Lat aftur
Tema
Umhvørvisvikan 2021
Umhvørvisvikan 2021
Umhvørvisvikan 2021

Umhvørvisvikan verður 1. - 8. mai. Evnið í ár er skiljing og endurnýtsla av burturkasti.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um alt tað, vit hava á skrá, og tú kanst kunna teg um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Lurta
Til lesiveik

Umhvørvisvikan 2021

Í ár verður Umhvørvisvikan 1. - 8. mai. Umhvørvisevnið í ár er skiljing og endurnýtsla av burturkasti, og nógv nýtt og spennandi er á skrá til bæði børn og vaksin. Á hesari síðuni kanst tú lesa ella taka skránna niður, og tú kanst kunna teg um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Kommunala Brennistøðin kunnar um nýggja og betri skiljiskipan fyri allar borgarar, vit skipa fyri verkstovum um burðardygga matgerð, skiljing av burturkasti, sankutøð, kreativa endurnýtslu og mongum øðrum tiltøkum til bæði børn og vaksin.

Eisini afturvendandi tiltøk sum Ruddingardagarnir, »Plantið eitt træ« og handanin av umhvørvisstuðlinum eru á skrá.  

Gev gætur, at tilmelding krevst til summi tiltøk.

Niðanfyri sært tú, hvat er á skránni í ár. Vilt tú taka skránna niður á snildfonina ella telduna, kanst tú gera tað her: 

Skrá UV21 til snildfon

Skrá UV21 til teldu

Skráin fyri umhvørvisvikuna 2021
Leygardagin 1. mai

10.00 – 13.00 

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna á Vaglinum

»Plantið eitt træ«. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnir út leygardagin 8. mai. Havið posa við til planturnar. Tú sært plantupakkarnar við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen.

Býtismarknaður er í Perluni.

Plantupakkar 2021

10.00 – 17.00 

Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum

Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin Nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey millum annað brúka deyð smákykt og plast úr sjónum.

Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og avleverast í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.

13.00 – 17.00 

Kollasju-verkstova við Kirstini Helgadóttir á Býarbókasavninum

Kom og ger tínar egnu myndir úr burturbeindum bókasavnstilfari. Kirstin Helgadóttir, listakvinna við útbúgving sum grafiskur sniðgevi, og sum hevur arbeitt nógv við kollasjum, leggur lag á.

Tilfar sum lím, saksar og kartong liggur frammi saman við myndabókum og bløðum, sum bókasavnið hevur burturbeint.

Sunnudagin 2. mai

12.00 – 17.00

Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum

Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin Nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey millum annað brúka deyð smákykt og plast úr sjónum.

Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og latast inn í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.

12.00 – 12.30 

Plantuverkstova í Norðurlandahúsinum

Fylg við náttúrunnar undrum við at seta eitt fræ niður og eygleiða tað, ímeðan tað veksur til eina blómu, agurku ella piparfrukt. Á plantuverkstovuni fara børnini at grava hendurnar í moldina og at gera urtapottar úr avíspappíri.

Verkstovurnar eru kl. 12.00, 13.00 og 14.00 í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerki á kr. 30 fáast til keyps á www.nlh.fo

14.00

Útferð til Nólsoyar við Draganum

Vit sigla til Nólsoyar, har ferðafólkini fara í land. Í Nólsoy bjóðar Maud Wang Hansen innar í forvitnisliga urtagarðin hjá sær, har hon fer at siga frá møguleikum við lívrunnum sankutøðum. Eisini fer Jógvan Thomsen at greiða frá vansanum við rottum í oynni.

Dragin siglir úr Nólsoy og inn til Havnar aftur.

Farið verður av Høgukai klokkan 14.00.

Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25.

14.00 – 17.00 

Kollasju-verkstova við Kirstini Helgadóttir á Býarbókasavninum

Kom og ger tínar egnu myndir úr burturbeindum bókasavnstilfari. Kirstin Helgadóttir, listakvinna við útbúgving sum grafiskur sniðgevi, og sum hevur arbeitt nógv við kollasjum, leggur lag á.

Tilfar sum lím, saksar og kartong liggur frammi saman við myndabókum og bløðum, sum bókasavnið hevur burturbeint.

17.00 – 19.30

Filmsýning av heimildarfilminum »A Life on Our Planet« hjá David Attenborough í Perluni

Umboð frá FNU kemur at innleiða filmin og greiða frá teirra virksemi.

Vistgrøði bjóðar suppu og breyð.

Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag skipar fyri tiltakinum.

Mánadagin 3. mai

8.00 – 14.30

»Skilir tú?«

Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25.

9.00 – 17.00

Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum

Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin Nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey millum annað brúka deyð smákykt og plast úr sjónum.

Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og latast inn í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.

13.00 – 15.00 

Lær at knýta urtapottaupphang úr endurnýtslutilfari og prýðislutir úr endurnýtsluglasi- og metalli.

Møguleiki er eisini fyri at ogna sær urtapottaupphang, sum starvsfólkini á Dugna hava tilevnað. Opið er frá kl. 13.00 til 15.00.

Tiltakið verður í Perluni.

19.00 – 21.00

Kjakfundur um burturkast á Reinsarínum

»Rudda Føroyar – eisini á sjónum«. Framløgur: Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan, Jóhan Eli Poulsen, Skipara- og navigatørfelagið og Bergmann Finnsson, samskipari fyri »Fishing for Litter«-ætlanina.

»Rottur elska burturkast«. Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan, fer at greiða frá um rottur, hvussu tær kunnu skaða fuglastovnarnar, hvussu tær liva og hvussu vit kunnu tryggja okkum, at tær ikki liva ov væl.

Livandi tónleikur við JASMIN.

Umhvørvisstovan skipar fyri tiltakinum.        

Týsdagin 4. mai

8.00 – 14.30

»Skilir tú?«

Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25.

9.00 – 17.00

Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum

Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin Nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey millum annað brúka deyð smákykt og plast úr sjónum.

Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og latast inn í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.

13.00 – 15.00 

Lær at knýta urtapottaupphang úr endurnýtslutilfari og prýðislutir úr endurnýtsluglasi og metalli.

Møguleiki er eisini fyri at ogna sær urtapottaupphang, sum starvsfólkini á Dugna hava tilevnað. Opið er frá kl. 13.00 til 15.00.

Tiltakið verður í Perluni.

19.00 – 21.00

Verkstova: »Frá sterti til táknir«

Verkstova um burðardygga matgerð við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, samskipara í Matkovanum, og Kára Kristiansen, kokki.

Verkstovan verður í Perluni.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25.

Mikudagin 5. mai

19.00 – 21.30 

Evniskvøld um burturkast á Reinsarínum             

»Skilir tú?«. Fyrilestur við Beintu Højgaard Thomsen, umhvørvisfólki á Kommunalu Brennistøðini.

»5 ár uttan burturkast«. Fyrilestur við Døgg Durhuus, sivilverkfrøðingi.

»Ábyrgd«. Fyrilestur við Ingilín Strøm.

Livandi tónleikur við Marius Ziska.

Umhvørvisstuðulin verður latin, somuleiðis Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika.

Hósdagin 6. mai

8.00 – 14.30

»Skilir tú?«

Rundsýning og frágreiðing á Kommunalu Brennistøðini fyri 5. flokkum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru kl. 8.00, 10.00 og 12.00.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25.

9.00 – 17.00

Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum

Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin Nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey millum annað brúka deyð smákykt og plast úr sjónum.

Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og latast inn í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.

19.00 - 21.00

Vit rudda Sandágerð

Havið handskar og um møguligt egna rívu við.

Drekkamunnur verður at fáa, takið egnan kopp við.

Havnar Kajakkfelag verður við og ruddar á sjónum.

Rudda Føroyar skipar fyri tiltakinum.

19.00 – 21.00

Verkstova: »Frá sterti til táknir«

Verkstova um burðardygga matgerð við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, samskipara í Matkovanum, og Kára Kristiansen, kokki.

Verkstovan verður í Perluni.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25.

Fríggjadagin 7. mai

9.00

Ruddingardagur fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu

Teknið tykkum til ruddingardagin her:

Tilmelding til Ruddingardagar 2021

9.00 – 17.00

Deyð smákykt og plastburturkast í Norðurlandahúsinum

Til summarframsýningina í ár fer listabólkurin Nabbteeri at varpa ljós á burðardygd, lívfjølbroytni og margfeldi. Til framsýningina skulu tey millum annað brúka deyð smákykt og plast úr sjónum.

Er hetta nakað, tú kanst hjálpa við? So taka tey fegin ímóti hjálpini. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð og latast inn í glaskrukkum ella líknandi, og plastið skal vera reint og turt.

Leygardagin 7. mai

10.00

Almennur ruddingardagur

Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttafeløg, skótar og øll onnur.

Teknið tykkum til ruddingardagin her: 

Tilmelding til Ruddingardagar 2021

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelagi og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka hesum 17 málum innan 2030. 

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Umhvørvisevni 2021

Skiljing og endurnýtsla av burturkasti

Hvussu verða vit tilvitað um okkara nýtslu? Hvat er ein null-skrell lívsstílur? Hvat kunnu vit brúka fiskaavroð til? Kunnu vit minka um burturkast við sankutøðum? Og hvussu kunnu vit skilja heima við hús?

