Borgarar, ið verða visiteraðir til Urd, eru fólkapensjónistar, sum í eitt styttri tíðarskeið hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið.
Ætlanin er, at borgarar, sum eru á einum stutttíðarplássi, skulu vera virknir og útføra – og stuðlast í at útføra – flestu gerandisuppgávur sjálvi. Tað vil siga, at tú í mest møguligan mun er virkin í mun til persónliga røkt, at borðreiða, vaska klæðir, reiða songina, gera reint á kamarinum og at luttaka í felags aktivitetum. Talan er sostatt um eitt uppihald, har vit taka støði í tínum tilfeingi og í tí, sum gevur meining fyri teg.
Talan er um eitt tvørfakligt og samanhangandi tilboð, sum skal stuðla undir, at tú fært livað eitt virkið og innihaldsríkt lív. Saman við tær og tínum avvarðandi arbeiða vit fram ímóti, at tú varðveitir og styrkir tínar førleikar, heilsu og vælveru.
Rehabilitering tekur støði í gerandisvirksemi, skilt á tann hátt, at øll gerandismál eru liður í venjingini, so sum at koma upp úr songini, persónligt reinføri, at lata seg í og úr og at fáa sær at eta. Allir fakbólkar á deplinum taka lut í rehabiliteringini og seta tvørfaklig mál saman við tær.
Endamálið er, at tú hevur ment teg og fingið betri lívsgóðsku, tá tú fert heim aftur. Fyri at náa ásettu málini er tað umráðandi, at tú tekur virknan lut í ætlanini fyri uppihaldinum.