Tíðindi
Heitt verður enn einaferð á øll, sum brúka Bussleiðina, um altíð at brúka masku. Sum er verður trokað nógv, serliga tá farið verður í og úr bussunum við skúlarnar.
Tí ein serlig heilsan til bæði foreldur og skúlaleiðslur um at fáa boðskapin út til næmingarnar um at brúka masku og at vísa fyrilit, tá farið verður í bussarnar.
Tórshavnar kommuna fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna.
Stórur partur av hesum verður í enn størri mun at menna undirvísingina í føroyskum máli og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum.
Vegna høga smittutrýstið í løtuni verður Tilhaldið í Tórsgøtu ikki latið upp aftur mánadagin 11. januar sum lýst!
Ætlanin er ístaðin at lata upp aftur mánadagin 18. januar 2021.
Kavin hevur ligið í tveir dagar, og saltið er uppi í fleiri kassum, sum standa í kommununi. Er kassin í tínum øki tómur, kanst tú geva kommununi eitt prei.
Býráðsfundir verða hildnir hesar dagar í 2021. Fundirnir eru kl. 17.00 og verða hildnir í býráðssalinum á Vaglinum.
Mikudagin 6. januar 2021 verður byrjað at grava fyri fjarhita við rundkoyringina á Frælsinum. Arbeiðið hevur ávirkan á ferðsluna eftir Landavegnum og Frælsinum.
Býráðið fyri borgaran. Hetta er yvirskriftin í samstarvsavtaluni millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, sum mynda samgonguna í Tórshavnar býráð komandi fýra árini.
Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu bjóðar inn til tíðindafund týsdagin 5. januar í býráðssalinum. Á fundinum verður samstarvsavtalan hjá meirilutanum komandi fýra árini løgd fram.
Nýggja ungdómstilboðið á Velbastað letur upp. At byrja við verður tilboðið opið mikukvøld og fríggjakvøld.
Annika Olsen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, hava skrivað undir samstarvsavtalu um síðsta byggistig í stóru verkætlanini at fáa Tórsvøll at lúka øll krøv til altjóða stadion.
Samstarvsavtalan varð samtykt í býráðnum í farnu viku og fevnir um gera liðugt stadion og torgið frammanfyri høvuðssætið hjá FSF og Niðara vøll, og sum samstundis er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.