Lurta
Tíðindi - 01. mars 2023

Arnes Minde eitur nú Kirkjustovan

Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið fyri Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde, sum er rættiliga stórur og serstakur bygningur á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg.

Tá var nógv virksemi í húsunum, so hetta lat seg ikki gera tá, men býráðið samtykti, at um húsið einaferð gjørdist tøkt, so kundi kirkjan yvirtaka tað.

Havnar kirkja hevur havt sera trongar umstøður, og í 2014 tók kirkjuráðið spurningin framaftur.

Tað, sum var spennandi við hesi verkætlan var, at kirkjan ætlaði at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi á Bryggjubakka. Tí umframt arbeiðið hjá kirkjuni í sambandi við gudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk, so var eisini ætlanin hjá kirkjuni at hava ymisk mentanarlig tiltøk, so sum konsertir, framsýningar, kafé og hugnakvøld.

Havnar kirkja, sum eisini er Dómkirkja Føroya, hevði stóran tørv á hølum til ymiskt virksemi. Kirkjubygningurin er friðaður, so tað er ongin møguleiki at útbyggja kirkjuna.

Til jarðarferðir og onnur tiltøk sleppa ofta ikki øll inn í kirkjuna, so møguleikin at brúka Arnes Minde hevði verið kærkomin. Ætlanin var eisini at brúka húsið til konfirmantalestur og sosialt virksemi í sambandi við gudstænastur. 

Kirkjan hevur eisini heilt serligar uppgávur, t.d. á ólavsøku og til onnur høvi. Kirkjuráðið hugsaði at brúka Arnes Minde til skrivstovu til dagliga avgreiðslu í sambandi við kirkjuskrivstovuna, eins og prestar og onnur starvsfólk kundu hava sína dagliga gongd og tænastur har, tí í kirkjuni sjálvari er lítið og onki pláss. 

Kirkjuráðið hevði fleiri spennandi ætlanir, t.d. at draga hús og kirkju inn í søguliga umhvørvið á Reyni, at hava bóka- og myndaframsýningar, og at skipa fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við ferðavinnuna. Húsið er søguligt og hevur t.d. bæði verið politistøð, varðhald og hevur hýst býráðssali og -skrivstovu.

M.a. tí er tann eina “brumman” ella “spjellið” varðveitt sum ein siðsøguligur partur av húsinum, hóast innrættingin annars øll er broytt. Originala gamla tjúkka træhurðin fyri klivuna verður hongd uppaftur.

Býráðið samtykti í 2015 at lata kirkjuráðið yvirtaka Arnes Minde fyri 3,5 miljónir, sum var metingarprísurin. Kommunan er sambært lóg vanliga bundin av at selja allar ognir fyri marknaðarprís. Henda sølan varð tí góðkend av kommunala eftirlitinum í Almannamálaráðnum.

Almannamálaráðið varð biðið um at at geva undantak at selja ognina uttan alment útboð. Eisini setti kommunan treytir til varðveiting av húsunum, somuleiðis at sokallað útvent virksemi verður í Arnes Minde. Almannamálaráðið gav loyvi at víkja frá kravinum um alment útboð.

Nú er so komið hartil, at skjótt fer ymiskt virksemi í gongd í Arnes Minde, sum nú aftur verður ein livandi stovnur í søguríka umhvørvinum mitt í býnum.

Arbeiðið bleiv sera umfatandi. Alt er tikið innanúr og gjørt av nýggjum. Kjallarin er fullkomiliga gjørdur av nýggjum. Innboðin lisitatión var 22. november 2022, Valbjørn Dalsgaard fekk arbeiðið at gera nýtt hús fyri 12 miljónir.

Húsini fáa eisini nýggjan klædning. Men hann sær fullkomiliga út sum tann gamli. Vindeyguni verða sama slag, burtursæð frá einum størri vindeyga, sum vendir móti kirkjuni. Atkomuviðurskiftini verða eisini munandi betri.

Hálvan apríl í 2024 skal alt vera liðugt. Borgarstjórin var ein av døgunum á rundferð í húsinum. Sambært kirkjuráðnum fara tey at fylgja upprunaligu ætlanunum við húsunum, men tey fara at leggja dent á at vera ein aktivur partur, tá mentanarlig tiltøk eru í økinum.

Eisini verður tosað um at hava eina hugnaliga pensjónistakafé, um onkur fæst at taka sær av tí.

F.v. Elsa Johanna Høgenni, deknur, sum er kirkjuráðslimur og limur í bygginevndini, Uni Næss, dómpróstur og limur í bygginevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Kristianna Mortansdóttir, forkvinna í kirkjuráðnum, og Kjartan Egholm, kirkjuráðslimur og verkfrøðingur, sum hevur eftirlitið vegna bygginevndina.

Á hesi myndini sæst út úr gamla klivanum, sum stórt sæð verður varðveittur í upprunalíki sum eitt siðsøguligt minni.