Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Móttøka var í dag í móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu fyri hondbóltslandsliðinum hjá monnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu, og greiddi millum annað frá um høllina við Tjarnir, sum verður innilokað á Ólavssøku. Borgarstjórin vísti á, at hetta fer at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti. Landsliðsspælararnir vóru sera spentir um hetta.
Teknisku trupulleikarnir við plássskipanini og ForeldraGlugganum eru nú loystir og skipanirnar atkomiligar aftur.
Tað eru í løtuni trupulleikar við plássskipanini til dagstovnaøkið og við ForeldraGlugganum. Vit arbeiða við at loysa trupulleikarnar skjótast gjørligt.
Við Mylnuna í Berjabrekku eru 14 parkeringsbásar, sum nú hava tíðaravmarkingina 1 tíma frá klokkan 9 til 18 yrkadagar.
Nú er klárt at taka ímóti umsóknum til størri listaligar verkætlanir fyri 2024, og í ár eru 1.000.000 kr. tøkar at søkja. Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu. Umsóknarfreistin er mánadagin 8. apríl 2024.
Í dag var stórt tiltak í samband við, at arbeitt hevur verið við nýggjum hugskotum innan landbúnaðarferðavinnuna. Tað eru Hugskotið, Visit Tórshavn, Tórshavnar kommuna og Visit Faroe Island, ið hava skipað fyri. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari m.a. á, at Tórshavnar kommuna er áhuga í at menna ferðavinnuna, tí tað merkir arbeiðspláss.
Skipað varð í dag fyri forvitnisligari móttøku á bryggjarínum í OY, nú komið er á mál við átakinum “Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni” og verkætlanirnar eru til reiðar at royna flogið. Um 200 áhoyrarar luttóku á endatiltakinum á bryggjarínum OY í dag. Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands. Endamálið er at menna nýggjar spírar innan landbúnaðarferðavinnu og tryggja hesum bestu møguleikar at eydnast.
Mannagongdirnar fyri tyrving verða nú broyttar, og tí fer Brennistøðin á Hjalla at hava kunnandi fund fyri vinnuni í Tórshavnar kommunu týsdagin 12.mars klokkan 19. Fundurin er í kantinuni á Brennistøðini á Hjalla.
Nú ber til at tekna seg til lutakast um grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Talan er um trý grundstykki í útstykking frá 2017. Freistin at tekna seg til lutakastið er 4. apríl 2024.