Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í dag, 23.februar, eru 100 ár liðin, síðani Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu. Í 100 ár hevur Landssjúkrahúsið staðið, sum ein varði í Føroyum og í Tórshavnar kommunu. Landssjúkrahúsið og alt heilsuverkið eru ein hornasteinur í vælferðarsamfelag okkara. Tað skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í hesi heilsanini til Landssjúkrahúsið á 100 ára degnum.
Í gjár var móttøka á Ráðhúsinum í samband við at 30 ár eru liðin, síðani Jón Ellingsgaard og Ingi Ellingsgaard, sáli, byrjaðu í starvi hjá Tórshavnar kommunu.
Seinnapartin í gjár var móttøka fyri besta kvinnuliðinum hjá Kyndli, sum eru steypavinnarar.
"Grønt er liturin fyri vón og endurnýggjan. sigast má, at hetta liva tit upp til. Tí tit bera hondbóltskyndilin. Tit ganga á odda, tit eru steypavinnarar," segði Heðin Mortensen,borgarstjóri, m.a. í røðu sínari.
Hetta er sættu ferð, síðani 1987, at Kyndilskvinnur eru steypavinnarar.
39 parkeringsbásar í J.C. Svabosgøtu, ímillum Landssjúkrahúsið og Hornahúsið, fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Hesir básar hava annars ikki havt tíðaravmarking.
Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi.
22 básar fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.
Fyrstu hjálparfólkini í Tórshavnar kommunu, sum fara at útbúgva seg sum námsfrøðing, eru nú byrjaði á skúlanum í Danmark.
Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu.
Nývalda felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur skipað seg við Barbaru Djurhuus sum forkvinnu og Ólavi Jóannesarson Hansen sum næstformanni.
Stórur dagur var í býlingshúsinum á Flat í dag. Hátíðarhald var, tí 35 eru liðin, síðani Býlingshúsið á Flat varð tikið í nýtslu.
Tveir starvsdagar vóru eisini á stovninum. Bjørg Bláberg hevur starvast í 35 ár hjá Tórshavnar kommunu, og Turið Horn hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.
Bjørg Bláberg fekk silvurheiðursmerki frá Tórshavnar kommunu.