Lurta
Tíðindi - 05. januar 2022

Allar bussleiðirnar koyra sum vanligt

Allar leiðirnar hjá Bussleiðini koyra sum vanligt í morgun.

Tó er bara eitt spor grivið oman til Velbastaðar. Samstundis standa fleiri bilar parkeraðir á víkiplássunum. Hetta merkir, at tað kann taka tíð at sleppa aftur og fram við bussi og bili, tí mótkoyrandi bilar noyðast at bakka vegna manglandi víkipláss. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan og fáa flutt bilarnar.