Lat aftur
Tema
Ruddingardagar 2022
Ruddingardagar 2022 Ruddingardagar 2022
Ruddingardagar 2022

Í ár verða ruddingardagarnir 6. og 7. mai. Freistin at melda til er mikudagin 4. mai.

Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um ruddingardagarnar og melda til. Tú kanst eisini senda myndir inn og vera við í lutakastinum um tvey gávukort à 6.000 krónur.

Lurta

Ruddingardagar 2022

Í mai 2022 skipa vit aftur fyri ruddingardøgunum, har skúlar, feløg og onnur seta ein dag av til at rudda grannaløg og náttúru. Í ár kasta vit lut um tvey gávukort à 6.000 kr. millum innkomnu myndirnar frá ruddingardegnum.

Árligi ruddingardagurin fyri skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar verður fríggjadagin 6. mai 2022, meðan ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttafeløg og onnur verður leygardagin 7. mai.

Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai 2022.

Niðanfyri finnur tú eina vegleiðing til, hvussu tú meldar skúlan, dagstovnin, eigarafelagið ella onnur til, og hvussu tú sendir myndir inn, so tit kunnu vera við í lutakastinum um tvey gávukort à 6.000 krónur.

Soleiðis teknar tú tykkum til ruddingardagin
1. Vel rætta tilmeldingarknøttin
2. Finn tykkara ruddingarøki á kortinum

1. Suma inn á kortinum og trýst á tað økið á kortinum, tit ynskja at rudda.

2. Trýst á teir tríggjar prikkarnar í høgra horni.

3. Vel »Smart Editor«

3. Fyll kravdu teigarnar út og goym

Fyll kravdu teigarnar út og trýst á »Save«. Kravdu teigarnir eru merktir við reyðum.

Hevur tú valt skeivt øki, trýst so á back-knøttin og byrja av nýggjum.

4. Tú fært eina váttan

Tú fært ein sjálvvirkandi teldupost sendandi innan fáar minuttir, tá tú hevur meldað til.

Ruskposar og bingjur
Her fært tú fatur á ruskposum

Tú kanst avheinta ruskposar ókeypis hjá Reinhaldinum í Varðagøtu 5 mánadag til fríggjadag frá kl. 8-15.

Tað ber eisini til at heinta ruskposar á kaiini í Kollafirði við at ringja til arbeiðsformann Hans Silvan Johannesen á telefon 21 30 34.

Soleiðis sleppa tit av við ruskposarnar

Tá ið tit eru liðug at rudda, kunnu tit seta ruskposarnar fram við vegnum og fyri avheintan ringja á:

Tel. 25 40 10 fyri Tórshavn
Tel. 21 30 34 fyri Kollafjørð

Tit kunnu eisini sjálvi avhenda ruskposarnar á Endurnýtsluni á Hjalla millum kl. 10-17.

Her finnur tú bingjurnar

Bingjur verða settar í hesum økjum í seinasta lagi fríggjadagin 6. mai:

  • Kaldbak: við kaiina
  • Kollafirði: við kaiina
  • Norðradali: við skúlan
  • Nólsoy: við kaiina stendur ein bingja alt árið
  • Kirkjubø: niðri á lendingini, har bussarnir standa.
  • Velbastað: í breiða svinginum niðanfyri barnagarðin

Send myndir inn til lutakastið

Í ár kasta vit lut um tvey gávukort à 6.000 krónur millum innkomnu myndirnar frá ruddingardegnum.

Gev gætur, at vit møguliga vísa myndina á okkara facebook síðu, kommunalu heimasíðuni og á kommunalu instagram síðuni.

Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er mikudagin 11. mai klokkan 15.

Vinnararnir verða kunngjørdir vikuna eftir ruddingardagarnar á facebooksíðuni hjá Umhvørvisvikuni, sum tú finnur her:

Umhvørvisvikan á Facebook

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15