Tíðindi
Bragdið skrivaði í dag undir sáttmála við Tórshavnar kommunu um leigu av ymsum hølum í ítróttarhúsinum við Tórsbreyt. Leigumálið er galdandi frá 1. februar 2021 og er galdandi í 15 ár.
Kurla varð niðurløgd sum dagsstovnur í fjør. Kommunan hevði forkeypsrætt uppá ognina og í summar samtykti fíggjarnevndin at gera keypsavtalu við Føroya Tele, tí ætlanin var, at ítróttarfeløgini, sum brúka Tórsbreyt, eitt nú Bragdið og Hvirlan, skuldu fáa innivist og brúksrætt til bygningin sum felagshøli.
Leigusáttmáli varð í dag undirskrivaður millum Tórshavnar Grafiska Verkstað og Tórshavnar kommunu, nú trý høli í gamla kommunuskúlanum í Tróndargøtu 52 eru leigað út til virksemið hjá listafólkunum.
Argja dart hevur í dag gjørt leigusáttmála um høli í skúlabygninginum á Argjum (fyrrv. Argja skúla). Í bygninginum er skúlavirksemi hjá 4-10 tilboðnum hjá Skúlanum á Fløtum, ið flutti inn fyrr í desember - og nú kemur virksemið hjá Argja dart inn í tvær stovur, umframt fær møguleika at brúka aðrar partar av bygningum í samráð við skúlan.
Argja dart fer í næstum at rigga hølini til saman við kommununi og byrjar væntandi virksemi har í februar 2021. Felagið hevur nøkur ár á baki, men fær nú góðar karmar til at menna virksemið.
Í heyst flutti Havnar telvingarfelag inn í evningsstovuna í Finsen. Fyri at fáa kommunalu viðurskiftini innan frítíðarvirksemi, listi v.m. at ganga betri upp hevur felagið valt at gera nýggjan sáttmála við Tórshavnar kommunu um leigumál til felagið.
Felagið hevur júst gjørt nýggjan sáttmála við Tórshavnar kommunum um leigumál í sangstovuni í Finsen.
Seinasta verkætlanarstigið í Tórsvallarætlanini, sum eisini er partur av kravdum umstøðum til altjóða stadion, er torgið uttanfyri sjálvt stadion. Talan er um alt økið frammanfyri FSF-høvuðssætið og Niðara vølli frá økinum millum Dansifrøi og Gundadalshøllina og framvið Gundadalsvegnum til og við Bridgehúsið.
Ein meiriluti í fíggjarnevndini tók undir við mentamálanevndini í at leggja málið fyri býráðið, sum samtykti málið í kvøld.
Í ár hevur dómsnevndin valt at heiðra Potiliðið fyri at gera eina testskipan, og at skipa fyri at starvsfólk javnan og eftir neyvt ásettum leisti vórðu kannað fyri korona, tá ið samfelagið lat uppaftur.
Potiliðið telur 16 starvsfólk, sum øll hava tikið uppgávuna á seg aftrat vanliga starvinum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Klárt er at innskriva børn í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri komandi skúlaár í Tórshavnar kommunu.
Móttøka var seinnapartin fyri Eyðvør Jensen, nú hon hevur starvast á Dagstovninum Birkilund í fýrati ár.