Tórshavnar kommuna leggur við Umhvørvisvikuni serligan dent á umhvørvið í eina viku. Hvørt ár verður eitt ávíst evni tikið upp, og undanfarin ár hava evnir sum eitt nú matoyðsl, klædnaendurnýtsla og plastdálking verið á breddanum.

Á Umhvørvisvikuni í ár seta vit sjóneykuna á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti. Vit varpa ljós á avbjóðingar, sum standast av burturkasti, og hvussu vit í felag kunnu loysa hesar avbjóðingar.

Tí vit skulu gerast betri til at minka um okkara burturkast við at brúka minni tilfeingi og endurnýta tað, vit hava. Eisini er umráðandi, at vit skilja burturkastið og harvið økja um endurvinningina.

Tórshavnar kommuna ynskir saman við borgarum og vinnu at menna burturkastøkið, og tí hevur kommunan millum annað valt at víðka um endurnýtsluvirksemið, gjørt eina nýggja skiljiskipan og nágreiniligar vegleiðingar til borgarar.

HEIMSMÁL 12

Evnið í ár tekur tráðin upp frá heimsmáli 12, ið snýr seg um at avmarka nýtsluna av ráevnum og vandamiklum evnum og at avmarka spill og dálking.

Í útgreiningini av heimsmáli 12 stendur millum annað at lesa, at øll okkara framleiðsla av burturkasti skal skerjast munandi áðrenn 2030. Hetta skulu vit gera við fyribyrging, skerjingum, endurframleiðslu og endurnýtslu.

Nýggj skiljiskipan

Á Umhvørvisvikuni seta vit nýggja skiljiskipan í verk fyri Tórshavnar kommunu. Vit skulu gerast betri til at skilja, endurnýta og endurvinna okkara burturkast. Tað skulu vit gera við serligum atliti at umhvørvi og náttúru okkara, men eisini við atliti at okkara tilfeingi.

Í hesum sambandi hevur Kommunala Brennistøðin skipað Endurnýtsluplássini av nýggjum og víðkað um møguleikarnar at lata burturkast inn til endurvinningar. Endurnýtslurnar eru umskipaðar soleiðis, at høvuðsdenturin er lagdur á at endurnýta og endurvinna burturkast: á Endurnýtslunum kemur nú burturkast, ið kann endurvinnast, fyrst, síðan kemur tað, ið verður koyrt til brenningar og til síðst kemur tað, sum skal tyrvast.

Bingjurnar á Hjalla eru skipaðar sambært einari raðfestingar-pyramidu, ið gevur fyribyrging og endurnýtslu hægstu raðfesting og tyrving lægstu raðfesting. Pyramidan sær soleiðis út: 

Hvat kanst tú sjálv gera sum borgari?

Vit hava roynt at gjørt tað lættari fyri teg sum borgara at halda skil á burturkastinum heima við hús. Øll húski í kommununi fara at fáa kunningartilfar og skiljivegleiðing frá Endurnýtsluni við postinum. Tí tað skal eisini vera lætt at skilja rætt heima við hús. 

Harafturat fert tú at kunna síggja í kunningartilfarinum, hvussu tú handfer ruskposar og ruskíløt rætt, soleiðis at ruskinnsavningin sleppur framat og tekur ruskið við.

Afturat kunningartilfarinum, sum hvørt húski fær við postinum, greiða vit eisini nærri frá nýggju skiljiskipanini á Umhvørvisvikuni. Tað verður á evniskvøldinum í Reinsarínum mikukvøldið 5. mai frá klokkan 19 - 21.30. 

Tá Umhvørvisvikan er av, fert tú framhaldandi at finna kunning um nýggju skiljiskipanina her á kommunalu heimasíðuni.

Niðanfyri fært tú tó longu nú nakrar brellbitar um nýggju skipanina.

Filmur: Nýggj skiljiskipan í Tórshavnar kommunu

Borgarar í Tórshavnar kommunu fáa í næstum skiljivegleiðing og klistrimerki við postinum, tí tað skal vera lættari at skilja burturkast heima við hús og at beina rætt burtur á Endurnýtsluni.

Bakgrundskunning

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, skulu vit millum annað økja um umvæling, endurnýtslu og endurframleiðslu, og vit skulu skerja plastnýtsluna og nýtsluna av evnafrøðiligum evnindum. Vit skulu eisini økja um sínámillum býtisnýtsluna, t.d. av amboðum, klæðum, bilum, súkklum og elektriskari útgerð. Tú finnur umhvørvispolitikkin her: 

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Byggi- og Umhvørvisdeildin
Byggi- og Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggi- og umhvørvisdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15