Lurta
Tíðindi - 10. desember 2020

4-10 flutt út á Argir

Seinnapartin var móttøka í gamla skúlanum á Argjum, nú sertilboð hjá Skúlanum á Fløtum til næmingar úr 4. til 10. flokki. Tilboðið eitur 4-10.

Her er røðan, sum Gunvør Balle, varaborgarstjóri, helt í skúlanum á Argjum.

- Hetta valskeiðið hevur fokus m.a. verið á sernámsfrøðiliga økið í Tórshavnar kommunu.

Vitjað hevur verið í sertilboðunum, sum eru í kommununi. Umframt 4-10, er Lopfjølin, sum heldur til á Margarinfabrikkini, skúlaparturin av Lopfjølini er skipaður undir Skúlanum á Fløtum, tilboð til børn við autismu er í Hoyvíkar skúla, tilboð til børn í 1.- 3. flokki er í lonunum í Hoydølum, tað er skipað undir Eysturskúlanum, og verður eftir ætlan flutt oman í skúlan fyrst í komandi ári.

4-10 er, sum heitið sigur, eitt tilboð til næmingar í úr 4. til og við 10. flokki. Tilboðið byrjaði skúlaárið 2009/2010 í Eysturskúlanum, er flutt nakrar ferðir síðani tá, og hevur nú í nøkur ár húsast í Gula skúla við Landavegin. Í 2016 bleiv 4-10 ein varandi skipan undir Skúlanum á Fløtum.

Sum nevnt er tilboðið flutt nakrar ferðir, var í Eysturskúlanum í eitt ár, fór síðani í Venjingarskúlan, og helt til í bygninginum á Frælsinum nøkur ár, so í Brúna skúla í Fríðriks Petersensgøtu, í Gula skúla við Landavegin og so nú í skúlabygninginum á Argjavegi.

Onkur av starvsfólkunum hevur skemtandi tikið til, at hølisumstøðurnar eru blivnar betri, fyri hvørja ferð, flutt hevur verið.

Hóast tað var nakað trongt í Gula skúla, og umstøðurnar hjá starvsfólkunum ikki tær bestu, hava bæði næmingar og starvsfólk trivist væl har, men nú skúlabygningurin á Argjum bleiv tøkur, er samtykt at flyta 4-10 út higar, tí her fær tilboðið betri hølisumstøður og møguleika fyri, at næmingatalið kann verða hægri.

Annað virksemi verður eisini í bygninginum. Argja Dart fer at hava høli í bygninginum. Svimjihylur er í bygninginum, umframt 4-10 brúka aðrir skúlar og Havnar Svimjifelag eisini svimjihylin.

Tað er hugaligt at síggja, at næmingar og starvsfólk trívast, og ikki minst at hoyra um, hvussu stór framstig næmingar í tilboðnum hava gjørt. Her arbeiða lærarar og námsfrøðingar, ið sanniliga eru eldsálir, summi teirra hava verið við frá byrjan og hava starvast í tilboðnum líka frá august 2009.

Skúladagurin í 4-10 er fastlagdur eftir ávísum námsfrøðiligum leisti, og støði verður tikið í hvørjum einstakum næmingi, so hann kann fáa ein skúladag, har hann kennir seg tryggan og fær møguleika at tilogna sær fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið viðvirka til, at hann fótar sær í skúlanum, fær eina góða skúlagongd og kann fara víðari hiðani, í miðnám, aðrar skúlar ella út í vinnuna.

At enda fari eg at nýta høvi at takka tykkum starvsfólkum fyri tað góða arbeiði, tit gera, og ynskja tykkum næmingum, foreldrum og starvsfólkum alt tað besta við vón um, at tit fara at trívast væl her og fáa nógv burtur úr.

Eisini ein tøkk til leiðslu og starvsfólk í Skúlanum á Fløtum, ið sum heild gera sítt til, at rúm skal vera fyri okkum øllum, so vit hvør í sínum lagi kunnu fáa eina góða skúlagongd.

Góðu tit øll í 4-10, góða eydnu við hølunum her á Argjum.

Myndir: Jens Mortan Rasmussen.