Lurta
Tíðindi - 16. september 2021

Articon byggir 48 leiguíbúðir og 22 raðhús við Miðhorn

Orsakað av stóra tørvinum á bústøðum bjóðaði Tórshavnar kommuna út stóra økið við Miðhorn – og í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Articon um bygging av 22 raðhúsum og 48 leiguíbúðum.

Økið Miðhorn liggur millum býlingin á Norðasta Horni við sethúsum, og býlingin Millum Horna við íbúðum og sethúsum. Útstykkingin á Miðhorn verður sostatt bindilið millum hesar báðar býlingarnar.

Talan verður um 22 raðhús og 48 leiguíbúðir. Farið verður í gongd við arbeiðið beinanvegin. Eftir ætlanini skulu raðhúsini standa innflytingarklár á vári 2023, og leiguíbúðirnar til jóla í 2023.