Lurta
Tíðindi - 23. mai 2024

Átta dagstovnar lata aftur í Tórshavnar kommunu fríggjadagin vegna verkfall

Í morgin, fríggjadagin 24.mai, lata átta dagstovnar aftur í Tórshavnar kommunu vegna verkfall.

Rusk verður ikki heintað, tí verkfall er. Tí er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp í morgin. Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið.

Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

Stovnarnir, ið lata aftur í morgin eru:

Býlingshúsið Millum Gilja

Býlingshúsið Inni á Gøtu

Býlingshúsið á Norðasta Horni og Ungdómshúsið í Vesturbýnum

Dagstovnurin á Hamrinum

Dagstovnurin á Argjum

Dagstovnurin í Hoyvík

Dagstovnurin Kura (Vøggustova og barnagarður við Botnánna)

Frítíðarskúlin Smílibýlið