Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í sambandi við endahátíðina hjá Føroyaleikum verða hesir vegir stongdir fyri allari ferðslu, sunnudagin 3. juli, frá kl. 14.00 til kl 23.00.
Stórfingin móttøka var í Varðagøtu 9 í dag í sambandi við 100 ára dagin hjá KFUK. Nògv varð gjørt burturúr og nógv fólk vitjaðu inn á gólvið.
Tað var ein góð og hugnalig løta í matarsalinum á Lágargarði í dag, tá nakrar av veteranunum á heiminum takkaðu fyri seg. Tær vóru fýra, sum takkaðu fyri seg í dag, Davina Mikkelsen, Christa Otthamar, Petra Jespersen og Ása Katrin Joensen.
Í sambandi við arbeiði verður eingin gjøgnumkoyring fyri ferðslu Norðuri á Heyggi og Úti á Heyggi á Velbastað hósdagin 30. juni frá kl. 16 til 19. Í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 6 eftir Ervavegnum.
Í sambandi við Voxbotn verða hesir vegir stongdir, frá leygardegnum 25. juni kl. 12 til sunnudagin 26. juni kl. 10.
Í gjár var móttøka í Müllers Pakkhúsi í sambandi við altjóða ráðstevnuna, “Persistent and emerging challenges in international fisheries law”, sum verður hildin í Føroyum í løtuni. Vegna Tórshavnar kommunu var tað Kristianna Winther Poulsen, ið tók ímóti.
Tað kann vera trupult at finna oman á Skálatrøð, um tú eitt nú skalt vitja Byggibúðina hjá Valdemar Lützen, Skeiva Pakkhús, Árstíðirnar, Østrøm ella onnur.
Í gjárkvøldið játtaði býráðið upp til kr. 50.000 um árið í 3 ár í sambandi við árligu skrúðgonguna hjá LGBT undan ólavsøku. Uttan mun til, hvør skipar fyri so stórum tiltøkum, hevur kommunan ávísar skyldur í sambandi við ferðslu, trygd o.a.
Málið byrjar við at kommunan fekk umsókn frá Stuðulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy um yvirtøku av øllum skyldum viðvíkjandi matr. nr. 126a, svmjihylsgrundin, sum er eystanfyri Nólsoyar skúla, tí nevndin metti tað vera ósannlíkt, at hon nakrantíð kláraði at fullføra verkætlanina við svimjihyli.
Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn. Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og lagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.