Lurta
Til lesiveik

Tíðindi

  • Vel alt
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel alt
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 23. juni 2021
Parkeringshús til 150 bilar við Bøkjarabrekku

Býráðið samtykti í kvøld at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum.

Tíðindi - 23. juni 2021
Avtalan um innkomuvegin samtykt í býráðnum

Í sambandi við innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum hevur Tórshavnar býráð í kvøld samtykt avtaluna millum fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg.

Tíðindi - 23. juni 2021
Samtykt íbúðarbygging á Miðhorni

Articon fer at standa fyri allari útstykkingini í Miðhorni. Í kvøld varð timælið samtykt í býráðnum. Talan er um 12.700 fermetar tilsamans.

Tíðindi - 23. juni 2021
Próvhandan á Hægri Námi á Glasi

Í dag fingu lesandi innan marknaðarførðslubúskap, framleiðslutøkni, akademiútbúgving og HD prógv á Glasi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt gestarøðuna.

Tíðindi - 23. juni 2021
Nýtt pakkhús og nýggjur terminalur til Norrønu

Men síðan Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við. Nú hevur Tórshavnar havn tørv á einum nýggjum terminali til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

Tíðindi - 23. juni 2021
Seta fólk at skapa innihald í gerandisdagin hjá teimum eldru

Eldraøkið skal uppraðfestast og normeringin hækkar. Men serliga er talan um at skapa meira innhald í gerandisdagin hjá eldru borgarunum, sum búgva á bústovnum hjá kommununi. Somuleiðis er ynski um at lyfta røktarøkið soleiðis, at starvsfólkaorkan verður hægri raðfest.

Tíðindi - 23. juni 2021
Býráðsfundur í dag klokkan 17

Býráðsfundur verður í dag, mikudagin 23. juni, klokkan 17.

Seinnapartin í dag fer býráðið millum annað at taka støðu til útstykkingarætlanina oman fyri Argjahamar, ætlanina um at bjóða økið við Miðhorn út í almenna sølu og avtaluna um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn.

Tíðindi - 23. juni 2021
Drekkivatnið reint aftur í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø

Drekkivatnskanningar, ið vórðu gjørdar týsdagin 22. juni, vísa, at ongar bakteriur eru í vatninum í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø.

Tíðindi - 22. juni 2021
Nú verður býurin stongdur fyri tungari ferðslu um náttina

Skelti eru nú sett upp, sum banna tungari ferðslu yvir 24 tons á kommunalum vegum í fleiri økjum, frá kl 22 á kvøldi til kl 07 á morgni og allan sunnudagin.

Tíðindi - 22. juni 2021
Kókitilmælið stendur við í Kollafirði

Kókitilmælið í Kollafirði, Oyrareingjum og í Signabø stendur við.

Bakteriutalið er støðugt lækkað síðan óhappið á vatnverkinum seinasta vikuskifti, men framvegis eru ov nógvar bakteriur í vatninum. Næstu kanningar verða gjørdar týsdagin 22. juni.