Lat aftur
Tema
Umhvørvisvikan 2022
Umhvørvisvikan 2022
Umhvørvisvikan 2022

30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika.

Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Lurta

Umhvørvisvikan 2022

Í ár verður Umhvørvisvikan frá 30. apríl til 7. mai. Umhvørvisevnið í ár er fyribyrging av matoyðsli, sum kemur undir heimsmál nummar 12 hjá ST, ið snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslu av mati. Á hesari síðuni kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Vit fara at hava nógv spennandi tiltøk í umhvørvisvikuni. Millum annað skipar Matkovin fyri áhugaverdum verkstovum, vit fara at hoyra um burðardygga kjøtmentan í Føroyum og fara at læra, hvussu vit kunnu handfara mat, ið er um at spillast, við at góðska og goyma matin á rættan hátt. Vit fáa harafturat vitjan av donsku Helene Regnell, ið verður at hitta á íverksetarakafé, sum Hugskotið skipar fyri.

Eisini verða fleiri av okkara afturvendandi táttum, so sum Umhvørvisveiða, gongutúrar, Ruddingardagar og Plantið eitt træ.  

Gev gætur, at tilmelding krevst til summi tiltøk.

Niðanfyri sært tú, hvat er á skránni í ár. Vilt tú taka skránna niður á snildfonina ella telduna, kanst tú gera tað beint her: 

Skrá UV22 til snildfon

Skrá UV22 til teldu

Skráin fyri umhvørvisvikuna
Leygardagin 30. apríl

Kl. 11.00  

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, setir Umhvørvisvikuna á Vaglinum

»Plantið eitt træ«. Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Á bygd skipa staðbundnu fyri útlutan av plantupakkum leygardagin 7. mai. Havið posa við til planturnar. Her sært tú listan yvir planturnar í ár:

Plantupakkar 2022


Livandi tónleikur við TeleMama.

Plantumarknaður við føroyskt framleiddum plantum í gongutøtuni:

  • Havin.fo
  • Gróðurstøðin

Staðbundin matmarknaður:

  • Dalaheimur
  • Dalsgarður
  • Dúvugarðar
  • Gásadalsgarður
  • Kallsgarður
  • Skemmugarður
  • Stakkavík
  • Tari
  • Uppistova
  • Útistovugarðurin
Sunnudagin 1. mai

Kl. 13.00

Útferð út í Hest við Draganum. 

Gongutúrur við ferðaleiðara niðan á oynna. Øll fáa ein góðan matpakka við. Túrurin er ókeypis. 

Farið verður av Høgukei klokkan 13.00.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tel. 30 24 25

Kl. 17.00 

Fyrilestur í Sólarmagn á Velbastað

»Er landbúnaðurin burðardyggur« við Jens Ivani í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva.

Mánadagin 2. mai

Kl. 9.00

Veiðuferð í kálgarðinum.

Á barnabókasavninum á Býarbókasavninum kunnu børnini fara á veiðuferð eftir ymiskum, sum finst í kálgarðinum. 

Bókasavnið hevur eina framsýning um at liva umhvørvisvinaligt. Opið er til kl. 20.


Kl. 9.00 og 11.00

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 

Kl. 10.00 

»Hvaðani kemur maturin?«.

Tiltak fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu.

 

Kl. 19.00 

Gongutúrur innangarðs á Velbastað.

Jógva Frýdal sigur frá søguligum hendingum og staðarnøvnum. Túrurin er ókeypis.

Túrurin byrjar við Skarðastein uttanfyri Sólarmagn.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25


Kl. 19.00

Íverksetarakafé á Reinsarínum.

»Matoyðsl - ein trupulleiki og ein møguleiki«. Helene Regnell sigur frá matoyðsli úr jørð á borð og alheimsfevnandi. Hvørjar eru avbjóðingarnar? Og hvussu loysa vit trupulleikarnar sum frægast?

Hugskotið skipar fyri tiltakinum.

Týsdagin 3. mai

Kl. 9.00

Veiðuferð í kálgarðinum.

Á barnabókasavninum á Býarbókasavninum kunnu børnini fara á veiðuferð eftir ymiskum, sum finst í kálgarðinum. 

Bókasavnið hevur eina framsýning um at liva umhvørvisvinaligt. Opið er til kl. 20.

