Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 24. apríl 2024
Umvæla kloakkir

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta knappar 3,5 milliónir krónur av til at umvæla kloakkir ymsastaðni í kommununi.

Talan er um at hosufóðra kloakkirnar

Tíðindi - 24. apríl 2024
Bíðirúm til ferðafólk í Hesti

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at seta hálva millión krónur av til at gera bíðirúm til ferðafólk í Hesti.

Tíðindi - 24. apríl 2024
Tit menna tykkum saman við ítróttinum

Ítróttarhandilin Intersport, sum vit eisini kenna, sum Thomas Dam Ítróttur, flutti í dag í nýggj og stásilig høli uppi á Smyrlisvegi í Havn.

Nógv fólk var samankomið í snøggu hølunum, har tað er opið millum ítróttarhandilin og handilin hjá Nema.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu sínari á, at fyritøkan mennir seg saman við ítróttinum.

Tíðindi - 24. apríl 2024
Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu stongd kl. 23 í kvøld

Eystara vegbreyt á R.C. Effersøes gøtu er stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá mikvøldinum 24. apríl klokkan 23 til hósmorgunin 25. apríl klokkan 6 í sambandi við asfaltering av vegnum.

Tíðindi - 24. apríl 2024
Móttøka fyri Javna og samstarvsfeløgum

Í hesum døgum skipar Javni fyri norðurlendskari ráðstevni fyri samstarvsfeløgum úr norðanlondum. 

Í gjár skipaði Tórshavnar kommuna fyri móttøku fyri Javna og norðurlendsku gestunum.

Tíðindi - 23. apríl 2024
Vegir stongdir í miðbýnum á flaggdegnum 25. apríl

Hósdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn í sambandi við flaggdagshald, flaggdagsrenning og framsýning av ellisakførum.

Tíðindi - 23. apríl 2024
Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu stongd í kvøld

Eystara vegbreyt í R.C. Effersøes gøtu verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá týskvøldinum 23. apríl klokkan 23 til mikumorgunin 24. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing og asfaltering av vegnum.

Tíðindi - 23. apríl 2024
Ferðslubroytingar í Niels Finsens gøtu í sambandi við umvæling

Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024.

Tíðindi - 23. apríl 2024
Býráðsfundur í morgin klokkan 17

Regluligur býráðsfundur hjá Tórshavnar býráði er í morgin klokkan 17.

Skráin sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Býráðsfundurin verður stroymdur.

Tíðindi - 22. apríl 2024
R.C. Effersøes gøta stongd í kvøld kl. 23-06

R.C. Effersøes gøta verður stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu frá mánakvøldinum 22. apríl klokkan 23 til týsmorgunin 23. apríl klokkan 6 í sambandi við fresing av vegnum.