Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í sambandi við vatnleiðingsarbeiði í Nólsoyar Páls gøtu, verður vegurin stongdur fyri ferðslu hósdagin 15. februar frá kl. 7.30 til 16.
Vit skrúva fyri vatninum á Vestaru Bryggju og í Álakeri týskvøldið 13. januar 2024 kl. 18 til á midnátt Í sambandi við umvæling av vatnleiðingum á havnaøkinum.
Freistin at søkja um stuðul til filmsframleiðslu er í dag 12. februar 2024. Arbeiðir tú við einari filmsverkætlan ella ætlar tú undir eina filmsverkætlan, kanst tú søkja um stuðul frá Tórshavnar kommunu. Tórshavnar býráð hevur sett eina millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu.
Í tveir dagar, týsdagin og mikudagin, hava umboð fyri stovnar, áhugafeløg og frítíðarfelagsskapir í teimum trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, verið á talgildari ráðstevnu.
Nú ber til at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Samlaða stuðulsupphæddin í ár er 900.000 krónur. Umsøkjarar, ið fáa stuðul úr grunninum, skulu birta undir samstarvið millum býirnar. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2024.
Óli Jacobsen hevur fingið handað heiðurstekin Tórshavnar Býráð. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum á samkomu í gjár handaði Óla Jacobsen gullheiðurstekin og skreytblað.
Í sambandi við útstykkingararbeiði omanfyri Argjahamar, verður sprongt leygardagin 10. februar 2024 klokkan 10 og klokkan 12.
Tórshavnar kommuna er farin undir at orða nýggjan mentanarpolitikk. Tú kanst hjálpa okkum við at svara nøkrum fáum spurningum um tínar mentanarvanar. Tað tekur bara 1-2 minuttir at svara.
Tað er ikki bara at yvirtaka eina fyritøku sum Simme Musikkhús, tí tað er ikki bara ein handil, men ein institutión, sum í mannaminni hevur verið miðpunkt í livandi føroyskum tónleiki og tónleikaframleiðslu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á hugnaligari móttøku á Karlamagnusarbreyt í gjár.