Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 16. januar 2024
Ruskinnsavningin tarnað av kava og hálku

Kavi og hálka eru orsøkin til, at vanliga húsarhaldsburturkastið, og í summum førum grøna ílatið, ikki eru tikin í fleiri økjum í gjár og í dag. Kommunan kunnar nærri, tá ið til ber at siga, nær írestandi ruskið verður tikið.

Tíðindi - 15. januar 2024
Niðasti partur av Tinghúsvegnum stongdur 16. januar kl. 9-10

Í sambandi við niðurtøku av jólapynti, verður niðasti partur av Tinghúsvegnum, frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu, stongdur týsdagin 16. januar frá kl. 9 til 10.

Tíðindi - 15. januar 2024
Føroyar framá – heilsan til landsliðið í hondbólti

Stóru hondbóltstjóðirnar eru tiknar á bóli, nú føroyingar gera vart við seg – spælarar og áskoðarar.

Tíðindi - 12. januar 2024
Freistin at skriva børn inn í skúla er 17. januar 2024 klokkan 13

Freistin at skriva børn inn í skúla til skúlaárið 2024/25 er 17. januar 2024 klokkan 13.

Tíðindi - 12. januar 2024
Hevur tú skrivað barnið upp til dagstovn og raðfest tíni ynski?

Tórshavnar kommuna hevur latið nýggja bíðilistaskipan upp til dagstovnaøkið, har møguleiki er at skriva seg á bíðilista á upp til 4 dagstovnar og at raðfesta hesar. Heitt verður á foreldur um skriva børn teirra á bíðilista til dagstovn skjótast gjørligt og at raðfesta síni ynski.

Tíðindi - 11. januar 2024
Søk um filmsstuðul

Aftur í ár er møguligt at søkja um stuðul til filmsframleiðslu frá Tórshavnar kommunu.

Stuðul verður latin til filmsverkætlanir, sum eru viðkomandi og virðisskapandi fyri filmsumhvørvið, vinnulívið í høvuðsstaðnum og fyri Tórshavnar kommunu.

Umsóknarfreistin er mánadagin 12. Februar 2024.

Tíðindi - 10. januar 2024
Stuðulin til størri listaligar verkætlanir handaður í dag

Seinnapartin í dag fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna stuðlar teimum trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión.

20 umsóknir komu inn um stuðul.

Tíðindi - 10. januar 2024
Tórshavnar kommuna lýsir eftir trivnaðarstjóra

Tórshavnar kommuna lýsir nú eftir trivnaðarstjóra. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðslustarv við stórari ábyrgd.

Tíðindi - 10. januar 2024
Silja Strøm skal listprýða langhylin í Gundadali

Tað verður listakvinnan Silja Strøm, sum skal listprýða nýggja langhylin í Gundadali. Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum.

Tíðindi - 08. januar 2024
Niels Finsens gøta stongd 10. og 11. januar kl. 8-16

Í sambandi við at jólasmátturnar skulu heintast á Vaglinum, verður Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið mikudagin 10. januar og hósdagin 11. januar kl. 8-16.