Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 24. januar 2021

150 ára minningarløta fyri Poul Effersøe

Í dag eru 150 ár liðin, síðan Poul Effersøe varð borin í heim. Poul stovnaði Tvøroyrar Bóltfelag, elsta fótbóltsfelag í landinum, og í sambandi við runda dagin, var ein minningarløta í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn, har Poul Effersøe liggur grivin.

Poul Effersøe varð føddur 24. januar 1871 í Trongisvági og doyði einans 55 ára gamalur 11. mars í 1926. Hann var m.a. beiggi teir báðar Oliver og Rasmus Effersøe. Hann stovnaði Tvøroyra Bóltfelag 13. mai i 1892, tá ið hann var 21 ára gamalur.

Beiggjarnir Rasmus Effersøe og Poul Effersøe búðu saman við Vestaruvág í nógv ár og eru grivnir í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn saman við fleiri øðrum systkjum.

Umboð fyri TB, ÍSF, FSF, Mentamálaráðið, Tvøroyra býráð og Tórshavnar býráð vóru vit til minningarløtuna. Uni Persson hevur í eina tíð snøggað gravsteinin hjá Poul Effersøe, og Uni var eisini við til minningarløtuna í dag.

Poul Effersøe vaks upp í einum embætismannaumhvørvi hjá sýslumanninum Gudmundi Effersøe og Cathrinu Múller á Tvøroyri.

Poul tók studentsprógv á Sorø Akademi í 1889 og løgfrøðiligt embætsprógv á universitinum í Keypmannahavn í 1897.

Meðan hann gekk í skúla á Sorø gjørdist hann kendur cricketspælari, og tá hann fór at lesa í Keypmannahavn spældi hann fyri KB – Kjøbenhavns Boldklub – til hann fekk tuberklar, sum hann plágaðist av restina av lívinum.

Í 1901 flutti hann heim til Føroya og fór at arbeiða sum sakførari og fekk yrkisbræv sum “yvirrættarsakførari”, sum tað kallaðist tá, í 1914. Eisini gjørdist hann almennur verji.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu til minningarløtuna, og segði millum annað:

- Áhugin fyri fótbólti var stórur longu á ungum árum. Longu í 1892 var hann saman við Oliver Effersøe og Johan Mortensen við til at stovna TB, Tveraa Boldklub ella Tvørá Bóltfelag, sum tað kallaðist.

Og hóast hetta var Føroya fyrsta bæði fótbólts- og ítróttarfelag, so er gerðabókin til skjals enn, sum m.a. prógvar, at TB varð stovnað 3 vikur áðrenn heimsgitna fótbóltsfelagið Liverpool FC. Í nevndina komu Poul Effersøe, Oliver Effersøe og Johan Mortensen. D. J. Larsen og Axel Nolsøe vóru tiltakslimir.

Javnstøðan var ikki heilt komin uppá pláss tá – í reglunum stendur, at “Som aktive medlemmer optages enhver voksen mandsperson.”

Men so verður lagt aftrat, at “Som passive medlemmer optages personer af begge køn”. Og limagjaldið var tvær krónur um árið fyri bæði hvílandi og aktivar limir.

TB fyllir skjótt 130. Poul Effersøe fyllir 150 í dag.

Sirenan hjá Arbejdernes Trawlerdrift melur enn og kallar enn til sigurs.

Tá eg var smádrongur í Trongisvági kallaði sirenan til arbeiðis. Eg minnist enn, hvussu eg sum smádrongur fór sleipandi við stórari pulshosu við fløsku við drekka í út á bedingina til abba og pabba. Tá kallaðu eisini fløggini til arbeiðis á fiskaplássunum.

Sirenan kallar enn til arbeiðis – hvørja ferð TB fer á vøllin.

Í dag kunnu vit eina løtu í takksemi minnast Poul Effersøe og teir, sum í veruleikanum løgdu lunnar undir allan tann ítrótt, sum vit í dag rokna sum eina sjálvfylgju.

- Uttan teirra framskygni, teirra áræði og tað framfýsni, sum teir løgdu í okkum, sum eftir komu, vóru vit onki. Í dag veittrar Merkið frítt á leikvøllum millum allar aðrar heimsins tjóðir. Og tað er ikki minst at takka monnum sum Poul Effersøe fyri.

Hallur í Heiðunum, nevndarlimur í TB, bar fram hesa kvøðuna, sum er ognað Poul Effersøe.

Mangir sum við fjørðin aldust,
Millum Føroya frægu taldust.
Á slóðini tú okkum troddi,
Vit á høgar tindar náddu.
Fyri rásina tú hevur traðkað,
stórliga vit øll tær takka.

Jóan Petur Olgarsson, nevndarlimur í TB.

 

Jenis av Rana, Landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum.

 

Christian Andreasen, forseti í FSF.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

 

Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Óli Jacobsen, sum veit alt at siga um gamla kirkjugarðin, greiddi eisini frá um avvarandi hjá Poul Effersøe, sum eisini liggja grivin á Svínaryggi – millum annað beiggin Rasmus Effersøe, og tríggjar systrar liggja eisini grivnar undir sama gravstein.

 

Tróndur Enni sang og spældi til minningarløtuna.