður tó ment ein loysn, har øll foreldur kunnu fáa atgongd.

Fæst ForeldraGluggin á føroyskum?

Ja. Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari snildfonini og velja »føroyskt«. Tú mást somuleiðis syrgja fyri, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum á snildfonini.

Hvussu dagføri eg mítt telefonnummar í appini?

Trýst á tannhjólsikonið í appini. Hetta finnur tú við at trýsta á »meira« niðast á byrjanarsíðuni: Tannhjólsikonið sært tú ovast í grøna teiginum við síðuna av tínum navni.

Við at trýsta á tannhjólið sleppur tú framat »Mínar sambandsupplýsingar«, og her ber til at broyta telefonnummarið.

Gev gætur: upplýsingar um tín bústað verða heintaðar sjálvvirkandi úr fólkayvirlitinum.

Hví síggi eg ikki myndirnar av mínum barni longur?

Um so er, at títt barn flytir stovn ella gevst á stovninum, hevur tú ikki longur atgongd til myndirnar á stovninum, sum barnið hevur gingið á. Vilt tú varðveita myndirnar av tínum barni, noyðist tú sostatt at taka myndirnar niður á telefonina, áðrenn barnið gevst á stovninum.

Hví síggi eg ikki boð (notifikatiónir)?

Ynskir tú at fáa boð (notifikatiónir) frá ForeldraGlugganum, tá ið stovnurin sendir boð út, so skalt tú loyva boðum, tá tú tekur appina niður.

Hevur tú ikki fingið tað gjørt, tá tú tók appina niður, kanst tú lata stillingarnar upp á telefonini, trýsta á ForeldraGluggaikonið og virkja notifikatiónir:

Eg fái feilboð, tá ið eg skráseti meg í plássskipanini

Tá tú ritar inn í plássskipanina fyri at stovna brúkara og loyniorð til ForeldraGluggan undir spjaldrinum við tínum navni á, so kemur í summum førum ein feilur fyri, sum hevur við tín kaga (browsara) at gera. Tú kanst loysa hendan trupulleikan við at rita inn við øðrum kaga ella við at strika allar kennifílur (cookies) í kaganum.

Eg fái at vita í appini, at stovnurin ikki hevur virkjað sms-aktivering

Fært tú hesi feilboðini, kann orsøkin annaðhvørt vera, at tú ikki hevur skrásett títt fartelefonnummar í plássskipanini, ella at tú ikki stendur til at hava foreldramyndugleikan sambært skipanini.

Brúkaratreytir
Brúkaratreytir og kunning um persónupplýsingar fyri ForeldraGluggan

Hesar brúkaratreytir eru galdandi, tá tú nýtir ForeldraGluggan. Áðrenn tú ritar inn og fært atgongd til ForeldraGluggan, mást tú góðtaka treytirnar fyri ForeldraGluggan.

Gev gætur, um tú velur ikki at góðtaka brúkaratreytirnar, kunnu tænasturnar í ForeldraGlugganum ikki veitast tær.

Í punkt 3 niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvørjar persónsupplýsingar kommunan hevur tørv á fyri at kunna veita tær tænastu umvegis ForeldraGluggan.

1. ForeldraGluggin

1.1.  Endamál

Endamálið við ForeldraGlugganum er at kunna samskifta talgilt við foreldur og fosturforeldur at børnum á stovnum á barna-og ungdómsøkinum um ymisk viðkomandi gerandisviðurskifti. T.d. kunning, virksemi og foreldraviðtalur. Somuleiðis kunnu foreldur kunna stovnin um viðkomandi viðurskifti ella serlig atlit viðvíkjandi børnum teirra, sum til dømis møguligar sjúkur, heilivág og ovurviðkvæmi, so trygdin hjá barninum er í lagi, tá ið tað er á stovninum. Umframt hetta kunnu foreldur loyva deiling av myndum og filmum um virksemið hjá stovnunum umvegis ForeldraGluggan.

1.2.  Ábyrgd av ForeldraGlugganum

Tórshavnar kommuna útvegar ForeldraGluggan. Vit nýta »vit«/»okkara« ella »okkum« at umboða Tórshavnar kommunu.

1.3.  Treytir

Nýtsla av ForeldraGlugganum er fevnd av teimum til eina og hvørja tíð galdandi  brúkaratreytum. Tað er tín ábyrgd at kunna teg um galdandi brúkaratreytirnar, ið altíð kunnu lesast á sjálvum ForeldraGlugganum ella her á kommunalu heimasíðuni. Treytirnar kunnu broytast uttan fyrivarni. Broytingar í treytunum ella tøkniligar broytingar, ið eru avmarkandi, verða fráboðaðar ein mánaða frammanundan umvegis ForeldraGluggan.

2. Um ForeldraGluggan

1.1.  Talgildi Samleikin

Fyri at stovna ein brúkara á ForeldraGlugganum mást tú rita inn á plássskipanina við Talgilda Samleikanum. Tú skalt sostatt hava Samleikan fyri at fáa dagstovnapláss til títt barn og harvið fáa ForeldraGluggan.

1.2.  Kravdar persónsupplýsingar og endamál við hesum

Tá tú ritar inn á ForeldraGluggan, savnar og goymir ForeldraGluggin títt navn, p-tal og bústað fyri at stovna tær ein vanga. Tú skalt eisini upplýsa teldupostbústað og fartelefonnummar, so tú kanst fáa ForeldraGluggan og rita inn á hann. Fartelefonnummarið skal eisini upplýsast, so stovnurin og ForeldraGluggin kunnu senda tær SMS boð. Sí umframt 3.2 undir persónsupplýsingar.