 

Kl. 9.00 og 11.00

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 

 

Kl. 17.00

Verkstova í Perluni.

»Stuttflutt kálvakjøt - frá burturkasti til fagnarmáltið«

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25

Kl. 19.00

Túrur niðan á Kaldbaksvøtnini, Stóravatn og
Brúnavatn.

Snorri á Bøgarði verður frásøgufólk og sigur frá vakra vatnalendinum omanfyri Kaldbaksbygd. Túrurin er ókeypis.

Túrurin byrjar við skúlan.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25
Mikudagin 4. mai

Kl. 9.00

Veiðuferð í kálgarðinum.

Á barnabókasavninum á Býarbókasavninum kunnu børnini fara á veiðuferð eftir ymiskum, sum finst í kálgarðinum. 

Bókasavnið hevur eina framsýning um at liva umhvørvisvinaligt. Opið er til kl. 20.

 

Kl. 9.00 og 11.00

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 


Kl. 19.00

Evniskvøld á Reinsarínum.

»Matur við umhygni« við Borghild á Fløghamri, Vistgrøði.

»Kompost og lívið í moldini« við Tjóðhild Patursson.

»Tveit ikki framtíðina burtur« við Maud Wang Hansen.

Livandi tónleikur við Marionnu Nagata.

Umhvørvisstuðulin verður latin umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu, Grøna gávan frá Etika og Endurkeyp-gávan frá Nema.

Hósdagin 5. mai

Kl. 9.00

Veiðuferð í kálgarðinum.

Á barnabókasavninum á Býarbókasavninum kunnu børnini fara á veiðuferð eftir ymiskum, sum finst í kálgarðinum. 

Bókasavnið hevur eina framsýning um at liva umhvørvisvinaligt. Opið er til kl. 20.

 

Kl. 9.00 og 11.00

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 


Kl. 19.00

Verkstova í Perluni.

Í verkstovuni »Góðsking og goyming« fara vit at varpa varpa ljós á týdningin av at góðska og goyma rávørur sum ein loysn at basa matoyðsli.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella á tel. 30 24 25
Fríggjadagin 6. mai

Kl. 9.00

Veiðuferð í kálgarðinum.

Á barnabókasavninum á Býarbókasavninum kunnu børnini fara á veiðuferð eftir ymiskum, sum finst í kálgarðinum. 

Bókasavnið hevur eina framsýning um at liva umhvørvisvinaligt. Opið er til kl. 20.

 

Kl. 9.00 og 11.00

Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo 


Kl. 10.00

Ruddingardagar fyri skúlar, virki og stovnar í Tórshavnar kommunu.

Tilmelding á síðuni Ruddingardagar 2022 
Leygardagin 7. mai

Kl. 9.00

Almennur ruddingardagur.

Ruddingardagur fyri eigarafeløg, ítróttafeløg, skótar og øll onnur.

Tilmelding á síðuni Ruddingardagar 2022 
Trýst á myndina

Plantupakkarnir í ár

Leygardagin 30. apríl verður tiltakið Plantið eitt træ, har fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Niðanfyri sært tú listan yvir planturnar í ár.

Minst til at fylgja góðum grannasiði, tá tú setir runnar niður ella plantar trø. Á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt og í faldara okkara »Plantið eitt træ í góðum grannalag« kanst tú lesa meira um, hvat tú skalt hava í huga, tá tú plantar trø ella setir runnar niður.  

Plantupakkar 2022

Garðar, hegn og gongubreyt

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Umhvørvisevni 2022

Fyribyrging av matoyðsli

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.

Evnið í ár er matoyðsl. Tøl hjá ST vísa nevniliga, at ein triðingur av øllum matinum, sum verður framleiddur til menniskjaføði, fer til spillis. Talan er um samfullar 1.3 milliardir tonsum av mati, ið hevði verið nóg mikið til at breyðføða tríggjar milliardir fólk.

Matoyðsl er samstundis triðstørsti útlátari av CO2. Hyggja vit nærri at býtinum av CO2, stavar umleið helvtin av útlátinum frá húsarhaldunum. Nógvur matur fer eisini burtur hjá framleiðarum, tí maturin ikki lýkur tey krøv, seljarin setur. Harumframt verður nógv vøra burturbeind, tí hon er farin um »best áðrenn«-dagfestingina, hóast vøran er góð.

