Lat aftur
Tema
Barnagarðsbørn vitja á Westward Ho
Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho
Forskúlabørn og elstu barnagarðsbørn vitja Westward Ho

Í mai mánað bjóðar Westward Ho eldru barnagarðsbørnunum og forskúlabørnunum at vitja umborð á sluppini.

Á hesari síðani kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar forskúlaflokkin ella barnagarðsbólkin til eina sluppvitjan.

Lurta
Til lesiveik

Barnagarðsbørn vitja á Westward Ho

Westward Ho bjóðar í mai 2021 eldru barnagarðsbørnunum og forskúlabørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei.

Tá ið barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho, sleppa tey at síggja umstøðurnar, sum langabbi ella oldurabbi teirra hava arbeitt og livað undir umborð á einari slupp, samstundis sum tey í stuttum hoyra um sluppsøguna. Børnini sleppa harumframt at royna ymiskt verkligt umborð.

Á hesari síðani kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar flokkin ella bólkin til eina vitjan.

GG: Allir dagar eru nú fullteknaðir, og tað vil siga, at eingin tøk tíð er eftir.
Soleiðis teknar tú tykkum
Finn eina tøka tíð

Niðanfyri sært tú, hvørjar dagar og klokkutíðir eru tøkar. So hvørt sum bíleggingarnar koma inn, síggjast tær sum »Bílagdar« í hesum yvirlitinum.

GG: Allir dagar eru nú fullteknaðir, og tað vil siga, at eingin tøk tíð er eftir.

 Dagur

Fyrrapart kl. 10-12

10/5 Bílagt
   
 11/5 Bílagt
   
 12/5 Bílagt
   
14/5 Bílagt
   
 17/5 Bílagt
   
18/5 Bílagt
   
19/5 Bílagt
   
20/5 Bílagt
   
21/5 Bílagt
   
25/5 Bílagt
   
26/5 Bílagt
   
   
Soleiðis meldar tú bólkin til

Tá tú hevur funnið eina hóskandi tíð í talvuni omanfyri, kanst tú tekna tín flokk ella bólk til eina vitjan. Trýst á grøna knøttin niðanfyri og fyll teigarnar út. 

BÍLEGG vitjan á WESTWARD HO

Soleiðis gongur vitjanin fyri seg

Børnini fáa høvi at fara undir dekk at síggja skipið og at hoyra eitt sindur um søguna hjá sluppini. Á dekkinum fara børnini at royna ymiskt verkligt, millum annað at standa við róðurarmin, hála fokkuna upp og fiska við snøri. At enda eta børnini matpakkarnar, sum tey hava við.


Tiltøk undir dekk

Børnini fara fyrst niðurundir gjøgnum leidaran og síðan í salongina. Tey síggja tað stóra Íslandskortið, og tey síggja, hvar føroysk skip hava verið úti fyri vanlukku. Eru børnini nógv, býta vit tey í tveir bólkar. Annar bólkurin fer í maskinrúmið og síðan í afturskipið, meðan hin bólkurin fer í kabússina og síðan lugarið.

Maskinrúm og lugar aftan

Vit greiða frá um maskinuna og oljufýringina. Í lugarinum síggja børnini neyðútgongdina og koyggjurnar, og onkur sleppur at liggja í eini koyggju.

 

Kabúss og lugar

Vit spyrja børnini, um tey kenna nøkur serlig orð, ið verða nýtt umborð á einum skipi. Í lugarinum greiða vit teimum frá, hvat menn gjørdu á einum fiskitúri, og eisini sleppa tey at fara í nakrar koyggjur.

 

Tiltøk yvir dekk

Tað er umráðandi, at børnini likamliga royna ymiskt, sum tey annars ikki hava møguleika fyri at royna. Tey sleppa at royna hetta:

  • royna róðrararmin (hála aftur og fram)
  • sláa klokkuna
  • síggja talgilda sjókortið
  • síggja kumpasina
  • nýta hondpumpuna
  • royna at fíla við snøri í einum vaðbeini
  • hála fokkuna upp og niður
  • royna akkersspælið

Børnini kunnu taka gamalt breyð við til dunnurnar.

Tá ið øll børnini hava roynt alt, eta vit matpakka saman. Er veðrið gott, verður matpakkin etin á dekkinum, men er tað ruskveður, eta vit í salongini undir dekk.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15