1.3.  Persónlig atgongd til ForeldraGluggan

Tín brúkari á ForeldraGlugganum er persónligur og má einans nýtast av tær.

1.4.  Funkur og tænastur

Tá tú ritar inn, fært tú bert atgongd til tær funkur og tænastur á ForeldraGlugganum, sum eru tøkar í teirri løtu, tú ritar inn.

1.5.  Óvirkja brúkara

Tú kanst altíð óvirkja tín brúkara á ForeldraGlugganum. Velur tú at óvirka ForeldraGluggan hava vit ikki møguleika at veita tær tænasturnar, sum fylgja við ForeldraGlugganum.

3. Persónsupplýsingar

1.  Persónsupplýsingar

Kunning um persónupplýsingar eru við støði í LL nr. 80 frá 7. Juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)

1.1.  Dátuábyrgdari

Tórshavnar kommuna er dátuábyrgdari av grunddátunum, sum eru navn, p-tal, bústaður, fartelefonnummar, teldupostbústaður og viðurskifti í samband við skráseting av IP-adressu. Tórshavnar kommuna er somuleiðis dátuábyrgdari av myndunum, sum stovnurin leggur í myndasavnið.

Persónupplýsingar verða viðgjørdar samsvarandi persónupplýsingarpolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum er at finna á kommunalu heimasíðuni torshavn.fo, har tú eisini kanst lesa um tíni rættindi sum skrásett.

1.2.  Savnaðar upplýsingar og endamál

Tá tú ritar inn á ForeldraGluggan verður títt navn, p-tal og bústaður skrásett og goymt. Vit skráseta hesar upplýsingar, so vit kunnu gera tær ein vanga og tryggja, at tú ert rætti móttakari av boðum frá dagstovninum hjá tínum barni. Samstundis goyma vit upplýsingar um tín teldupost og fartelefonnummar, so vit kunnu senda  tær boð frá stovninum hjá tínum barni og SMS-boð.

Eisini goyma vit upplýsingar, sum foreldur skráseta í skipanini.

1.3.  Varðveitslu og striking av dátum

Dátuverndarlógin áleggur Tórshavnar Kommunu at taka støðu til varðveitslu av persónupplýsingum. TSS hevur við støði í   LL nr.  49 frá 28. apríl 1992 um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018 tikið støðu til, at upplýsingarnar í ForeldraGlugganum eru at meta sum savnindi, og skulu hesar tí avhendast Tjóðskjalasavninum sambært nevndu lóggávu.

1.4.  Trygd í mun til persónupplýsingar

ForeldraGluggin nýtir tvey-faktor-góðkenning. Fyrstu ferð tú ritar inn, fært tú eini SMS-boð, sum tú skalt tøppa inn á ForeldraGluggan. Ritar tú inn á aðrari tóleind, sum ikki samsvarar við fartelefonnummarið, ið er skrásett í plássskipanini og ForeldraGlugganum, senda vit eini SMS-boð til skrásetta fartelefonnummarið. SMS-boðini tøppar tú síðani inn umvegis viðkomandi tóleindina fyri at rita inn á ForeldraGluggan.

4. Tín ábyrgd

Tú hevur ábyrgdina av:

  • at skráseta rættan teldupostbústað og rætt fartelefonnummar
  • at veita rættar upplýsingar um títt barn
  • at boða okkum frá, um tú leggur til merkis ella fært illgruna um, at tín ForeldraGluggi verður misnýttur

Vart skal gerast við, at dagstovnurin eigur upphavsrættin til myndir og filmar, sum tú fært inn á savnið hjá tínum barni. Tilfarið kann bert nýtast til privata nýtslu, og skal ikki misnýtast á nakran hátt.

Tú hevur ábyrgd av øllum øðrum tilfari, sum tú sendir, goymir og aðramáta nýtir umvegis ForeldraGluggan. Hetta fevnir til dømis um myndir, sum tú tekur niður úr myndasavninum, vangamyndin, kalendaraavtalur og samskifti um serlig viðurskifti og atlit.

Tað er tín ábyrgd at tryggja at alt tilfar, sum tú heintar niður verður nýtt samsvarandi hesum treytum.

Boðar tú okkum frá misnýtslu av tínum ForeldraGlugga, eiga vit ábyrgd av órættari nýtslu ella óreglusemi viðvíkjandi tínum ForeldraGlugga, eftir at tú hevur boðað okkum frá. Vit hava ikki ábyrgd fyri innihald í boðum, sum tú sendir, móttekur ella goymir umvegis ForeldraGluggan og í ForeldraGlugganum. Hevur tú veitt øðrum atgongd til tín ForeldraGlugga, hevur tú ábyrgdina av møguligum fylgjum.

5. Rakstrarviðurskifti

Vit miða eftir at veita ein støðugan rakstur av ForeldraGlugganum.

6. Force Majeure

Hvørki tú ella vit hava ábyrgd av missum og skaðum, um orsøkin kemst frá viðurskiftum, ið vit ikki hava ræði á. Slík viðurskifti kunnu fevna um verkfall, broytingar í almennum skipanum, kríggj ella yvirgang, ólag á telesamskifti, eld, streymslit, vatnflóð, toruslátt, óvanlig veðurlíkindi ella annað undantaksføri. Verður eitthvørt slíkt viðurskifti til ampa fyri okkara partsútvegara, verður tað somuleiðis roknað sum undantaksføri.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15