Hetta eru dømi, sum vísa, at matarskipan okkara ikki er nóg burðardygg. Umhvørvisvikan í ár hevur tí til endamáls at økja um okkara tilvitan um matoyðsl og vísa á, hvat vit sum borgarar, framleiðarar og politikarar kunnu gera fyri at fyribyrgja matoyðsl. Tí matoyðsl er ein trupulleiki, vit mugu loysa í felag.

 

HEIMSMÁL 12

Evnið í ár er fevnt av heimsmáli 12, ið snýr seg um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslu av mati. Í útgreiningini av heimsmáli 12 stendur millum annað, at matoyðsl okkara skal skerjast við 50 prosentum áðrenn ár 2030.

Heimsmálini hjá ST

Á býráðsfundi 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. 

Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelag og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka teimum 17 málunum innan 2030. 

Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.

Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Gerðabókin fyri býráðsfundin 28. mars 2019

Stuðul og virðislønir
Stuðul og virðislønir

Hesi fingu stuðul og virðislønir

Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.

Í ár varð stuðul latin til 6 verkætlanir, sum á ymiskan hátt menna vitanina um umhvørvi og umhvørvisviðurskifti, sum virka dálkingarfyribyrgjandi, tilfeingissparandi og sum eru við til at verja landsløg, djóra- ella plantusløg.

Her sært tú, hvørjar verkætlanir hava fingið játtað umhvørvisstuðul árini 2010-2022:

Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2022

 

Grøna virðislønin fór til Breyðvirkið

Tað var bakaríið Breyðvirkið, sum fekk grønu virðislønina í ár. »Lítla bakaríið verður rikið á fyrimyndarligan hátt«, segði dómsnevndin, og tí fekk Breyðvirkið í ár grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu.

Okkum tørvar fyrimyndir, ið vísa vegin, tá tað kemur til stóru avbjóðingarnar á umhvørvisøkinum. Okkum tørvar fyritøkur ið av sínum eintingum kýta seg fyri umhvørvinum. Tað ger lítla bakaríið Breyðvirkið í Jónas Broncks gøtu í Havn. Við Randi Olsen og Fríðu Hansen gongur Breyðvirkið á odda í stríðnum móti matoyðsli og óneyðugum burturkasti, ið er ein stór hóttan móti umhvørvinum.

»Matstovur og kaffistovur bera eina stóra ábyrgd, tá tað kemur til at minka um matoyðsl, og at vit yvirhøvur gerast meiri burðardygg í Føroyum. Breyðvirkið er ein fyrimynd í hesi vinnu, og gingu matstovur og kaffistovur í fótafetunum hjá Breyðvirkinum, nærkaðust vit alsamt einum grønari samfelagi. Tí er tað okkara vón, at vit við at lata Breyðvirkinum ársins grønu virðisløn eggja øðrum í vinnuni at ganga somu grønu leið«, segði dómsnevndin.

 

Matkovin fekk grønu gávuna 2022

Við Matkovanum er tað vorðið lættari hjá okkum øllum at keypa føroyskan mat á netinum, og tí fær Matkovin ársins grønu gávu frá Etika.

Á hvørjum ári letur matstovan Etika allan peningin, ið kemur inn við sølu av vatni í matstovuni, til eitt átak, ið ger umhvørvinum væl. Í ár var upphæddin 51.240 krónur, og hesin peningurin fór í ár til átakið Matkovin við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen á odda.

»Sunniva er ein ótroyttiligur megi í arbeiðinum at gera okkum grønari og meira umhvørvisvinarlig. Við Matkovanum ger hon eitt megnar arbeiði fyri tey, sum framleiða matvørur í Føroyum, tey ið ynskja at keypa føroyskar matvørur – og ikki minst fyri umhvørvið. Við Matkovanum er teinurin millum matvøruframleiðslu og kundan styttur, og tí er Matkovin væl uppiborin vinnari av grønu gávuni 2022«, søgdu fyriskipararnir av Umhvørvisvikuni 2022.

Tú kanst lesa meira um Matkovan her: 

Heimasíðan hjá Matkovanum (matkovin.fo)

Bakgrundskunning

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið. 

Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.

Grøna leiðin - umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 

Leiðreglur fyri runnagirðingar og trø

Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.

Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15