Lurta
Tíðindi - 28. apríl 2023

40 og 30-ára starvsdagar

Í morgun fingu trý starvsfólk í Tórshavnar kommunu heiðursløn Tórshavnar býráðs fyri drúgva tænastu. Mona Mohr helt 40 ára starvsdag og fekk gullheiðursmerki, meðan Birgit Debess og Joan Oskarsdóttir fingu silvurheiðurslønir fyri 30 ára starvsdagar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði heiðurslønirnar og minti á, at vit endurtaka hvørt ár, at fyri Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Tí tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Tað hevur stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg fari tí at takka tykkum øllum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og tykkara drúgvu tænastu í kommununi. Hjartaliga takk í vón um, at tit allar fara at trívast í mong ár aftrat í tykkara arbeiði.

Heðin Mortensen nevndi síðan ymiskt um tær tríggjar.

Joan Oskarsdóttir 30 ára starvsdag

- So er tað okkara stuttliga Joan. Tú hevur arbeitt hjá kommununi í 32 ár, so tað er sanniliga eisini uppá tíðina, at vit hátíðarhalda 30 ára dagin.

- Tú leiddi í mong ár Dagrøktarskipanina og hepnaðist væl við at menna hesa skipan. Tú ert ógvuliga tilvitað um tað ávirkan, vit vaksnu hava á børnini.

- Tú hevur virkað fyri, at øll børn fáa teirra allarbestu fortreytir at mennast í. Og líkamikið, hvat tú setir tær fyri, so arbeiðir tú ótroyttiliga fyri at koma á mál.

- Tú stendur heldur ikki aftast, tá skipast skal fyri onkrum festligheitum – og tá førir tú sum oftast ann. Tú ert altíð við uppá tað og hevur í festligum høpi eina smittandi persónligheit, segði borgarstjórin, áðrenn hann handaði heiðurslønina úr silvur.

Birgit Debess 30 ára starvsdag

- Birgit, tú hevur starvast eitt stað millum 32 og 33 ár hjá okkum, so tað er uppá tíðina, at tú fært eina viðurkenning. Tú ert kend fyri at vera ógvuliga nærløgd og tilvitað í tínum arbeiði og atburði yvirhøvur. Tú arbeiðir ótroyttiliga, og ert uttan iva ein pedagogur við stórum P.

- Tú hevur alla sína tíð í Føroyum arbeitt tilvitað við umstøðunum hjá børnunum í kommununi, og serliga havt atlit til  børn, sum stríðast meira enn gott er. Hetta hevur heilt vist verið sera gagnligt hjá nógvum familjum í kommununi.

- Tú ert ein ímynd fyri alt barna- og ungdómsøkið í Tórshavnar kommunu, tú hevur hildið skansan øll hesi árini. Tú hevur besta innlitið, ið hugsast kann, og er tað nakað, sum onkur innan økið ivast í, so er bara at spyrja teg.

- Tað gongur ikki alt út uppá arbeiði, tú ert sjálvandi eisini við uppá “allar” veitslurnar, sum skipað verður fyri, so tað snýr seg ikki bara um arbeiði, men eisini um sosialt at halda saman uppá tropparnar.

Síðan handaði borgarstjórin silvurheiðursmerkið.

Mona Mohr 40 ár

- Og so er tað Mona, sum er farin tvey ár uppum tey 40 í starvstíð. So tað er ikki smávegis. Tað er soleiðis, at tú eftir útbúgving í Danmark fór at arbeiða í vøggustovuni við Velbastaðvegin, har tú gjørdist leiðari á Barnagarðinum í 1996.

- Seinni vórðu vøggustovu- og barnagarðseindin løgd saman og stovnurin yvirtikin av kommununi. Tú hevur skjótt starvast í hálva øld og tú ert allarhelst tann einasta í rúminum í dag, sum hevur starvast í tænastubúna ella uniformi.

- Starvsfólkini lýsa teg sum framfýsna og tú setur nógv ting í sving, tú kanst til tíðir sýnast strong og físut, men tey sum kenna teg vita, at tú altíð ynskir at hava viðurskiftini so góð sum gjørligt. Tú hevur nógv góð hugskot og hevur altíð børnini í miðdeplinum.

- Tú gongur høgt uppí at børnini hava góðar fortreytir fyri at menna seg málsliga og motoriskt. Góð heilsa hevur stóran týdning, fyri bæði starvsfólk og ikki minst fyri børnini. Tú hevur gingið undan fyri ymiskum samstarvi, ma. innan málmenning fyri børn. Tú sigur ongantíð nei til nakað, sum kann gagna menningini hjá barninum.

- Um eingi skeið eru til starvsfólkini, sum viðkoma evnum, stovnurin hevur tørv á, so skipar tú sjálv fyri at fáa fólk inn á stovnin at halda skeið. Tú ornar og fiksar alt! Tú ert kreativ og gongur uppí at viðurskiftini rundan um seg og á stovninum eru estetisk. Tú ert stuttlig og tær dámar væl stuttligar søgur.

- Tú fellir ongantíð í fátt og er ógvuliga familjukær. Tú hevur stóra familju, sum tú gongur uppí. Onkur ommubørn ganga enntá á stovninum við Velbastaðvegin.

- Børnini duga eisini væl at eygleiða. Tann eina dagin, tá Mona stakk høvdið inn um á Gulustovu, har varaleiðarin starvast, segði eitt barn: “Mona hevur ein besta vin í vøggustovuni og tað er Ingibjørg (varaleiðarin). Samstarvið millum leiðaran og varaleiðaran er fyrimyndarliga gott og nógv.

- Í august verður stovnurin 5o ár og flest øll árini hevur tú starvast her. Tú hevur upplivað mangt og hvat, bæði sum starvsfólk og leiðari. Tú ert ein viðleikari, og í dag er tað tú, sum skalt hátíðarhaldast.

Borgarstjórin handaði síðan Monu gullheiðursmerkið fyri 40 ára tænastu. Á felagsmyndini síggjast tær tríggjar saman við borgarstjóranum og leiðaranum á B&U, Jan Laursen.