Lurta
Tíðindi - 12. mai 2022

Arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar byrjar í komandi viku

Á eyka býráðsfundi í dag, samtykti Tórshavnar Býráð einmælt við aðru viðgerð at játta góðar 24,4milliónir krónur til arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar.

Við aðru viðgerð vórðu neyðugar tillagingar gjørdar, soleiðis, at endalig avtala kann fáast í lag við festaran, og tí, at hædd ikki varð tikin fyri útreiðslunum av at burturbeina avlopsgrevstur í upprunaliga uppskotinum.

Arbeiðið fer ígongd í komandi viku, tá seinastu avtalurnar eru undirskrivaðar ímillum Tórshavnar kommunu og byggifelagið Articon, og ímillum festaran og Tórshavnar kommunu.

Í fyrstu syftu, verður ein arbeiðsvegur gjørdur, sum skal verða liðugur í heyst. Samlaða verkætlanin verður ætlandi boðin út í juli í ár.