Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 29. januar 2024
Havnargøta stongd í nátt

Í sambandi við grevstrararbeiði hjá SEV, verður eingin gjøgnumkoyring eftir Havnargøtu frá mánakvøldinum 29. januar 2024 kl. 23.30 til týsmorgunin 30. januar 2024 kl. 6.

Tíðindi - 25. januar 2024
Kommunan kannar áhugan fyri sethúsabygging í Kollafirði

Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til at geva umsitingini heimild til at kanna áhugan fyri at byggja á Signabø og í Kollafirði, áðrenn endalig heimild verður givin til at byggibúgva fleiri bústaðarøki.

Tíðindi - 25. januar 2024
Vinnupolitikkurin fyri býráðið í dag

Tórshavnar býráð fer í dag at viðgera vinnupolitikkin fyri Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 25. januar 2024
Býráðsfundur kl 16 í dag

Regluligur býráðsfundur verður í býráðshúsinum í dag kl 16, har fleiri mál koma til viðgerðar. Eitt nú verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur fram til samtyktar.

Tíðindi - 25. januar 2024
Felags foreldraráð fyri dagstovnaøkið valt

Á felagsfundi í samkomuhøllini í Finsen í gjárkvøldið valdu foreldraráðini fimm umboð í felags foreldraráðið. Felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum. 

Tíðindi - 19. januar 2024
Vit eru errin av tykkum

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í morgun helt røðu á Vinnuháskúlanum fyri nýklaktum skiparum, skipsførarum og maskinmeistarum.

Tíðindi - 19. januar 2024
Havnar Dartfelag nýggj høli

- Vit í Tórshavnar Kommunu royna alla tíðina at betra um møguleikarnar hjá okkara ítróttarfeløgum, nú var tað tykkara tørn at fáa betri hølisumstøður, og tað hava tit fingið við hesum hølunum í Skansastovu, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, tá hølini nú vórðu al,ent tikin í nýtslu.

Tíðindi - 19. januar 2024
Leið 5 fyribils givin at koyra út í Kaldbaks bygd

Av tí at nógvur kavi er og bilar standa parkeraðir soleiðis, at bussurin ikki fær koyrt trygt framvið og vent við skúlan í Kaldbak, koyrir leið 5 bara til barnagarðin í Kaldbak og sostatt ikki út í bygdina.

Tíðindi - 18. januar 2024
Jens Ingolv Poulsen lagt frá sær

Okkara kenda andlit í Gundadali, Jens Ingolv, hevur seinastu 18 árini verið vallarvørður hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst var tað Ovari og Niðari vøllur, men so kom Tórsvøllur aftrat. Nú leggur hann frá sær.

Tíðindi - 18. januar 2024
Leið 5 og leið 6 koyra aftur

Bæði leið 5 og leið 6 koyra nú aftur.