Tíðindi
Hálvan januar 2021 byrjar arbeiði at bøta um brimskaða niðast á Skriðubakka í Kaldbak. Samstundis umvæla vit kloakkskipanina í økinum frá Krossgøtu 21 og eystur um Skriðubakka.
Arbeiðið fer væntandi at órógva ferðsluna.
Mánadagin 18. januar 2021 byrjar grevstur fyri fjarhita á Dalavegnum.
Arbeiðið ber í sær, at eingin gjøgnumkoyrin verður eftir Dalavegnum frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonargøtu.
Vegna arbeiði í Gríms Kambans gøtu mánadagin 18. januar, verður eingin ferðsla loyvd frá klokkan 9.30-13.
Ein lítil samkoma var savnað í Skúlanum á Argjahamri seinnapartin, nú Louisa Poulsen í dag 15. januar hevur ikki minni enn 30-ára starvsdag sum skrivari.
Tilhaldið í Tórsgøtu letur upp aftur mánadagin 18. januar 2021.
Øll liðini, sum fólk eru teknað til, halda fram sum áðrenn jólafrítíðina, og øll tilmæli um frástøðu og at spritta hendur verða hildin.
Allar kanningarnar í farnu viku og aftur hesa vikuna staðfesta, at eingin er smittaður á Boðanesheiminum. Avvarðandi kunnu nú aftur vitja síni á øllum deildum.
Í 2021 verður ein nýggjur ferðavinnupolitikkur orðaður, og so verður serligur dentur lagdur á at fáa glið á vinnuferðavinnuna aftur eftir eitt rakár vegna koronu.
Í dag hevur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya (MÁF) skrivað undir leigusáttmála um hølir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2. Felagið hevur verið í húsinum síðan í nítiárunum í samstarvi við Havnar Sjónleikarafelag.
Ætlanin er at húsið skal gerast eitt virkið hús innan skaldskap og sjónleik. Eisini eru ætlanir um at hava opið hús fyri almenninginum eina til tvær ferðir árliga.
Hóskvøldið er eyka býráðsfundur á skránni. Hetta er fyrsti býráðsfundurin í nýggja árinum.
Ætlanin var at skoytibreytin skuldi lata aftur nú 17. januar, men m.a. orsakað av góðari undirtøku er avgjørt at hava opið til og við sunnudagin 24. januar.
Skoytibreytin lat upp 7. desember 2020 á niðara vølli í Gundadali og opið hevur verið hvønn gerandisdag millum kl. 14 og 22, leygardag millum 10 og 22 og sunnudag millum 14 og 22. Vøllurin hevur verið væl vitjaður.