Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í sambandi við arbeiðið at gera busslumma við Norðurlandahúsið, verður sprongt hósdagin 28. apríl. Ferðslan verður steðgað meðan sprongingin fer fram.
Leygardagin 30. apríl byrjar umhvørvisvikan. Høvuðsevnið í ár er matoyðsl, og nógv er á skrá.
Kom við til Plantið eitt træ, staðbundnan matmarknað í Tinghúsgarðinum, gongutúr innangarðs á Velbastað, útferð út í Hest, fyrilestrar, umhvørvisveiðu og mangt annað.
Gev gætur, at tilmelding krevst til summi tiltøk.
Byens Netværk er tvørfakligur felagsskapur innan donsku byggibransjuna. Á hvørjum ári skipa tey fyri eini lestrarferð fyri arkitektar, verkfrøðingar, entreprenørar, landsskapsarkitektar, býarplanleggjarar og byggifeløg.
Leygarkvøldið var hátíðarløta í Bátafelagnum niðri í Vágsbotni, har Kári Johansen, býráðslimur, helt røðu. Hann helt tað vera hugaligt at síggja, at so mong vóru komin saman, nú staðfestast skuldi, at várið og ljósið eru í ferð við at vinna á vetrinum og myrkrinum.
Vegna niðurtøku av bygningi við Eystara Ringveg, verður vegurin stongdur fyri allari ferðslu frá rundkoyringini á Hálsi til ferðsluljósið við Hvítanesvegin/Eystara Ringveg týskvøldið 26. apríl frá kl. 23 til mikumorgunin 27. apríl kl. 6.
Tilmeldingin til koyrikort til lítil prutl (30 km/t) lat upp hósdagin 21. Apríl. Skeiðið byrjar mánadagin 9. mai 2022.
6. og 7. mai skipa vit aftur fyri ruddingardøgum, har skúlar, feløg og onnur seta ein dag av til at rudda grannaløg og náttúru.
Í ár kasta vit lut um tvey gávukort à 6.000 kr. millum insendu myndirnar.
Freistin at melda til er mikudagin 4. mai.
Flaggdagshald verður í skúlagarðinum í Kollafirði á flaggdegnum mánadagin 25. apríl klokkan 14.
Birna Mikkelsen heldur røðu og GHM spælir. Eisini framføra Bára Silvansdóttir, Brita Djurhuus og Margeir Zachariassen nakrar sangir.
Skótarnir bjóða kakao og bollar.