Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í sambandi við útstykkingararbeiði omanfyri Argjahamar, verður sprongt leygardagin 10. februar 2024 klokkan 10 og klokkan 12.
Tórshavnar kommuna er farin undir at orða nýggjan mentanarpolitikk. Tú kanst hjálpa okkum við at svara nøkrum fáum spurningum um tínar mentanarvanar. Tað tekur bara 1-2 minuttir at svara.
Tað er ikki bara at yvirtaka eina fyritøku sum Simme Musikkhús, tí tað er ikki bara ein handil, men ein institutión, sum í mannaminni hevur verið miðpunkt í livandi føroyskum tónleiki og tónleikaframleiðslu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á hugnaligari móttøku á Karlamagnusarbreyt í gjár.
Í løtuni eru um 450-470 metrar eftir at spreingja og ætlanin er, at tunnilin verður skotin ígjøgnum seinast í mars.
Í sambandi við arbeiði uttanfyri Posthúskjallaran í Tórsgøtu 8, verður Tórsgøta stongd frá Mariu Poulsen oman til Vágsbotn mikudagin 7. februar frá kl. 8 til kl. 17.
Tórshavnar býráð hevur nú samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í 4 vikur afturat.
Í gjár komu tveir næmingar úr 9.flokki í Skúlanum á Fløtum á gátt á Ráðhúsinum við einari verkætlan, ið teir handaðu borgarstjóranum.
Næmingarnir hildu, at Tórshavnar Kommuna eisini skuldi síggja úrslitið av verkætlanini, og komu tí á gátt og góvu borgarstjóranum eitt eintak av verkætlanini.
Skúlabólkurin inni á Gøtu var í gjár og vitjaði borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti teimum býráðssalin og greiddi teimum frá, hvat eitt býráð er, og hvat eitt býráð ger.
Tórshavnar býráð hevur í dag tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum.