Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 02. februar 2024
Nýggj útstykking á Velbastað

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp fyri tilmelding til lutakastið um grundstykkini í 4 vikur afturat.

Tíðindi - 02. februar 2024
Næmingar handaðu borgarstjóranum verkætlan

Í gjár komu tveir næmingar úr 9.flokki í Skúlanum á Fløtum á gátt á Ráðhúsinum við einari verkætlan, ið teir handaðu borgarstjóranum.

Næmingarnir hildu, at Tórshavnar Kommuna eisini skuldi síggja úrslitið av verkætlanini, og komu tí á gátt og góvu borgarstjóranum eitt eintak av verkætlanini.

Tíðindi - 02. februar 2024
Skúlabólkur vitjaði borgarstjóran

Skúlabólkurin inni á Gøtu var í gjár og vitjaði borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti teimum býráðssalin og greiddi teimum frá, hvat eitt býráð er, og hvat eitt býráð ger.

Tíðindi - 01. februar 2024
Hermann Mortensen trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð hevur í dag tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum.

Tíðindi - 31. januar 2024
Bussleiðin tekur koyringina upp aftur kl. 15.30

Illveðrið í dag hevði við sær, at allar bussleiðir góvust at koyra fyrrapartin. Koyringin verður tó tikin upp aftur kl. 15.30. Tó koyra hvørki leið 5 ella 6 í dag, 31. januar.

Tíðindi - 31. januar 2024
Bussleiðirnar gevast at koyra kl. 10.30

Allar leiðirnar hjá Bussleiðini gevast at koyra í dag kl. 10.30. Loyvir veðrið tí, byrjar koyringin aftur klokkan áleið 15.

Tíðindi - 31. januar 2024
Eingin ruskinnsavning í dag

Eingin ruskinnsavning er í dag vegna vánalig veðurlíkindi.

Tíðindi - 31. januar 2024
Tyrvingarplássið stongt til klokkan 13 í dag

Nógvi vindurin hevur við sær, at tyrvingarplássið fyribils er stongt til klokkan 13 í dag.

Tíðindi - 30. januar 2024
Leið 5 og 6 gevast at koyra í dag kl. 14.30

Vegna veður gevast leið 5 og 6 at koyra kl. 14.30 í dag, týsdagin 30. januar.

Tíðindi - 30. januar 2024
Leið 5 og 6 koyra ikki mikudagin 31. januar

Vegna veður koyra leið 5 og 6 ikki mikudagin 31. januar.