Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í morgun, har skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógvini handað. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri næmingunum, har hann m.a. tosaði um, hvussu heimurin og harvið avbjóðingarnar broytast, eisini innan sjóvinnu – men hvussu allur heimurin liggur opin fyri okkara serstakliga vælútbúna fólki.
Vit skrúva fyri vatninum í Leitisgøtu, Ryggsgøtu og Hagagøtu á Argjum fríggjadagin 24. juni frá kl. 10-12. Vatnið verður tikið í sambandi við skift av UV-rørum.
Í sambandi við fyrireikingarnar til tiltakið Voxbotn, verður ferðslan í Vágsbotni avmarkað frá hósdegnum 23. juni kl. 12 til leygardagin 25. juni kl. 12.
Eingin koyring verður frá Bøgøtu og Vágsbotni eftir Mylnugøtu niðan á Vaglið. Frá Tórsgøtu og Bryggjubakka er ferðslan einvegis niðan eftir Mylnugøtu.
Tórshavnar kommuna fer nú undir nýtt tiltak við heitinum »Ungt Summar«, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár.
Tiltakið hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summarfrítíðini. Ungt summar byrjar í aðru viku í juli og varir á leið fram til ólavsøku.
Ætlanin er at seta standmyndina av Nólsoyar Pálli á ein stabba av basalti, sum verður settur á eitt fundament, sum verður á eini uppfylling uttanfyri bryggjukantin í Vágsbotni. Myndirnar vísa plaseringina av standmyndini. Arbeiðið skal verða liðugt áðrenn ólavsøku.
Býráðið samtykti í kvøld einmælt eina prinsippavtalu, ið sum frálíður fer at slóða fyri at seta gongd á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, býráðsumsitingin kann øll sum hon er flyta inn í Sjóvinnuhúsið – og kommuan yvirtekur gamla studentaskúlan í Hoydølum.
Í sambandi við fyrireikingararbeiðið til verkætlanina at lata ein part av Havnará upp, hevur verið neyðugt at kanna fleiri viðurskifti, áðrenn farast kundi í holt við sjálvt projekteringsarbeiðið. Arbeitt hevur somuleiðis verið við uppskoti til tekniska loysn, hvussu áin kann latast upp við reinum vatni, har dálkað vatn verður leitt uttan um sjálva ánna.
Fíggingin uppá kr. 218,9 mió til stórhøllina er nú fingin til vega. Seinastu mánaðirnar eru prísirnir á tilfari, veitingum og flutningi hækkaðir, serliga vegna kríggið í Ukraina. Vísandi til óvissuna, ið valdar á marknaðinum, er ikki møguligt at gera avtalur um tilfar og veitingar við undirveitarar og harvið fastlæsa byggiprísin, fyrr enn endalig avgerð er tikin um, at farið verður undir at byggja stórhøllina.
Summarsólstøður vóru í Sandagerði í gjárkvøldið, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs helt røðu.
Í sambandi við fyrireikingarnar til tiltakið Voxbotn, verður tað einvegis ferðsla frá Mylnugøtu út til Skálatrøð frá mikumorgunin 22. juni kl. 8 til hósdagin 23. juni kl. 12.
Koyrast kann tó frá Tórsgøtu og Bryggjubakka niðan eftir Mylnugøtu í hesum tíðarskeiðnum.