Tíðindi
Nýggja ungdómstilboðið á Velbastað letur upp. At byrja við verður tilboðið opið mikukvøld og fríggjakvøld.
Annika Olsen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, hava skrivað undir samstarvsavtalu um síðsta byggistig í stóru verkætlanini at fáa Tórsvøll at lúka øll krøv til altjóða stadion.
Samstarvsavtalan varð samtykt í býráðnum í farnu viku og fevnir um gera liðugt stadion og torgið frammanfyri høvuðssætið hjá FSF og Niðara vøll, og sum samstundis er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.
At umvæla og miðla søguna um Fiskastykkið Yviri við Strond er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki.
Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvald. Týdningarmikil partur í fyrireikingunum til verkætlanina er uppmátingar og náttúruskrásetingar í økinum. Fiskastykkið er parturin av hesi langtíðarætlan.
Gamla brúgvin um Sandá umboðar handverk og byggisið, ið ikki sæst nógv til í nútíðar bygging. Nú brúgvin aftur fer at síggja út, sum hon gjørdi fyri skjótt hundrað árum síðani, verður søgan um brúnna eisini miðlað - millum annað við skelti á staðnum.
Myndin er tikin, tá sáttmálin varð undirskrivaður í gjár.
Fyrisitingin í Tórshavnar kommunu er í jólafrí til 4. januar. Her kanst tú síggja, hvar tú skalt venda tær, um tú hevur átrokandi boð til okkara.
Kunna teg um, hvussu bussarnir koyra um høgtíðina.
Skalt tú brenna nýggjársbál, kanst tú søkja um loyvi nú í talgildu skipanini hjá Sløkkiliðnum. Her kanst tú kunna teg um umsóknarfreistina og treytirnar fyri at fáa loyvi.
Tórshavnar kommuna er við á Jobmatch, sum í ár verður hildið á netinum. Starvsstevnan verður týsdagin 29. desembur frá kl. 12 – 17. Tá kanst tú kjatta og hava netfundir við starvsfólk í Tórshavnar kommunu.
Her fært tú nøkur góð ráð til, hvussu tú skilir jólaburturkastið heima við hús og á Endurnýtsluni.
Leigusáttmáli varð í dag undirskrivaður millum Rithøvundafelag Føroya og Tórshavnar kommunu. Felagið fær nú innivist í tveimum hølum á loftinum undir Pisuvarða 2. Hetta er í húsunum, sum hjúnini Hans Andrias og Petra Djurhuus búðu í.