Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 21. mars 2024
Býráðsfundur klokkan 16

Klokkan 16 í dag er regluligur býráðsfundur í Tórshavnar býráð. Býráðsfundurin er í býráðssalinum. Skráin sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Fundurin verður eisini stroymdur á heimasíðuni hjá kommununi.

Tíðindi - 20. mars 2024
Soleiðis koyrir bussleiðin um páskirnar 2024

Skírisdag 28. mars koyrir bussleiðin sum sunnudag, og langafríggjadag 29. mars er eingin koyring. Páskadag 31. mars er eingin koyring, men annan páskadag, 1. apríl, koyrir bussleiðin sum sunnudag. 

Tíðindi - 20. mars 2024
Vegamótið Skúlavegur/Tórgarðsgøta stongt í páskavikuni

Í sambandi við montering av lampum niður í gonguteigar við Eysturskúlan, verður vegamótið Skúlavegur/Tórgarðsgøta stongt í páskavikuni frá mánadegnum 25. mars 2024 til og við mikudagin 27. mars 2024. Leið 2 hjá Bussleiðini verður umløgd í nevnda tíðarskeiðnum frá mánamorgunin 25. mars til og við mikudagin 27. mars.

Tíðindi - 20. mars 2024
Móttøka fyri Havnar Telvingarfelag

Í gjár var móttøka á Ráðhúsinum fyri Havnar Telvingarfelag, sum vann FM 24. Havnar Telvingarfelag er elsta talvfelag í landinum. Tað er stovnað í 1923.

Tíðindi - 19. mars 2024
Fullsett á Vaglinum

Í løtuni er fullsett á Vaglinum í Havn, har stórt tal av fólki eru møtt til eitt mótmælistiltak. Eisini er stórt tal av traktorum við á Vaglinum.

Tíðindi - 19. mars 2024
Havnarmenn við stóra H á kunningarfundi

Havnarmenn. Við stóra H. Tað eru nakrir eftir av slagnum. Og nakrir av hesum hava tikið seg saman í bólk, har teir hittast regluliga. Á dagsskránni er altíð tað, sum gongur fyri seg í Havnini av stórum og smáum. 

Tíðindi - 19. mars 2024
Vaglið og Niels Finsens gøta stongd í dag

Í sambandi við mótmælistiltak í dag 19. mars, verða parkeringsplássið framman fyri ráðhúsið og Niels Finsens gøta, frá Sverrisgøtu oman til Vaglið, stongd fyri parkering og ferðslu frá kl. 10 til 16.

Tíðindi - 19. mars 2024
Tórshavnar kommuna vitjan úr ES

Seinnapartin í gjár var Clara Ganslandt, serligt sendifólk fyri arktisk mál hjá ES, á vitjan hjá Tórshavnar kommunu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, greiddu henni frá um Tórshavnar kommunu.

Tíðindi - 18. mars 2024
Tórshavnar Havn tekur stig á burðardyggari kós

Tórshavnar havn er vorðin partur av netverkinum EPI – Enviromental Port Index. Hetta er eitt týðandi stig á burðardyggari kós hjá Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu. Serstakliga, tá tað ræður um cruiseferðavinnuna.

Tíðindi - 18. mars 2024
Tórshavnar kommuna letur 250.000 kr. í stuðli til verkætlanir um vatn

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Umhvørvisevnið í 2024 er vatn. Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars 2024.