Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Kommunan er í gongd við at ferðslutryggja vegirnar við Eysturskúlan. Arbeiði byrjar síðst í juni 2022 og verður liðugt síðst í desember 2022.
Fríggjadagin fingu 26 tilflytarar prógv í føroyskum sum annaðmál. Talan er um tríggjar flokkar á Tórshavnar Kvøldskúla, og eru flokkarnir á stigi eitt, tvey og trý.
Nú byrjar arbeiðið at gera viðarlundina á Argjum. Í hesum sambandi bjóða vit øllum borgarum í økinum at vera við til ein arbeiðsdag leygardagin 25. juni, har vit gróðurseta nýggju viðarlundina.
ì hesum døgum verða nøgdsemis -og trivnaðarkanningar gjørdar á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Tað er fyritøkan Lóður, sum stendur fyri kanningunum, og øll, sum luttaka, eru dulnevnd.
Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði. Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, fer at halda røðu.
Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða bollar, kaka og poppkorn.
Tá skúlarnir fingu handað diplomini herfyri var próvtøkudagur í Skúlanum á Argjahamri, so tey kundu ikki vera við tá. Ístaðin stukku tey inn á gólvið á Ráðhúsinum í dag, har borgarstjórin handaði teimum prógvini, áðrenn tey øll fóru í býin at eta
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, undirskrivaðu í morgun avtalu um avhandan av landsvegum. Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina avtalu við Landsverk um at yvirtaka fleiri landsvegateinar. Talan er um eitt nú Hvítanesegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjavegnum og part av Velbastaðvegnum.
Vit skrúva fyri vatninum í Kirkjubø mánadagin 20. juni frá kl. 10-12 í sambandi við skift av UV-rørum.
Vit fáa ikki summarveður leygardagin, og tí flyta vit ungdómsmentanartiltakið »Da Sjúka« inn í Bakkalao Skatepark, har tað er turt og gott veður 365 dagar um árið.
Seinni verður tann stóra finalan í Perluni í Tórsgøtu klokkan 22, har bólkarnir 200, RSP og Jurghinn syrgja fyri einum braki av eini konsert.
Bókingarskipanin BARN og appin ForeldraGluggin eru ikki tøk frá klokkan 13 til 13.30 í dag, fríggjadagin 17. juni.
Orsøkin er ein umlegging av fólkayvirlitinum á Heldini, sum BARN-skipanin og ForeldraGluggin eru knýtt uppí.