Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 06. mars 2024
Arbeitt verður víðari við Urtagarðsbýnum

Býarlundin er fyrsta stig í at fremja ætlanina um grønu gongugøtuna og býarlundina. Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til 5 veitarar á heysti í 2023, og komu 4 tilboð inn. Grønt og grátt góvu besta tilboðið og fara komandi vikurnar at seta skjøtil á arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt á sumri í 2024.

Tíðindi - 06. mars 2024
Nú ber til at skriva børn upp til Lonirnar í Hoydølum

Nú ber aftur til at ynskja pláss í Lonunum í Hoydølum. Meðan arbeitt hevur verið við staðsetingini av stovninum, hevur ógreiða valdað um, hvørt stovnurin skuldi halda áfram í Hoydølum. Tískil hevur heldur ikki verið møguligt at seta seg á bíðilista til Lonirnar í Hoydølum.

Tíðindi - 06. mars 2024
Jónas Broncks gøta stongd 7. mars kl. 23 til 8. mars kl. 6

Í sambandi við asfaltering av vegbungu, verður partur av Jónas Broncks gøtu stongdur frá hóskvøldinum 7. mars kl. 23 til fríggjamorgunin 8. mars kl. 6.

Tíðindi - 05. mars 2024
Standmyndin av Andreu Árting stendur uppi í summar

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í fyrraárið stig til beinanvegin at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni. 

Tíðindi - 04. mars 2024
Poul gevur út bók um fyritøkuna

Bókin er sólskinssøgan um Pf. Poul Michelsen, siga teir báðir høvundarnir, Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen. Hon er samstundis ein familjusøga, men mest um ein orðblindan skúladrong, hvørs lívsverk nú er farið um hálvu øldina og hann sjálvur táttar í tey áttati.

Tíðindi - 02. mars 2024
Jóna Rasmussen 30 ára starvsdag

Í gjár skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum.

Tíðindi - 01. mars 2024
P/F Poul Michelsen 50 ár

Stóra fyritøkan Pf. Poul Michelsen fyllir 50 ár í dag. Á samkomu seinnapartin helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu fyri Poul, sum skjótt fyllir 80.

 

Tíðindi - 01. mars 2024
Earth Hour – ein løta at ogna náttúru og samanhaldi

Átakið Earth Hour er lætt at vera við í. Sløkk ljósið í ein tíma! Nýt tíman til at gera okkurt, sum er jaligt og ger mun fyri okkum menniskju og okkara heimstað, Jørðina.

Tíðindi - 29. februar 2024
Argja kirkja fingið endaligt byggiloyvi

Niðurstøðan hjá tekniska stjóra og leiðaranum á byggimálsdeildini í tilmæli til býráðið var, at fyrisitingin metir, at fyriliggjandi umsókn um byggiloyvi lýkur allar treytir at fáa byggiloyvi, og at byggivaldið tískil hevur skyldu til, og umsøkjarin krav upp á, at fáa útskrivað byggiloyvi til ætlaðu byggingina.

Tíðindi - 29. februar 2024
Býráðsfundur í dag klokkan 16

Í dag klokkan 16 hevur Tórshavnar Býráð regluligan býráðsfund. Býráðsfundurin er í býráðssalinum. Fundurin verður eisini stroymdur, og til ber at at fylgja stroymingini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.